Vegaføringin í Leirvík - »Geniala« loysnin

Jógvan Páll Sevdal
Leirvík, tann 23. august 2005


Løgtingslóg nr. 49 frá 10. 04.2003
"Tá neyðugu forkanningar og projektering eru gjørdar av atknýttum verkætlanum, og í seinasta lagi 2005 skal landstýrismaðurin leggja fram uppskot til løgtingslóg um hesar verkætlanir. Uppskotið skal fevna um ein tunnil undir Leirvík eysturoyarmegin, og ein veg frá Oyravegnum yvir í ætlaðu rundkoyring borðoyarmegin."
Tað stendur ikki hvar í hesin tunnils skal liggja - sjálvt um ein hevði roknað við tunli omanfyri bygdina. Hesin er sambært heimasíðuni hjá Landsverkið mettur til at kosta 75-130 mió, men sum eftir jarð-frøðisligari kanning ikki er væl egnaður. Sambært notati sipað til í niðanfyri nevndu fundarfrásøgn.

Fyritreytirnar fyri tunnilsgerð
Harra Bjarni Djúrholm sigur i Dimmu 11. august 2005: "Vit hava lógina at halda okkum til......Men trupulleikin er, at eingin nú vil kennast við samtyktina um at gera tunnil undir Leirvíkar bygd". Bjarni Djurholm veit full væl at soleiðis er tað ikki, tí tá samtyktin millum Leirvíkar Bygdarráð og vinnumálastýrið varð gjørd, varð als ikki greitt frá fjarstøðuni ið skuldi haldast, og hvussu vidurskiftini annars rundan um tunnilin skuldu handfarast. t.d. tá útgrevstur og møgulig spreinging til grundstykkir skuldi fara fram. Afturat tí, skuldi innkoyringin leirvíksmegin til núverandi tunnil steingjast um annar tunnil undir bygdini varð gjørdur og endaði longur inni í núverandi tunnli. Við øðrum orðum blivu nýggju fortreytirnar als ikki samsvarandi áðurnevndu samtykt.
Í fundarfrágreiðing 03. juni 2003 millum Landsverk og Leirvíkar Bygdarráð, har nevndu evnir verða viðgjørd, staðfestir kommunan:
"Kommunan má tí ásanna, at grundarlagið fyri støðutakanini er broytt"
Aðrar tunnilsførðingar verða í sama fundarreferati umrøddar og er niðurstøða Bygdarráðsins:
"Bygdarráðið kann als ikki góðtaka eina sovorðna loysn"
Tí seinni nevndu fyritreytir varð bygdarráðið als ikki kunnað um.

Forkanningar
Í skrivandi stund ger Landsverk kanningar oman fyri bygdina, sum ikki er í samljóð við kommununar ynski. Hoyrt er, at Landsverk og norðoyðatunnils fólk hava allareiða projekterað vegin ígjøgnum bygdina og bert við einum endamáli fyri eyga, nevni-liga at leggja ein veg oman fyri bygdina, tað sum vit leirvíkingar ikki vilja.
Er hetta gjørt, er nakað heilt ruskandi gali gjørt aftanvert tjaldið og er onki minni enn ein skandala.
SAMT (sjálvur hjástaddur) bygdarráð hevur aftaná almennan bygdarráðs fund avhendað Bjarna Djurholm skriv um kanning av fjøruloysnini, sum eisini á fundi hin 08.01.2005 varð løgd fyri Landsverkið til kunningar. Spurningurin er, hvør peningur verður nýttur til nú omanfyri nevndu kanningar? Skuldi hann ikki verðið nýttur til kannan av fjøruloysnini, sum eitt samt Leirvíkar Bygdarráð hevði samtykt? Bjarni Djurholm sigur:
"Skal hetta verða loysnin, er neyðugt at biðja um eina mió. krónur í eykajáttan til forkanningar"
Áhugavert hevði verið at fingi at vita hvussu nógvur peningur varð játtaður til forkanningar í 2005 og hvussu nógvur peningur er nýttur til hesar.
Jú, Bjarni Djurholm steðga borðingini, sum nú fer fram, og vantar pening-ur í skal tú bara søkja um eykajáttan - kundi hent tá, at kostnaðatmetingin hjá Landsverkið kom á sama støði, sum niðanfyri nevndu fyritøkur komu til.

Til gagn fyri leirvíkingar?
Eisini nevnir Bjarni Djurholm:
"vegurin kann gagna bygdini og kann gerast ein partur eitt nú av komandi útstykkjum. Eg ivist ikki í at fyrr ella seinni skal verður (vegur) kortini gerast oman fyri bygdina"
Bjarni Djurholm veit fullvæl, at verður einð 80 km vegur verður gjørdur, verður neyðugt - hvussu so víkir og vendir - , at gera paralell vegir hvørjumegin landsvegin - so hasum er einki hald í. Verður tað 50 km vegur, ja, so fer øll ferðslan bæði tung og minni tung nátt sum dag beinleiðis gjøgnum bygdina við øllum sínum vansum - So hasum er enn minni hald í.
Onganlunda til gagns fyri Leirvíkingar.

