Flutningur
Seinasta hósdag fór RTS Contractors í Lamba í holt við eina stóra og at síggja til trupla uppgávu. Húsini, sum Palli og Fía Højgaard áttu dygst við sjóvarmálan innanfyri Oyrarnar á Toftum, skuldu takast av grundini og flytast til Lambar á trailara.
Nes kommuna hevur seinastu árini átt hesi hús, sum felagið í Lamba hevur keypt til skrivstovuhølir.
Nú kommunan hevur lagt út nýtt ídnaðarøki Inni á Rætt, og virksemið har inni longu er byrjað, samstundis sum ymiskt annað virksemi er í stoypiskeiðini, stóðu hesi húsini heldur illa fyri ímillum Oyrarnar og økið Inni á Rætt.
Tann stóri parturin av fyrireikingararbeiðnum til flutningin var fingin frá hondini, áðrenn trailari hjá RTS og stórur krani hjá Løvubetong komu út á Toftir.
Sterkir dragarar vórðu lagdir undir húsini, og innstalatiónir vórðu loystar.
Stívliga 24 tons
Magnus D. Joensen, sum arbeiðir hjá RTS Contractors og førdi trailaran, sum flutti húsini, sigur, at hann dagin fyri stóru uppgávuna eisini hevði koyrt við einari stórari ”rammu” uppi á trailaranum, sum var gjørd í somu stødd sum húsini.
- Húsini eru 10 metrar long og 6,40 metrar breið. Við úthangi og takrennu eru tey 6,90 metrar breið.
Hann sigur, at tað var rættiliga trongt at sleppa niðan um svingið við gamla Turkihúsið á Toftum, men teir høvdu frammanundan lagt nakað av tilfari út har, so betri var at koyra.
- Truplasti teinurin var tó undir gomlu smiðjuni í Oyrunum, men við teimum royndum, vit høvdu gjørt við rammuni dagin fyri, vistu vit, at eisini hetta átti at bera til.
Magnus sigur, at Jan Erik Johannesen førdi kranan hjá Løvubetong, og hann kundi siga, at húsini vigaðu stívliga 24 tons. Kaminan var ikki tikin niður, men ein dragari var settur undir hana.
- Eg vil siga, at tað gekk rættiliga væl at koyra við húsunum uppi á trailaranum, og eg hevði ikki trúð, at tey kundu standa so stútt á vogninum, sum tey gjørdu.
Tá Magnus var komin eftir høvuðsvegnum og inn um Saltnes við húsunum, snaraði hann oman á Fjøruvegin í Runavík og koyrdi eftir havnalagnum heim undir Teymavirkið og Eik.
- Eg steðgaði ein hálvan tíma ella so her niðri, tí jarðarferð var um somu tíð. Síðan koyrdi eg niðan aftur á høvuðsvegin við Høgaból og síðan inneftir.
Hann sigur, at neyðugt var ongantíð at flyta ella snara nøkrum lyktapela ella skelti.
Ber væl til
- At flyta eini sethús er ein stór uppgáva, sum skal fyrireikast rættiliga væl, men hetta letur seg væl gera, um umstøðurnar, og fyrireikingarnar eru í lagi.
Magnus sigur, at tað tók ikki nógv meira enn eitt korter at flyta húsini av Toftum og inn á havnalagið í Runavík og nakað tað sama at koyra inn til Lambar. Tá er tann tíðin drigin frá, sum tað tók at sleppa niðan úr Oyrunum og bíðitíðin á havnalagnum í Runavík.
- Vit fóru av Toftum umleið klokkan 13 og vóru soleiðis í Lamba umleið klokkan 14.30, sigur hann.
Einir sjey mans tilsamans vóru um uppgávuna at flyta húsini av Toftum til Lambar.
Tað eru brøðurnir, Svend og Andrias Lamhauge, sum eiga felagið RTS Contractors, og ætlanin er at rigga húsini til skrivstovu.
Húsini standa í fyrstu syfti á einum grundøki í Lamba, sum Magnus eigur, men felagið eigur eitt øki við síðuna av. Tá grund er stoypt á økið hjá RTS, verða húsini flutt yvir hagar.
50.000 krónur
Vit hoyra av og á um hús, sum verða flutt og sett á aðra grund.
Vit spurdu tí Magnus D. Joensen, hvat hann heldur, at slíkur flutningur kostar, um fólk, sum keypa hús, ið kommunur vilja hava burtur, mugu gjalda fyri slíkt arbeiði.
- Eg havi til stuttleikar gjørt mær mínar metingar av hesum og eri komin til, at flytingin, sum vit syrgdu fyri seinasta hósdag, helst hevði kostað einar 50.000 krónur.
Hann sigur, at ein slíkur krani, sum brúktur varð til at lyfta húsi á vognin og av aftur vogninum, kostar einar 2000 krónur um tíman – og síðan kostar trailarin einar 550 krónur um tíman.
- Aftrat hesum kemur so tað arbeiði, sum skal gerast, áðrenn flutningurin kann byrja. Nøkur fólk mugu so eisini vera til hjálpar undir arbeiðnum.
Magnus D. Joensen heldur tó, at fólk, sum hugsa um slíka flyting, mugu rokna við, at flutningurin kostar einar 50.000 krónur – alt eftir, hvussu stórar fyrireikingarnar mugu verða, hvussu koyrivegurin er, og hvussu langur teinurin er.
- Men hetta er avgjørt ikki ein ómøgulig uppgáva, um umstøðurnar eru tær røttu, leggur hann aftrat.