Lærarin sum mentanarberi

Røða, sum Jóannes Hansen, rektari á Læraraskúlanum, helt, tá ið nýggju lærararnir fingu handað prógv fríggjadagin 19. juni

Tað hevur ringt,

og tað er ringt

 

Soleiðis ljóðar ein av yrkingunum hjá Steinbirni B. Jacobsen í yrkingarsavninum Læraramyndir frá 1984. Vit skulu venda aftur til savnið um eina løtu. Tað er um lærarar – skulu vit eisini siga lærarindur, sum er eitt orð, ið vit tíverri eru við at rudda úr málinum – at eg ætlaði at siga nøkur orð.

1. november í 1923 kom ein 22 ára gamal bíggjardrongur til Svínoyar. Har hevði hann fingið starv sum einalærari. Í Svínoy vóru tá 39 hús, og har búðu 204 fólk. Bygdin hevði stútt havt lærara síðani í 45 ár (síðani 1878).

Hesin ungi maðurin úr Bø var Hjalmar Hátún, pápi Ólav Hátún. Ólavur var í nógv ár lærari í tónleiki og týskum her á Læraraskúlanum, og Hjalmar hevði í síni tíð tímar í smíð her á skúlanum.

Teir tríggir, sum høvdu verið lærarar í Svínoy undan Hjalmari høvdu allir røkt lærarastarvið samvitskufult. Teir høvdu lært børnini at lesa og rokna og skriva, og teir høvdu undirvíst í kristni og danskari søgu og landalæru – á donskum sjálvsagt.

Men við nýggja og ógifta bíggjardreinginum, sum júst var komin av Læraraskúlanum, har hann hetta summarið varð avlærdur saman við fimm øðrum – fýra mannfólk og tvey konufólk - komu nýggir tónar ella nýtt huglag yvir bygdina.

Lærarin var ikki bara undirvísari, sum terpaði við svínoyarbørnum. Hann lærdi tey at lesa og skriva á føroyskum, hann lærdi tey at syngja føroyskar sangir, hann hevði sangkór við teimum ungu og vaksnu, hann lærdi tey at smíða og spæla orgul, og hann hevði fimleik við teimum og lærdi tey at svimja. Svimjihylur var eingin, men lærarin gekk á odda fyri at gera ein svimjihyl. Tey, sum hava verið í Svínoy, munnu hava sæð svimjihylin, og kanska onkur hevur tikið nøkur tøk í honum.

Í 1928 giftist Hjalmar Brynhild, sum var ættað av Heygum í Vestmanna. Tá ið hon kom út til Svínoyar, fór hon at hava seyming og annað hondarbeiði við svínoyargentum og konum.

Svínoyingar tosa enn um lærarahjúnini, sum vóru har úti inntil á nýggjárinum í 1938.

Hjalmar var ikki bara lærari, men við sínum lærarastarvi og frítíðarvirksemi var hann ein mentanarberi. Tað hava verið nógvir av hesum lærarunum í Føroyum seinastu øldina, og tað eru, tíbetur nógvir sovornir. Ivaleyst týdningarmestu lyklapersónar í mentanarmenningin og tjóðarbyggingini.

Hesir hava arbeitt við grundleggjandi at kjølfesta næmingarnar soleiðis, at teir tóku mentanina í líki av máli, søgu, list, skaldskapi, vísind og kristni til sín. Tey tóku til sín, og tey endurnýggjaðu og birtu upp undir.

Lærarin í Svínoy hevði eisini trongd til at víðka um sjónarringin hjá skúlanæmingunum. Við sínum egna maskinbáti sigldi hann runt Svínoy og Fugloy við skúlabørnunum, og hann syrgdi fyri, at lutfalsliga nógv skúlabørn úr Svínoy vóru niðri við skúlabørnunum, sum tað tá varð nevnt.

Nú ferðast stór og smá fleiri ferðir um árið av landinum. Fyri einum 70-80 árum síðani var tað ofta einasta ferðin, at tey 14 ára gomlu vóru uttanlands, tá ið tey í 2-3 vikur vóru niðri við skúlabørnunum.

