50% (sum er hægri enn bæði í fiskaídnaðinum og í fiskiflotanum), og við at ringávirkanin av føroyskari framleiðslu er tann sama, sum av stuðlinum. Um so er, at nýggj framleiðsla veksur fram, sum hevur [...] øðrum orðum kann ein vænta eina tillaging, sum hevur við sær lægri framleiðslukostnað, um ríkisstuðulin fellur burtur. Talan verður fyrst og fremst um trýst niður á lønirnar. Spurningurin er so, hvussu nógv [...] Føroyum, sum so aftur minkar um trýstið niður á lønirnar. Í tann mun tær falla kann hugsast, at virksemið í landinum økist. Men tað er vert at leggja til merkis, at fyrst má stuðulin falla burtur, so mugu
vil hava. Gott er sum er, hugsanin. Men nú á døgum munnu tað vera fá, sum skilja, at um tú vilt ella ei, koma broytingarnar so ella so. Tá oftast bara til tað verra, viðhvørt við óbøtiligum fylgjum. Eitt [...] nógv sum blokkurin«. Hvussu veit hann tað, kann hann prógva tað við búskaparfrøðini. Og hvussu kunnu vit fáa loyvi frá dønum at keypa, um tað so eru donsk virðisbrøv fyri ein part av pengunum, sum eru ætlaðir [...] reka hetta samfelagið. Hann gloymir her so púra, at tað finst ein donsk pressa. Her tosar hann ikki sum búskaparfrøðingur, men sum eitt lítið vanligt menniskja sum eg sjálvur. Hann flytur seg inn á umráðið
og høvuðsstøðum. Í staðin vera flogvallir lagdir langt frá fólki, og so verður í staðin buss- bil-, tok- og ferjusambandið bygt út. Norðmenn hava valt eina loysn sum ikki er so ólík tí vit hava í Føroyum [...] bleiv avvíst av myndugleikunum. At byggja ein nýggjan altjóða flogvøll er ikki bara at siga. Eitt risastórt umráði er nú innhegnað og innanfyri eru tvær breytir sum kunnu brúkast samstundis. Tað vil siga [...] ætla. Meðan sjálvur flogvøllurin bleiv liðugur til tíðina innanfyri tað kostnaðarrammu sum bleiv løgd í 1992, so kann ikki tað sama sigast um nýggju togleiðina úr Oslo til Gardermoen. Alt gekk eftir ætlan
sæð, hvat farið verður eftir. Slík yvirlit eru relativ, og ein rakstur skal væl altíð síggjast í mun til tað, sum hevur verið, og so tað sum koma skal. Eg veit, at tann tolna finnur alt hon vil finna inni [...] vinnulívið tók og tekur ímóti tilboðnum, tað skilji eg væl ? noktaði ein at taka ímóti, so var hann verri fyri enn teir, sum tóku við ? so einfalt er tað! Eg ivist, hvussu væl umhugsaðar allar hesar stuðu [...] fyri Leikarafelag Føroya, sum eisini vísir á, hvussu truplar umstøður listafólk okkara hava. Hetta eru hugsjónarfólk, sum fáast við mentan sum hjáputl, tí tað verður ikki virt sum eitt tilfeingi, sigur hon
num sum skulu fanga fólk sum detta út av tromini ikki eru har tá tey skulu. Vit hava meir enn 30 almannastovur (sosialkontor) í Oslo, og nógv av teimum virka ikki sum tey skulu. Ein dagin kom ein til mín [...] Urtegata 16A. Hetta er ein dokumentar um hjúnini Djurhuus og gøtufólkini í norska høvuðsstaðnum. Njál hevur eini tíggju ár sum virkin í arbeiðslívinum, men eitt lív sum ein pensjónistur sum situr heima og stúrir [...] stásiliga bygninginum, sum eisini rúmar Grand Hotel, har vinnararnir av friðarheiðursløn Nobels búgva. Á gøtuni millum hesar bygningar liggur javnan ein tungur eimur av lími og øðrum, sum kann geva sniffarunum
