eykaútreiðslum og øktari leiðslu, stýring og ferðing. Opinleiki í leiðsluni, greiðar ætlanir, tryggar kósir og klár endamál kunnu tó vekja inspiratión og fáa starvsfólk sjálvi at stýra og koordinera og sostatt [...] at vit mugu gera eina ætlan fyri hvat og hvar vit viðgera í Føroyum og hvørjar sergreinar/serlæknar vit skulu hava. Hetta taki eg sjálvandi fult og heilt undir við og vóni, at um vit skulu halda á við tí [...] at gera ein góðan struktur og eitt gott samarbeiði innan verkið. Gjørd er ein ørgrynna av kanningum viðvíkjandi kvalitetinum og búskapinum hjá smáum og stórum sjúkrahúsum, og nakar stórvegis munur hevur
cembalistur hevur hann saman við fremstu kamarmusikarum í heimlandinum og uttanlands ferðast víða um lond. Tó er tað fyrst og fremst sum dirigentur, at Willi Gohl seinnu áratíggjuni hevur verið gitið navn [...] við hansara greiðu sløg, og kórsangarin fær tann berandi stuðul og íblástur, sum fær kórið at liva og ljóma. Men í staðin fyri eina professionella karrieru sum instrumentalistur og dirigentur, sum hjá honum [...] samband millum arvafíggindarnar Týskland og Frakland, hevur so við og við vaksið seg til eisini at fevna um lond uttan fyri Europa og er vorðin fyrimynd hjá Asia Cantat og slíkum felagskapum aðrastaðni í heimi
í nógv ár fyrst og fremst snúð seg um at bøta um viðurskiftini hjá kvinnum í politisku skipanini, vinnulívinum og á arbeiðsmarknaðinum. Seinastu árini eru kortini broytingar at hóma, tí av og á verða rættindi [...] ímillum upplýsing um javnstøðu og viðgerðir av kærum. - Tað hevði verið fyrimunur fyri arbeiðið, um vit høvdu ein stovn, ið arbeiddi við upplýsing og ymiskum átøkum, og eina kærunevnd – fólkað við løgfrøðingum [...] hava nógvar tilkomnar menn við búki, høgari pannu og í myrkum klædningum, sum sita, har politiska og peningaliga maktin er í føroyska samfelagnum. Og vit hava alt ov fá konufólk, sum sita sama stað. -Tí
samhaldsfastur og sosialt rættvísur politikkur kann rigga og tað væl? Og hvat er tað, sum ger, at Stavnamaðurin alt sítt lív hevur niðurgjørt og hatað okkara demokratisku sosialismu og konsekvent brukar [...] Economist vera vinstravent og part av øllum konspiratiónunum ímóti Trump og hansara viðhaldsfólki eins og øðrum høgraradikalum politikarum og politiskum skipanum. Um ikki, og um hann heldur, at konservatisman [...] samhaldsfesti og sosialt rættvísi. Og øll vinstrumegin miðjuna verða konsekvent koyrd í sama pott, tey eru marxistar og kommunistar. Men hvat er orsøkin til, at Óli Breckman í síni sansaleysu og svagligu herferð
langt burtur, og B36 tykist eisini fjart hjá hinum feløgunum. Tí stendur kappingin hjá teimum í fyrstu atløgu fyrst og fremst um bronsuplássið. VB kiksaði tvær ferðir fyrstu løtuna ímóti B36, og tað megnaðu [...] hálvrunnið, og eingin ivi er um, hvat lið hevur staðið seg best. Gøtumenn hava fult stigatal, og teir stevna miðvíst ímóti sjeynda FM heitinum. Teir vóru meistarar í 1983, 1986, 1993, 1994, 1995 og í 1996. [...] dystinum ? og fyri fyrstu ferð í ár ? roknað sum favorittur. Um EB/Streymur fær trý stig ímóti B71 verður tað greitt, at niðurflytingin og kvalifikatiónin verður ein spurningur ímillum sandoyingar og vágamenn