Kostnaðurin var ivaleyst stórur hjá lærarahjúnunum, men tað vita svínoyingar einki um. Steinbjørn B. Jacobsen yrkir soleiðis um menið við at vera lærari:

 

Mær dámar læraraarbeiðið,

men eitt men er.

Alla tíðina hetta menið.

Tað slítur og gnagar.

Tú ert ongantíð fríur.

Kennir seg aldri lidnan.

Tá dagurin er liðugur.

Vikuskiftið byrjar,

er tað har.

Ymsar fyrireikingar,

Tú kundi gjørt,

Skuldi kanska nú

Gjørt hetta ella hatta,

og altíð verður okkurt eftir.

Nei, ikki reættingar.

Onnur hava frí, tá tey hava frí.

 

Nú er tað ógvuliga nógv uppi í tíðini at tosa um góða skúlan. Spurt verður hvat ein góður skúli er fyri nakað.

Tað stutta svarið er, at ein góður skúli er ein skúli, har tað eru góðir lærarar. Kanningar eru gjørdar kring allan heimin, og niðurstøðan er, at tað er tann góði lærarin, sum er fundamentið undir tí góða skúlanum.

Skúlin hjá svínoyingum var góður, tí tey høvdu ein góðan lærara. Ein lærara, sum hevði myndugleika og lærdi tey vanligu lærugreinarnar, og ein lærara, sum lærdi tey so mangt annað. Ein lærara, sum var mentanarberi. Ein av mongum kring landið, sum áðrenn hann fór á Læraraskúlan, var á Háskúlanum, har trongdin eftir at bera mentanina víðari varð birt.

 

Hans Andreas

Í 1909 ella júst fyri hundrað árum síðani kom ein 26 ára gamal havnarmaður til Sandavágs. Fýra ár frammanundan hevði hann tikið læraraprógv her í Havn, og so hevði hann eitt nú verið vikarur í Klaksvík. Talan var um Hans Andreas Djurhuus, sum var lærari í sjey ár í Sandavági og síðani í trý ár á Tvøroyri, áðrenn hann í 1919 gjørdist lærari við realskúlan í Havn, og eisini hevði hann tímar á Læraraskúlanum.

Tað var lítið til av undirvísingartilfari á føroyskum fyri hundrað árum síðani. Men mentanarberin Hans Andreas nýtti síni góðu evni at fáa tilfar til børnini. Hann skrivaði ævintýr um tað, sum børnini livdu í, fantaseraðu um og kendust við.

Vit kunnu ímynda okkum, hvussu spennandi og hugaligt tað hevur verið hjá børnunum í Sandavági, tá ið Hans Andreas hevur lisið fyri teimum:

“Sum hon nú lá og gleddi seg yvir hetta, kom ein nakin øða sveimandi niður gjøgnum sjógvin. Skrubban var so fegin, at eyguni vendust við í heysinum á henni, hetta var vorðið sum; maturin kom so at siga av sær sjálvum, meðan hon lá og hálvdurvaði. Nú var øðan tætt hjá henni. Skrubban lætti sær á, spílaði kjaftin upp, tí bitin var heldur stórur, og so gloypti hon. “Eg segði tær, vit hittust”, læt í øðuni í tí skrubban slúkti henni, “nú etur tú ikki fleiri øður, hin rádna”. Skrubban gjørdi seg til at svara, men í sama viðfangi var hon rykt og drigin upp ígjøgnum sjógvin, so hon gloymdi alt og øll”.

Og so ævintýrini um Sílið, Ravnin, Ternuna, Høsnatos, um Tindarnar ella tað um Tuflutos!

Felags fyri alt hetta var, at Hans Andreas skrivaði til børnini um tað, sum tey kendu, men sum tey nú hoyrdu um í einum nýggjum høpi, sum birti undir hugflogið.

Og so yrkti hann barnarímurnar til børnini at syngja. Ímyndi tykkum, tá ið børnini fyrstu ferð hava sungið

 

Másin sigur Pli, pli, pli,

Ternan sigur kri, kri kri!