um hvussu byrjast kann nú beinanvegin við tí arbeiðinum, sum øll kunnu og vilja ganga saman um: at økja um okkara vinnuligu úrtøku og okkara inntøkugrundarlag, so Føroyar kunnu vera eitt vælvirkandi og [...] Tí líka so nógv eg fegnist um viljan til at stuðlað tí nýggja granskingardeplinum í Klaksvík, líka so nógv harmist eg um tað syndarligu viðferð ein annar útbúgvingarstovnur hevur fingið, sum átti at verið [...] slu. Ikki ein króna brúkt til menning av fiskaídnaði Men so ótrúligt tað ljóðar, so leggja vit ikki í at brúka eina krónu uppá gransking ella menning í fiskaframleiðsluni. Tað eru onnur sum undrast. Í
ar avleiðingar. Og rætt hevur hann. Tá ein triðingur av Løgtingsins fíggjarlóg hvørvur sum døgg fyri sól, so er hetta í sær sjálvum ein búskaparlig ávirkan, sum sanniliga fer at fáa avleiðingar fyri føroyska [...] einasti vegurin fram, er fullveldið - so kemur alt hitt aftaná. Fyrst skulu føroyingar hava tað ringt í nøkur ár, so verður alt betri seinni. Hetta er sama góðsi, sum so nógvir valdsharrar áður hava prædika [...] skal vera danska blokkstuðulin fyri uttan. Semja er eisini um, at soleingi føki búskapurin er heftur at donskum stuðli, so fylgja treytir við, sum skerja politiska rásarúmið í Føroyum. Tey, sum vilja
spæli aftur. Ein kennir ljóðførið so væl. Har kunnu vera veikleikar, sum onnur ikki hoyra, men sum ein sjálvur merkir. Av sær sjálvum bøtir tú uppá hetta við at lata vera við at taka ein tóna júst har [...] bassi hansara, men hann avsannar. - Nei, hatta er ein íspunnin søga. Men rætt soleiðis at skilja, at tá ein hevur nýtt so nógva tíð við ljóðførinum, so líkasum rennur saman ímillum. Ikki tað, at mín bassur [...] enna aðrir bassar. Men ein hevur nýtt nógva tíð við einum ljóðføri og tað er ógvuliga persónligt, viðgongur NHØP. - Men um bassurin hjá mær ein dag ikki er longur, so veit eg ikki... So gongur heilt sikkurt
hátt, sum vit skutu upp. - Eftir okkara metan er hetta besti mátin, tí skutu vit upp at gera tað soleiðis. Við hesum ætlanum fáa vit kannað allar møguleikar. Vit fáa ikki bara eitt eintýðugt svar, sum sigur [...] hjá landsstýrinum kunnu, um nakað kann, fáa tinglimirnar upp at kjakast. Samgongan stendur eftir øllum at døma aftanfyri uppskotið, hóast tað onkustaðni verður sagt, at so er ikki. Andstøðan hevur harafturímóti [...] - Tá eg sigið at fólk eru ósaklig ella óseriøs, so er tað tí, at tey venda tingunum á høvdið. Her hava vit eina ætlan frá samgonguni um fullveldið og so fara vit at kjakast um persónar í tí sambandinum
í ?bara? fimm tímar. Um tú vilt ella ei, so er maðurin rættiligur entertainari. Ilt er at siga, hvussu tað kann bera til, at hann fær hildið so drúgvar røður, og hann drekkur ikki so mikið sum ein vatnsopa [...] er vorðin ein sera snildur mekanikari. Við hvørt hevur hann sett ein russiskan motor í ein amerikanskan ?flótara? frá fimtiárunum. Roykurin tyrlast blágráur úr útstoytinum, og brádliga kann bilurin steðga [...] floghavnini, ið er sum flestar altjóða floghavnir, tí nú hittir tú tann veruliga kubanaran, soleiðis sum hann er. Fyrikomandi, fryntligur, forvitin. Siudad La Habana Havanna býur er enn ein av heimsins vakrastu