samvitskufult. Teir høvdu lært børnini at lesa og rokna og skriva, og teir høvdu undirvíst í kristni og danskari søgu og landalæru – á donskum sjálvsagt. Men við nýggja og ógifta bíggjardreinginum, sum júst var [...] bílegði hann litirnar og pappírið. Bíleggingin skuldi til Havnar og kanska niður til Danmarkar, og so skuldu litir og pappír úr Danmark og til Havnar og síðani vestur til Bíggjar og umvegis Gásadalsbrekkuna [...] myndir, savnaði og skrivaði søgur og frásagnir, yrkti sálmar, sangir og kvæði og gav út fleiri skúlabøkur. Og hann var meistari í at siga frá. Hann var sannur mentanarberi, sum brendi eftir at geva børnunum
Innleiðandi lá Eirikur í Jákupsstovu fremstur, Annika Vang lá fimm stig aftanfyri og Jógvan M. Andreasen (Eggaba) lá á triðja plássinum. Finalur Í finalunum sótu trý tey fremstu yvir, og einasti dysturin [...] kjallaranum í høllini í Runavík, og talan var um eina spennandi og áhugaverda kapping. Kappingin var ikki bara jøvn og spennandi. Vinnararnir vóru eisini sera ungir, og serliga annar var sera óvæntaður [...] møta Eiriki í finaluni, samstundis sum Annika og Jastrid skuldu skjóta um triðja plássið. Finalan gjørdist – sum altíð – sera hørð fyri nervarnar á skjúttunum og endaði við, at 20 ára gamli Eirikur vann dystin
dómadagsprofetunum – summir teirra teljast ímillum fremstu aktørarnar í føroysku fiskivinnuni – ið hava gjørt av, at teir fram eftir skulu brúka alla sína tíð og orku at skriva handrit til og pallseta allar [...] verandi flota saman. Og nakað væl afturat. Eg sigi ikki, at tað var skeivt at lata teimum rættindi framíhjá. Tað var hildið at vera bæði rímiligt og skilagott – og tað haldi eg sjálvur enn – at gomlu aktørarnir [...] vóru hækkað nakað í mun til tað, sum tá lá á borðinum, so kundi hann og hansara reiðarí væl og virðiliga liva við fiskivinnunýskipanini. Hann fekk tað, hann bað um, og nakað væl afturat. Men kortini fær nýskipanin
Snoddi stóð í túninum. Enn er alt ikki liðugt uttanfyri. Men tað man fara at koma so við og við! Lá ikki eftir Tað var ein sorgardagur fyri mong fólk á Viðareiði, tá bygdarhandilin lat aftur fyri fáum [...] verið noydd at farið annaðhvørt í kioskina í bygdini, ella til handlarnar í grannabygdunum – Norðdepli og Klaksvík, og kanska eisini í Árnafirði! Um somu tíð var klaksvíkskvinnan Óluva Frederiksen farin at [...] partur skuldi í øllum førum ikki liggja eftir, tá talan var um at tryggja bygdini sømilig kor á hesum øki. Hon og maðurin tosaðu saman um tað, fingu eitt øki til vega og leygardagin 19. juli í ár kundu viðingar
torføra, tí ofta sæt hann uppi um náttina og græt. Men so við og við gjørdist hann væl við hinar dreingirnar í fótbóltsskúlanum, og so var leyst og liðugt. – Tað var sum at sleppa einari familju, men [...] vit okkum inn á kømrini og lótu, sum um vit svóvu, sigur Andrés Iniesta, ið framvegis var líka íðin og nærlagdur, sum hann var tað í heimbygdini. Skrivaði søgu Eftir blóð, sveitta og tár í samfull fýra ár [...] hjálpir teimum og leggur lag á. Longu árið eftir var Iniesta við í sínum fyrsta Champions League-dysti fyri FC Barcelona, og hetta gjørdist byrjanin á einum stórum tíggju ára skeiði fyri hann og fleiri aðrar
