i í Føroyum og Campbell Macinnes, ið hevur við útgerð/útbúnað at gera. Harumframt starsvast Unn Joensen á móttøkuni. Felagið hevur leigað høli í Tórsgøtu 16, í hjartanum á Havnini, ikki so langt frá, har [...] sigur, at teir leggja sera stóran dent á at halda seg til reglur og fyriskipanir, sum eru í Føroyum og her ikki minst umhvørviskrøvini. Tey hava annars eitt av heimsins mest framkomnu boriskipum. Tað var bygt [...] oljufund, hvat vit sjálvandi vóna og vilja gera okkara ítarsta fyri, so verður kanska talan um at vera her longuri sigur Ricky Smith. Boringin er ætlað at taka umleið tveir mánaðir. Borað verður stutt frá markinum
eitt nú saman við Arnoldi Ludvíg og Brandi Jakobsen. Umframt Benjamin er trummu- og ásláttursleikarin Jan Rúni Poulsen, og teir báðir blásararnir Tróndur Olsen, trompet og Dávur Juul Magnussen, trombone. Tróndur [...] gerandisdegnum ljómborð og trompet í Lama Sea og er saman Dávi ein partur av blásisektiónini í Lawetz. Jan Rúni hevur royndir úr Havnar Hornorkestri. Limirnir í bólkinum plaga ofta at spæla saman til jam session [...] sigur, at tað hevði verið ótrúliga deiligt at sloppið at ferðast við tónleiki runt í Norðurlondum, tí her heima ganga teir og keða seg.
skiparin, Johannes Joensen hevur alla orsøk til at vera spentur og glaður. Sjálvur eigur hann helvtina av bátinum, sum hann annars hevur keypt saman við 14 øðrum, eitt nú beiggja sínum, Dan Joensen. Talan er um [...] Johannes Joensen. Hava royndirnar Fortreytirnar fyri at fingið tað at borið til, skuldi verið til staðar, tí eigararnir hava heilt fitt av royndum við rækjufiskiskapi. Í 1980 gjørdi Johannes Joensen eins og [...] sjálvandi takast við tí fyrivarni, at enn hava teir ikki verið fyrsta túrin við honum. Tó sigur Johannes Joensen, at áðrenn teir keyptu hann, høvdu teir fólk við honum til fiskiskap í nakrar dagar og hann vísti
dragarar vórðu lagdir undir húsini, og innstalatiónir vórðu loystar. Stívliga 24 tons Magnus D. Joensen, sum arbeiðir hjá RTS Contractors og førdi trailaran, sum flutti húsini, sigur, at hann dagin fyri [...] høvdu gjørt við rammuni dagin fyri, vistu vit, at eisini hetta átti at bera til. Magnus sigur, at Jan Erik Johannesen førdi kranan hjá Løvubetong, og hann kundi siga, at húsini vigaðu stívliga 24 tons [...] Runavík og koyrdi eftir havnalagnum heim undir Teymavirkið og Eik. - Eg steðgaði ein hálvan tíma ella so her niðri, tí jarðarferð var um somu tíð. Síðan koyrdi eg niðan aftur á høvuðsvegin við Høgaból og síðan
Jan Müller Fyrrverandi løgmaður, Edmund Joensen, setti fyri umleið tveimum árum síðani eina nevnd, sum fekk til uppgávu at kanna undir hvørjum treytum Føroyar skuldu hava eitt alment føroyskt oljufelag
seinnapartin leygardagin. Tey seinnu árini hevur tað verið sjón fyri søgn, at teir stevnudystirnir ? og her er ólavsøkufótbólturin roknaður uppí ? sum ikki eru landskappingardystir, hava havt lítlan og støðugt [...] framvegis at spæla bólt. Kristian Petersen, Kaj Eli Olsen, Meinhardt Dalbúð, Abraham Hansen, Sonni Jensen, Jan Nielsen og allir hinir, sum vóru so óførir fyri meiri enn tjúgu árum síðani, vita framvegis, hvat tað [...] jøvnum 1?1, og eina løtu í 2. hálvleiki sá einki út hjá Bergsliðnum, sum beiggjarnir kallaðu seg. Jan Nielsen var rættuliga í hopla, hann skoraði øll málini fyri FM liðið, og tá teir vóru komnir framum
men breiðir seg nú til hin stóra samgonguflokkin, Tjóðveldið. Her er opið stríð millum forkvinnuna í tingbólkinum, Bergtóru Høgnadóttir Joensen, og sandoyartingmannin, Páll á Reynatúgvu. Í samrøðu við Sosialin [...] eg standi aftan fyri løgmann, og so mugu tilmælini ganga sína gongd, sigur Bergtóra Høgnadóttir Joensen. Hon meinar ikki, at tað nakrantíð hevur verið meiriluti fyri semjuni ella tilmælinum, so hon kallar [...] ein størri útjaðari yvirfyri útheiminum, enn Sandoyggin er í Føroyum, sigur Bergtóra Høgnadóttir Joensen. Í sambandi við infrakervið vísir hon á, at tað er ørt at brúka so nógvan pening til nýíløgur, samstundis
árini spælt við EB/Streymi. Í sama tíðarskeiði spældi hann eisini seks U21-landsdystir. Jákup Martin Joensen, høvuðsvenjari, væntar sær nógv av samstarvinum. - Bergur er ein raskur og ambitiøsur spælari, sum [...] staðið seg væl í EB/Streymi, og eg eri sannførdur um, at hann fer at fella væl til og gera góðan mun her, sigur hann. Bergur er 21 ár og fekk sína fótbóltsuppaling í Víkingi. Hann hevur higartil spælt 53
hava verið væl fyri og hava spælt við alt størri sjálvsálitið nógvu tær seinastu ferðirnar. Síðst var Jann Ingi Petersen á beinkinum fyrsta tíman. Tað kann roknast við, at hann hesa ferð verður settur á miðvøllin [...] spæla á besta liðnum. Síðst var Knút Vesturtún leikbannaður, men hann er tøkur aftur. Jákup Martin Joensen kom síðsta leygardag aftur úr Danmark. Hann er liðugur við løgreglu útbúgvingina, og í hesi vikuni
ein samdur setanarbólkur, sum peikaði á fyrrverandi stjóran í Havsbrún. Men sum sæst í aðrari grein her á síðuni, so vil Kaj Johannesen, táverandi nevndarformaður í Atlantsflog, ikki kennast við hesi tíðindi [...] sum fyribils var formaður frá 1. januar 2013 til aðalfundin, Tezz Tordsdotter Ohlsson og Inga S. Joensen, nevndarlimum. - Eg varð boðsendur til samrøðu við hesi trý í setanarbólkinum, og har varð spurt