uttanlands. Avgerðir um at keypa frá okkara fyritøkum verða sjálvandi fyrst og fremst tiknar av útlendsku fyritøkunum av tí at góðskan og prísurin á okkara framleiðslu er kappingarfør. Viðhvørt kunnu [...] at hann var nevndarlimur og stovnari av fyrsta og einasta golfklubbanum í Hetlandi. Hann vísti mær vøllin, og eg helt, at um teir kundu, so máttu vit eisini kunna gjørt ein eins frægan sum teirra. Lítil [...] bygt upp eitt stórt virki, og nú kundi hann møtast við sínum javnlíkum á ovastu rók, og tað var tí hann var farin at spæla golf! Golfítróttin er tí ein máti, sum tey ríku og máttmiklu íðka fyri at hitta
teg sjálvan, og at tú kannar, hvat er gott og ringt í viðførninginum hjá tær. Tað er týdningarmikið at fáa greiðu á hvat tú kanst brúka positivt og hvat ger fortreð. Og so er at gera upp, og tveita tað ónýtiliga [...] Sítt hár og búllajakki Eg minnist barnaárini sum eina ótrúliga góða tíð. Eg haldi fyrst og fremst barnaárini vóru spennandi, tí vit sluppu undan at ganga í barnagarði, sum flest øll børn gera í dag. Eg [...] brøðurnar Búa og Marna, sum eru nakað eldri enn Jón. Búi, Marni og eg hava ongantíð latið hvønn annan "havt eina meining í frið". Vit hava altíð bjóðað av meiningunum og hugsaninum hjá hvørjum øðrum, og kravt
vinnuligar og menniskjaligar avleiðingar. Og hetta skal fremjast títt, hart og knapt, áðrenn nakar sær avleiðingarnar – og altíð vísandi til, at hetta er neyðugt orsakað av búskaparligu vandastøðuni. Og at her [...] , har ógvusligar privatiseringar og burturtikin krøv til fíggjarmarknaðin, góvu bankunum og fíggjarspekulantunum allar møguleikar at selja ognir og virðir hjá øðrum og at uppskrúva virðir um allan heim [...] politisku stuðlum sínum, miðvíst og áhaldandi hava nýtt búskaparligar kreppustøður, krígsstøður, náttúruvanlukkur og aðrar støður við stórum órógvi og ruðuleika í londum og heimspørtum, til “sjokk-viðgerð”
øll barna- og tannáringa árini og seinni sum vaksnir menn við konu og familjum. Virgar var so nógv, og tí er trupult at lýsa hetta góða menniskja við orðum ella myndum. Virgar var ein lívligur og raskur [...] stórur og hjartaligur. Seinni árini plagdu okur at vitja Virgar og Systi, serliga til kappróðrarstevnurnar á Strondum ella á Skála. Av og á kom Virgar at vitja í Havn og altíð var tað so hugnaligt og gott [...] fult av kærleika, og tað finst altíð ein vón og vegur úr neyðuni. Virgar, tú hevur gjørt meira enn tey flestu náða eitt langt lív. Tú hugsaði fyrst og fremst um, at hini skuldu hava tað gott. Tú var eisini
mistu hús og heim og máttu rýma av landinum sum flóttafólk, meðan tey sum høvdu ríkað seg upp kláraðu at flyta vinningin og bjarga øllum sínum. Undir í skuld og skomm slongist hetta landið higar og hagar, [...] hevur fingið nokk, og ein dagin reisir hann seg, bustar moldina av hondunum og fer til verka. Og tað er ikki við mýkindum. Tað endar við drápi, og mitt í øllum rokinum, meðan áin floymir, og alt er ein ruðuleiki [...] eru borðaðir inn í síðurnar at halda, og tað er hesin veggur, sum typpir ánna í tí øgiliga áarførinum og far hana at koma upp gjøgnum øll rør og rivur og kummur og op. Her hevur hevndareingilin verið, ein