Lundin sigur á, á, á,

Krákan sigur krá, krá, krá.

Lambið sigur mæ, mæ, mæ.

Stuttligt er at hoyra tað.

Vakrast er tá smábørn syngja,

og tá kirkjuklokkur ringja.

 

Hetta mundi tað ikki vera torført hjá børnunum at seta inn í gerandishøpi og at birta undir hugflogið við:

Kom nú lítli mín set teg her,

Lat okkum ferðast um víðu verð. –

Knæið er hestur, ið renna kann,

Allar leiðirnar kennir hann. –

Halt í faksið tú,

Dýk á hestin nú,

Ríða vit um fjøllini at keypa abba stú.

 

Mundu børnini í Sandavági, á Tvøroyri og í Havn ikki halda, at hetta var ein góður skúli og ein góður lærari?

 

Dreymalærarin

Men nú hevur tú bara tosað um lærarar fyri 70-100 árum síðani. Tað hevur einki við nútíðina og lærararnar í stórum skúlum at gera. Men tað er framvegis fokus á tí góða læraranum.

 

Steinbjørn B. Jacobsen sigur um sína læraratíð:

Ver góður við børnini.

Ber ikki agg til nakran.

Hartar tú onkran,

Vís við onkrum lítlum,

At tú ikki hatar hann.

Fyrigev tgeimum aftaná, tað tey gjørdu.

Ver væl fyri.

Ver sum tú er og sannur.

Rósa teimum altíð, tá til ber.

Trúgv at tey kunnu koma

longri enn tú heldur.

Kom í samband við øll, so ella so.

Ger okkurt óvæntað av og á.

Lofta tí óvæntaða og brúka tað.

 

Limalondini í OECD hava seinnu árini gjørt fleiri komparativar kanningar, har eitt nú læraraatburður í ymsum londum er samanborin. Kanningarúrslitini vísa m. a., at tann góði lærarin er empatiskur. Hann dugir at fara væl við næmingunum, starvsfeløgunum og foreldrunum, og hann hevur góð leiðaraevni. Hann dugir eitt nú at fáa góðan arbeiðssið í flokshølunum.

Í februar í ár gjørdu tey, sum í ár hava gingið 1. árið í læraraútbúgvingini, eina lítla uppgávu, sum snúði seg um hetta sama: Kanst tú siga mær nøkur fá orð um tann besta læraran, tú hevur havt gjøgnum ár og dag, og hvat var tað, ið gjørdi, at hesin lærarin skaraði framúr?

Tað eru ikki stundir at fara so nágreiniliga ígjøgnum svarini, men her eru nøkur dømi um, hvat tey í 1. árgangi halda vera avgerandi fyri ein góðan lærara: persónligheitin (lyndi, verumáti), undirvísingarháttur/undirvísingartilfar (dugdi at hugfanga næmingarnar og at gera undirvísingina spennandi), dugdi at seta seg í respekt (bestemtur, disiplinerur), málrættaður (ikki líka glaður um næmingarnir lærdu nakað ella ikki), skemtingarsamur (stuttligur at vera saman við, hittinorðaður), væl fyrireikaður, at lærarin fekk tann einstaka at kenna seg væl og at kenna seg serligan, dugdi at siga søgur, undirvísti í teirra lærugrein, sum hann/hon dámdi best, dugdi at skapa ein góðan stemning í flokkinum, ávirkaði mína yrkisleið.

Tað ljóðar næstan sum ein kunstur at vera ein góður lærari, ella sum John Steinbeck (1902-1968), sáli, orðaði tað: “I have come to belive that a great teacher is a great artist and that there are as few as there are any other great artists. Teaching might even be the greatest of the artst since the medium is the human mind and spirit.

Steinbeck og Hjalmar Hátún (1901-1993) vóru javnaldrar. Neyvan hava Hjalmar Hátún og Hans Andreas Djurhuus kent sitatið hjá Steinbeck, men teir kendu sannleikan í, at rávøran var sinnið og andin í føroysku børnunum.

