Lítli maðurin við stóra hjartanum

Allan Simonsen fyllir 60 ár leygardagin. Sum spælari taldist hann millum teir størstu, men sum menniskja hevði hann ofta orð fyri at vera arrogantur og avvísandi. Veruleikin vísti tó, at handan kalda og avvísandi verimátan búði eitt bleytt hjartað við stórum tokka til Føroyar

Tað kom sum ein bumba, tá nýggjur føroyskur landsliðsvenjari varð settur í 1994. Fyrstu árini við Páll Guðlaugssyni høvdu í mangar mátar verið bæði góð og minnilig, men seinastu dystirnar bilti av álvara. Tá Páll var farin úr sessinum, mannaðu Jógvan Norðbúð, sáli, og Jóhan Nielsen venjarabeinkin ein einstakan dyst, og so royndi FSF annars sum frægast at fáa fatur á nýggjum venjara.

Men tá navnið kom, var bresturin hvøllur. Ikki bara her heima, men so sanniliga eisini uttanlands. Við at fáa fatur á Allani Simonsen hevði føroyskur fótbóltur brádliga fingið eitt tað størsta navnið í donskum fótbólti nakrantíð. Eingin annar í Kongaríkinum kann erpa sær av heitinum sum ársins spælari í europiskum fótbólti, men tað kundi Allan Simnosen. Við eini fortíð sum sum spælari í eitt nú Borussia Mönchengladbach og sjálvasta Barcelona var talan um eitt navn, sum eisini rungaði kring allan heimin, tí er væl skilligt, um landsliðsnevndin hjá FSF var heldur erpin, tá navnið á nýggja venjaranum varð almannakunngjørt.


Yrkisleiðin

Tað var ongan tíð nakar imponerandi fysikkur, sum bar Allan Simonsen upp á hægstu fótbóltstindarnar. Við bara 165 sentimetrum var hann ikki tann, sum rúgvaði mest á vøllinum, men í beinunum hevði hann meira enn tey flestu.

17 ára gamal varð hann kosin besti spælarin í eini altjóða kapping í Düsseldorf, og millum áskoðararnar her var Hennes Weisweiler, sum var manager hjá Borussia Mönchengladbach. Hann spældi tó framvegis í Vejle, og sum 19 ára gamal var hann við til at vinna danska meistaraheitið við felagnum.

Tað vóru longu fleiri feløg, sum høvdu víst Allani áhuga, og eftir framúr avrik á OL í 1972 gjørdi Weisweiler av at keypa spælaran á 20 ára føðingardegi hansara.

Byrjanin í Gladbach var alt annað enn løtt. Eftir hálvt ár í felagnum setti Allan enntá fram ynski um at verða seldur til Hamurger SV, sum stóð til reiðar við sáttmála, men Weisweiler noktaði hesum. Venjarin var sannførdur um, at tá Berti Vogts, Allan Simonsen og aðrir ungir spælarar vóru búnaðir nakað, fór hetta at lyfta felagið. Og hann hevði rætt.

Í 1974/75 kom av álvara glið á. Við 18 málum í 34 dystum átti Allan Simonsen sín stóra lut, tá felagið vann fyrsta av trimum meistaraheitum á rað. Somu trý árini var Allan hvørja ferð á ársins liði, og í 1977 spældi felagið seg fram til finaluna í europisku meistarakappingini. Teir taptu tó finaluna móti Liverpool, men Allan skoraði eitt framúr vakurt mál, og sama ár varð hann eisini kosin ársins spælari í europiskum fótbólti.

Hæddirnar í Gladbach stóðu ikki við í allar ævir. Av fíggjarligum ávum mátti felagið selja fleiri profilar, men teir vildu ikki selja Simonsen, sum framvegis var stórspælarin á liðnum, tá teir í 1979 vunu UEFA-Cup. Sjálvandi við lítla dananum sum málskjútta í finaluni.

Eftir hetta gekk leiðin til FC Barcelona, sum rindaði 13 milliónir fyri spælaran. Nakað meistaraheiti gjørdist talan ikki um, men teir vunnu steypakappingina í 1981, og í 1982 skoraði Allan Simonsen annað málið í 2-1 sigrinum á belgiska Standard Liège, tá Barcelona vann europisku kappingina fyri steypavinnarar. Við hesum hevði Allan skorað í finaludystinum í teimum trimum stóru europisku kappingunum, og tað hevur eingin annar spælari gjørt. Samanlagt hevur Allan Simonsen skotið 43 mál í 69 europiskum dystum.

Tá Barcelona í 1982 keypti Diego Maradona fyri óhugnaligar 60 mió kr., merkti hetta samstundis, at tíðin hjá Allani var runnin. Tá í tíðini kundu bert tveir útlendingar spæla við sponskum liði, og í kapping við Maradona og Bernd Schüster gjørdist Allan minni maðurin.

