4. brunnurin
Eftir øllum at døma fer risastóra og eitt av heimsins mest framkomnu boriskipum, "Belford Dolphin" at seta borin í føroysku undirgrundina í dag ? fríggjadag 13. juni, tvs. tveir dagar fyrr enn ásett. Ricky Smith er stjóri fyri boringini (Rig Manager) og kemur úr Bretlandi saman við tveimum starvsfeløgum, Robert Doughty, sum stendur fyri fyritingini í Føroyum og Campbell Macinnes, ið hevur við útgerð/útbúnað at gera. Harumframt starsvast Unn Joensen á móttøkuni. Felagið hevur leigað høli í Tórsgøtu 16, í hjartanum á Havnini, ikki so langt frá, har italska fyristøðufelagið ENI (Agip) heldur til. Tað er italska fyritøkan ENI (Agip), sum hevur leigað boriskipið Belford Dolphin til boringina.
Ricky Smith ber ikki ótta fyri at byrja boringina ein fríggjadag og tann 13. í mánaðinum. ?Skipið kemur á borilokalitiónina í dag og gongst alt væl er klárt at seta borin í í dag. Men tað kann eisini vera, at vit byrja leygardagin. Tað veldst so um umstøðurnar á staðnum sigur Ricky Smith, sum dámar sera væl at skula arbeiða í Føroyum í nakrar mánaðir. Hann er sera fegin um hølini og heldur fólk vera sera fryntligt og fyrikomandi. Eisini eru teir tríggir bretarnir fegnir um at hava kunnað leigað trý sethús frá føroyskum familjum. Felagið ynskir at kunna gera sum mest av arbeiðinum í Føroyum.
Ricky Smith sigur, at teir leggja sera stóran dent á at halda seg til reglur og fyriskipanir, sum eru í Føroyum og her ikki minst umhvørviskrøvini. Tey hava annars eitt av heimsins mest framkomnu boriskipum. Tað var bygt í Korea í 2000 og hevur arbeitt í Brasilia og Miðamerika. Nú er tað so komið longu leiðina úr Brasilia til Føroya. Við skipinum er eisini ein føroysk sjúkrasystur, Anna Maria Simonsen. Hon fer saman við aðrari føroyskari sjúkrasystur at arbeiða umborð, meðan skipið borar í føroyskum sjógvi.
Tey koma helst at hava opið á skrivstovuni í nakrar mánaðir. ?Verður talan um eitt lønandi oljufund, hvat vit sjálvandi vóna og vilja gera okkara ítarsta fyri, so verður kanska talan um at vera her longuri sigur Ricky Smith.
Boringin er ætlað at taka umleið tveir mánaðir. Borað verður stutt frá markinum móti Bretlandi. Boridýpdin er 4250 metrar frá skipinum. Hetta er tann 4. brunnurin, sum verður boraður á landgrunninum. Kostnaðurin fyri henda brunnin er nakað minni enn 200 mill. kr. Eisini á skrivstovuni hjá Agip í Havn hava tey úr at gera. Eini sjey fólk, serfrøðingar av ymsum slag, eru komin úr Italia og Bretlandi til at taka lut í arbeiðinum.