 

Mikkjal

Og at enda hesa føroysku skúlasøguna, sum lýsir tann góða læraran og harvið tann góða skúlan:

Mikkjal á Ryggi (1879-1956) var lærari í Bø og í Gásadali. Mikkjal granskaði, teknaði, málaði og tók myndir, savnaði og skrivaði søgur og frásagnir, yrkti sálmar, sangir og kvæði og gav út fleiri skúlabøkur. Og hann var meistari í at siga frá. Hann var sannur mentanarberi, sum brendi eftir at geva børnunum í Gásadali og í Bø førning, sum tey kundu bera víðari, og tað hava allir føroyingar síðani fingið ágóðan av.

Tá ið Fuglabókin skuldi koma út, teknaði Mikkjal fuglarnar, og hann litaði tekningarnar. Tað var ikki bara sum at siga tað: Úr Gásadali bílegði hann litirnar og pappírið. Bíleggingin skuldi til Havnar og kanska niður til Danmarkar, og so skuldu litir og pappír úr Danmark og til Havnar og síðani vestur til Bíggjar og umvegis Gásadalsbrekkuna, áðrenn Mikkjal kundi seta seg at tekna og lita eftir fuglunum - sum hann sjálvur hevði stappað út!

Ein mentanarberi!

 

Endi

Fyrstu lærararnir vórðu útskrivaðir av Føroya Læraraskúla í 1872. Síðani tá hevur skúlin útskrivað 1274 prógv. Í dag fáa fimtan fult prógv og átta vera liðug næstu mánaðirnar. Tá verður talið komið upp á 1297 – 681 mannfólk og 616 konufólk.

Góðu tit! Nú fara tit av Frælsinum. Mín fatan er, at her hava tit trivist so sera væl. Tað hevur verið ein fragd at verið saman við tykkum, og at eygleitt tykkum hesar seinastu vikurnar, tá ið próvtøkurnar hava verið fáar, og tá ið tit hava havt góð og gevandi skeið innan alt frá talgiltum upplýsingum og til kropsmenning, meðan tit samstundis hava hugnað tykkum og notið lívið.

Steinbjørn B. Jacobsen yrkti:

 

Sjálvandi gleði eg meg at vera liðug.

Tey fýra árini eru farin skjótt,

Nú ein er liðug.

Nú byrjar lívsins álvara

Sum tey siga.

Eg havi verið í praktikki,

Men tað er ikki tað sama.

Nú skal ein sjálv hava ábyrgdina.

Jú, eg eri spent.

Eg havi nervar viðhvørt.

Men fái eg nakað arbeiði.

Tað hugsi eg mest um.

Tørvar ikki at laga meg eftir øðrum.

Kann vera á bygd ella í býi.

Men eg veit púra einki enn.

Tað er tað.

Alt ósvaraðir spurningar bara.

 

Nú fara tit út at mynda komandi ættarliðið av føroyingum. Við møguleika at verða mentanarberar, ið skulu røkja heimsins týdningarmiklasta starv! Tað er vorðið sum uppgáva og avbjóðing!

Tað verður ikki úti í Svínoy. Tá ið Hjalmar Hátún fór út hagar í 1923, vóru skúlabørnini omanfyri 40. Nú er einki skúlabarn har úti! Og í Gásadali man tað vera so sum so við skúlabørnum. Men tíbetur hevur tað víst seg, at tað eru boð eftir tykkum øllum.

Tað kann væl vera, at tit fara at fáast við annað enn at undirvísa í fólkaskúlanum. Útbúgvingin er breið og fjøltáttað, og tað er eftirspurningur eftir tykkum. Onkur fer ivaleyst at lesa víðari, og tað kundi hent, at onkur tykkara um nøkur ár aftur verður at síggja millum lærararnar á Frælsinum. Tað hevði ikki verið so galið.

 

Tað hevur ringt,

og tað er ringt.

 

Nú hevur klokkan ringt fyri síðstu ferð her á Frælsinum. Vónandi verður tað ikki ringt!

Vit ynskja tykkum og tykkara hjartaliga tillukku við próvnum, og vit heilsa tykkum við gomlu føroysku heilsanini: Jesus fylgi tykkum!