Guernsey: «Eg segði eftir dystin í bólki A millum Føroyar og Áland, at um vit komu at síggja nakran betri dyst á leikunum, so skuldi eg eta mín Daniel the Donkey maskot. So um onkur vil vera so vinarligur at geva mær saltið, so kann eg fara ígongd«
Somikið bersøgin var greinaskrivarin í 24 síðu stóra Oyl-innlegginum hjá Guernsey Press, tá hann skuldi geva sína meting av mansfinaluni í flogbólti, sum varð leikt fríggjadagin seinnapart.
Ein finala, sum varð avgjørd á ringast hugsandi hátt, tá ein serva frá Saaremaa tóm netið áðrenn hon datt niður í føroyska gólvið. Men samstundis ein finala, har áskoðararnir undan hesum høvdu verið vitni til ein dramatiskan fimm-settara, har eydnan fleiri ferðir tóktist skifta hendir, og júst sum vit hildu hana vera hjá okkum, leyp hon yvir um aftur.
Fyrstu settini var tó ikki tað heilt nógva, sum bendi á, at talan skuldi gerast um slíkan spenning. Saaremaa hevði sýnt stórspæl allan vegin til finaluna, og eitt nú gav 3-0 bankurin av Álandi í hálvfinaluni greiðar ábendingar um, at talan var um eitt sera sterkt lið.
Fyrstu tvey settini tóktist tað heilt greitt vera Saaremma, sum var við yvirlutan. Serliga fyrsta settið høvdu okkara tungt við at koma ígongd, og tó at munurin bert var tvey stig, so var eingin ivi um, at mótstøðumenninir áttu hetta uppiborið. Næsta settið omu okkara betri við, og eitt skifti var leiðslan 15-10, men so setti Saaremaa torbona á. Eftir stuttari løtu høvdu teir vent hesum til 21-18, og so kundu teir eisini taka hetta settið.
Og tað líktist á mangan hátt endastøðini hjá føroyska liðnum, at teir soleiðis høvdu tveitt leiðsluna burtur, men teir góvust tó ikki á hondum. Við sama ófatuliga stríðsvilja, sum var borganin fyri sigurin á Álandi stríddu teir seg aftur í dystin. Hóast Saaremaa framvegis tóktist hava bestu orkuna, og hóast teirra spæl var meira ágangandi, so hildu hvítu menninir fast. Hvussu fegnir hinir so vildu, so sluppu teir ikki undan føroyingunum.
Liðini fylgdust allan vegin upp, men tá Bartal við einari sannari kanón av einum blokki slerdi smashið frá Ounpuu niður í gólvið, gav hetta líka sum eitt eyka lyft. Føroyska áskoðarafjøldin kom í kók, tá Føroyar við trimum bóltum á rað nú tóku settið heim, og í fjórða helt gongdin fram. Føroyingarnir tóktust hava vunnið sálarliga yvirtakið. Blokkurin fekk alsamt fatur á fleiri bóltum, og Rúni Weihe gravaði djúpt í sær sjálvum í royndunum at finna avgerandi bóltarnar. Sjálvt ikki ein matchbóltur til Saaremaa við støðuni 24-23, var nóg mikið. Undir trýstið frá kókandi høllini servaðu Saaremaa búgvarnir í netið, og so tóku okkara yvir.
Hetta noyddi Saaremaa út í eitt fimta sett, og sum teir komu út við hangandi høvdið, líktust teir nú einum liði uttan sjálvsálit. Men hetta vóru kanska bert lótir. Framvegis hildu teir trýstinum á okkara monnum, og nú vóru eisini fleiri nervakend mistøk at síggja frá okkara síðu. Báðir partar skiftust um at sláa servur í netið, men størsta dramaið var enn ikki komið. Hetta varð goymt til tað allar seinasta, tá Saaremaa aftur fekk dystarbólt. Ikki færri enn tríggjar av slagnum megnaðu føroyingarnir at verja fyri, men vit fingu ongan tíð møguleikan, at standa við avgerðini sjálvir, og so gjørdist net-servan frá Lember avgerandi.
Føroysku leikararnir toygdu seg í hvørjari lykkju eftir bóltinum, men tað kundi gera tað sama, og meðan grønu herurin dansaði runt á gólvinum í sigursrúsi, lógu samfullir føroyskir leikarar á gólvinum. Teir høvdu givið alt tað, sum teir høvdu í sær, men teir doyðu kortini ein vakran deyða. Kanska er tíðin langt síðani farin frá tí, sum vit rópa heiðurligt tap, men okkara eiga kortini stóran heiður av dystinum. Tað skulu tveir partar til fyri at skapa ein góðan dyst, og hetta var helst tann besti, sum var á leikunum.