Hóast nógv og stór feløg sýndu áhuga, so endaði Simonsen í Charlton Athletic í næstbestu ensku deildini. Har hevði ein lokalur ríkmaður ætlanir um eitt nýtt stórfelag, men ætlanin kollsigldi, og eftir bert hálvum ári var Allan heima aftur í Vejle.

Hóast karmarnir nú vóru minni, so var spælið framvegis stórsligið. Vejle vann danska meistaraheitið í 1984, og Allan varð í 1983 kosin triði besti spælarin í Europa.

Tá hevði hann verið ein týðandi brikkur á danska landsliðnum, sum m.a. við 1-0 sigri móti Onglandi á Wembley spældi seg fram til EM-endaspælið í Fraklandi. Men tað, sum skuldi verða toppurin, gjørdist byrjanin til endan á stórtíðini hjá Allani. Í fyrsta dystinum í og móti Fraklandi breyt Allan beinið í hendiligum samanstoyti. Hann spældi aftur, men hann rakti ongan tíð somu hæddirnar, og saman við tjóðini græt hann, tá hann segði landsliðnum farvæl í venjingardysti móti Týsklandi í september 1986.


Persónurin

Taldist hann millum teir heilt stóru sum spælari, so var Allan samsvarandi lítillátin sum menniskja. Í øllum førum var hann ikki tann, sum av sær sjálvum fann veg til yvirskriftirnar.

Av nógvum varð hetta misfatað sum arroganca, men veruleikin er helst, at ein blanding av smædni og sjálvverju var við til at skapa hesa ímynd.

Ein orsøk skal heilt víst finnast í tíðini í Barcelona. Spania var eitt hernaðardiktatur, og tá Barcelona í 1982 lá væl fyri í meistaradystinum, vórðu fleiri hóttanir um at ræna – kidnappa – Simonsen settar fram. Eitt tíðarskeið noyddist Allan at flyta úr egnari íbúð, men tá hóttanin bleiv til veruleika, var tað við einum øðrum spælara í fokus.

Quini var ein av vandamestu áleyparunum í sponskum fótbólti og lyklapersónur handan oddastøðuna hjá Barca. Men hann varð rændur í egnum heimi, og tað tók 25 dagar, áðrenn løgreglan fekk fatur á honum. Barcelona slapp ikki undan at spæla sínar dystir, men hendingin setti síni tungu spor á allan hópin. Ítróttarliga merkti hetta, at Barcelona bert vann eittans stig í trimum dystum, og so streyk Real Madrid avstað við gullinum.

Skuldi tosast um Allan Simonsen sum venjara ella spælara, so bar hetta væl til. Men bæði í Føroyum og í Danmark høvdu miðlarnir ilt við at sleppa nær persónin, Allan Simonsen.

Súni Merkistein skrivaði á sinni bók um føroysku luttøkuna í HM-undankappingini til 2002, og her nemur hann við spurningin. Hann staðfestir enntá, at einastu ferðina, at hann fekk tosað við Simonsen um annað enn fótbólt var, tá hann á bussferð spurdi um hendingina við Quini. Her fekk útvarpsmaðurin eitt gott prát, men tá bussferðin var av, var eisini liðugt at práta.

Donsku tíðindamenninir, Hans Krabbe og Dan Hirsch Sørensen, høvdu eisini sínar trupulleikar, tá teir í 2008 skrivaðu bók um bragdið á Wembley í 1983. Her prátaðu teir við allar teir, sum høvdu leiklut í tí, sum gjørdist startskotið til danska fótbóltssamleikan, sum vit kenna hann í dag. Allar uttan Allan Simonsen. Hann segði ongantíð nei, men høvundarnir staðfesta, at hóast hann fleiri ferðir og høviskur segði, at hann skuldi venda aftur, so gjørdi hann tað ongantíð.


Grátandi farvæl

Eitt tað klárasat minnið, sum føroyingar sita eftir við, man vera, tá Allan Simonsen boðaði frá, at hann gavst sum landsliðsvenjari.

Hetta hendi á tíðindafundi í FSF-húsinum tann 24. oktober 2001, og góða uppmøtingin bendi á, at okkurt serligt var í umbúna.

Men fáur hevði væntað slíka framførslu sum hana, ið Allan kom við. Eftir at Jens Martin Knudsen vegna spælararnar og Ísak Mikladal vegna FSF høvdu sagt sítt, var túrurin komin til høvuðspersónin.

Hann hevði skrivað sær røðuna niður, og í byrjanini skemtaði hann við, at nú var hann somikið gamal, at hann mátti brúka brillur, um hann skuldi lesa.

Men skjótt stóð greitt, at her stóð nógv á. Røddin vildi ikki heilt tað sama, sum Allan sjálvur hevði í umbúna. Grátandi fekk hann stama seg ígjøgnum tað skrivaða, og tað var við blonkum eygum tárum eftir kinnunum, at hann at enda fekk sagt takk til tey mongu, sum høvdu verið so blíð móti honum.

Ella sum Merkistein skrivaði í bókini um HM-undankappingina: Rættir menn gráta ikki – teir tútbrøla!