verið har uppi um Ólavsøkuna og spælt Løbner, sum ætlanin var, tað hevði verið stuttligt! Og nú gekk eg her og tvassaði og sá ikki ein føroying, dag út og dag inn. Eg var ótolin og longdist, men eg havi jú [...] teinkja uppá og kundi tí fjasa við at gera løg og skriva í Baldursbrá og tílíkt. Sinnið var lætt, og einki nívdi sálina. Um nakrar mánaðir skuldi eg fáa at síggja, at lívið ikki bert var spæl og dansur á rósum [...] eg og málaði inni. Vindeygað stóð opið, og eg sang av hjartans lysti “Várt fagra heim, várt dýra land”. (Lagið “Og Guð vors lands). Eina løtu seinni fór eg út eitt ørindi, og Wathne kom til mín og segði
vit nógv hornaspørk og fríspørk í undanvindinum, men – sum so ofta fyrr í ár – fingu vit ikki bóltin í netið, sigur Oddur Á. Højgaard, sum bleiv skiftur inn, tá hálvur tími var eftir. – Í seinna hálvleiki [...] lítið og einki er at spæla fyri: – Vit hava tosað eitt sindur aftur og fram um hatta við motivatiónini. Sjálvir síggja vit okkum sum vinnarar, so vit royna altíð at fáa so nógv stig sum gjørligt. Og teir [...] allarmesta, og bæði áðrenn og eftir einsamalla málið í dystinum brendi heimaliðið fleiri stórar kjansir, ið áttu at givið mál. Hinvegin var tað meira tilvildarligt, tá B68 var frammi á vøllinum, og í ver
mátar verið bæði góð og minnilig, men seinastu dystirnar bilti av álvara. Tá Páll var farin úr sessinum, mannaðu Jógvan Norðbúð, sáli, og Jóhan Nielsen venjarabeinkin ein einstakan dyst, og so royndi FSF annars [...] høvdu víst Allani áhuga, og eftir framúr avrik á OL í 1972 gjørdi Weisweiler av at keypa spælaran á 20 ára føðingardegi hansara. Byrjanin í Gladbach var alt annað enn løtt. Eftir hálvt ár í felagnum setti [...] tíðini kundu bert tveir útlendingar spæla við sponskum liði, og í kapping við Maradona og Bernd Schüster gjørdist Allan minni maðurin. Hóast nógv og stór feløg sýndu áhuga, so endaði Simonsen í Charlton Athletic
Forrúturin á bilinum var knústur, og týðilig spor vóru á motorhjálminum eftir ákoyringina. Annie breyt kjálkabeinið og høkuna, sum nú er hildið upp á pláss við stálplátum, og hevði annars skursl um allan kroppin [...] ávirkað Fólk komu skjótt til og fingu boðað alarmsentralinum frá. Og áleið sjey minuttir eftir fráboðanina var sjúkrabilurin á staðnum. Annie bleiv flutt á sjúkrahúsið í Klaksvík og stabiliserað, men skjótt [...] oman í tunnilsmunnan, og dagin fyri vanlukkuna hevði Annie greitt børnunum frá, at eingin slapp ígjøgnum tunnilin, uttan mann var ræðuliga sjúkur. Og har stóð eg so og bíðaði eftir Annie, sum gjørdist fyrsti
fórust fyri hundrað og fyri 75 árum síðani og allar hinar, sum fingu váta grøv í Svínoy og Norðoyggjum og allar aðrar staðir kring landið og teirra eftirkomarar – og tað eru vit øll – kunnu vit bara taka [...] farin um, og allir vóru deyðir! Sjálvandi var skelkurin serliga stórur og meinur hjá familjunum. Tummas og Rasmus vóru ógiftir. Birita og Jóannes áttu fimm børn. Ein doyði sum smádrongur, og Birita og tey fýra [...] at vinna til dagsins uppihald, og hvussu tað viðhvørt ikki gekk, sum tað var ætlað, og hvussu bygdir kendu ræðuleikan av at missa, og vív og konur kendu vónloysi ómált og pínuna ósagda, tí brostin var