POLITIKKUR
Stóra málið um Sandoyartunnilin snýr seg ikki einans um, at Gerhard Lognberg úr Javnaðarflokkinum hevur vent samgonguni bakið, men breiðir seg nú til hin stóra samgonguflokkin, Tjóðveldið. Her er opið stríð millum forkvinnuna í tingbólkinum, Bergtóru Høgnadóttir Joensen, og sandoyartingmannin, Páll á Reynatúgvu.
Í samrøðu við Sosialin sigur tingkvinnnan, at talan als ikki er um nakra tunnilssemju, men um eitt tilmæli frá samgonguni, sum hon alla tíðina hevur verið ímóti.
- Tað passar ikki, at eg havi sagt meg taka undir við ætlanini. Eg havi bara sagt, at eg standi aftan fyri løgmann, og so mugu tilmælini ganga sína gongd, sigur Bergtóra Høgnadóttir Joensen.
Hon meinar ikki, at tað nakrantíð hevur verið meiriluti fyri semjuni ella tilmælinum, so hon kallar tað.
- Vit hava so nógv stór mál, ið liggja á láni, og sum pengar skulu brúkast til. Ti hevði eg ikki kunnað sæð meg sjálvan í eyguni, um eg tók undir við eini so stórari ætlan. Hetta er ein samvitskuspurningur. Eg haldi, tað hevur nógv størri skund at fáa ein altjóða flogvøll, tí Føroyar er ein størri útjaðari yvirfyri útheiminum, enn Sandoyggin er í Føroyum, sigur Bergtóra Høgnadóttir Joensen.
Í sambandi við infrakervið vísir hon á, at tað er ørt at brúka so nógvan pening til nýíløgur, samstundis sum tað mangla hundraðtals milliónir til viðlíkahald til tunlar og brýr.
- Hetta kann samanberast við eina familju, sum keypir ein dýran køk, meðan takið lekur í eyri og seyri, sigur tjóðveldiskvinnan.
- Eg ivist ikki í, at vit einaferð fáa ein Sandoyartunnil, men tað er ikki nakað, sum eg taki undir við skal raðfestast nú, sigur Bergtóra Høgnadóttir Joensen.