Ferðslan í øðrum bygdum:
Havi spurt meg fyri eitt sindur um vegaføringarnar í øðrum bygdum. Skálafyri, Norðragøtu og Kollafyri og vóru úttalilsini einælt at allar bygdir vildu ynskt at høvðusvegaægrin hevði verið løgd út um bygt øki. Ein tók soleiðis til:
"Tað verður ein vanlukka fyri bygdina verður ætlaða vegaføring løgd omanfyri bygdina."

Tjaktorgið
Á heimasíðini hjá Kommununi er eitt tjaktorg, har nógv mail eru skrivað inn fjøruloysnini til fyrimunar. Vit vilja ikki hava vegin omanfyri bygdina! Vit vilja ikki hava alla ferðsluna gjøgnum bygdina.

Fjørulosysn 1. Senkaður tunnil
Peninga fyribrigdið!
Alla tíðina hevur verið merkt eitt slag av trekleika frá Bjarna Djurholm og Landsverk viðvíkjandi ynskjum Leirvíkar bygdarráðsins. Síðsta vápn, íð nýtt verður er:"Peninga fyribrigdið". Skilagóð uppskot verða mett so høgt av Landsverk, at Bjarni Djurholm sær bert vegaloysnina fyri sær - hon skal smoyggjast niður yvir leirvíkingar. Uppskotið viðvíkjandi fjøruloysnini 1. - loktunnilin - varð av verkætlanar stovninum við nágreiniligum útroknaðum eindarprísum mett til uml. 75 mill. Tvær aðrar góðkendar byggifyritøkur hava mett verkætlina til umleið tað sama, men hvat kom so Landsverk við jú, uml.150 mió. kr. Ein margháttligur avleiðingsmanøvra, at forða fyri, at bygdarráðsins ynski um fjørutunnilin verður framt.

Fjøruloysn 2. Senkaður tunnil
Enn skilabetri!
Enn ein onnur senkað tunnils loysn er komin. Henda loysnin verður soleiðis framd, at hon byrjar við rundingi inni við ferjuleguna og víðari omanfyri Føroya Bjór húsið, oman fyri Tævuna og útaftur niðanfyri á Støð og Innara Buð og víðari út omanfyri neystini í Uttara Buð og til runkoyring á Kráartanga. Henda loysnin er enn betri enn Fjøruloysn 1. Tunnilin verður 100 m stytri og fer at nærkast einum prísi, sum verður, sum verður uml. 20 mió. krónur minni enn omanfyri nevndu prísir hjá teim trimum fyritøkunum.

Niðurstøða
Bæði í skrivi og umrøðu manna millum og á bygdarfundum hava leirvíkingar meldað greitt út,
at teir eru ímóti eini vegaloysn omanfyri bygdina vegna teir vantandi fyrimunir nevndir niðanfyri.
Hví er tað so týdningarmikið at fjøruloysnin senkaður tunnil verður framdur?
Fyrst og fremst: Tí allir umleið 900 íbúgvarnir verða skánaðir fyri tí rúgvismiklu ferðslu og ferðsluavleiðingunum nátt sum dag, ið koma at verða, tá vegakervið millum Norðoyggjar og Eysturoyggja meginlandið verður liðugt.
Í øðrum lagi: Tryggleikin, trivnaðurin og búmøguleikarnir verða ikki órógvaðir av samferðslu ferðsluni viðvíkjandi Norðoyðatunnilinum. Ferðslan verður leidd stystu leið og til minst ampa fyri bygdina og tey ferðandi.
Í triðja lagi: Vinnan á kajuni kemur ótarna at kunna virka og førðningur bæði til og frá kajvirkjunum verður óskerdur.
Í fjórða lagi: Víst verður til fyrru grein hjá undirritaða 5. juli 2005 í Sosialinum og Dimmalætting.
Í fimta lagi: Fjøruloysnin er støðugt besta loysnin:
"Stysta farleið gjøgnum bygdina umleið 500m stytri enn vegur ella tunnil omanfyri bygdina.
"Minstur vandi av ferðsluóhappum og vanlukkum.
"Minst viðlíkahald tí farleiðin verður styst.
"Minstur larmur tí øll ferðslan verður skjótast leidd gjøgnum bygdina
"Minst dálking av gassútláti, dekkslitið og dekkdálking, og tilfarið ið kann detta/leka av lastvognum osfrv.
"Størstur tryggleiki fyri íbúgvarnar og ferðandi - børnini og teimum gomlu.
"Størsti trivnaður. Ungar familjur fara at trívast og ynskja at búðleikast í bygdini. Og fleiri fara at biðja um grundstykkir.
"Størst menturnar møguleikar, tí allar listar- og samfelagshugaðar kreftir fáa besta umhvørvi at virka undir

Háttvirdur løgtingsmaður tók til tá hann sá uppskotið um fjørutunnilin: "Eitt genialt uppskot".

NB! Farið staðiliga at heita á allar háttvirdu løgtingsmenn og landsstýrismann, at atkvøða fyri fjøruloysnini til gagns fyri alt vegkerv Føroya og ikki minst fyri Leirvíkar íbúgvar og ferðandi,
Og minst av øllum, at gera hetta mál til eitt partapotittiskt mál.
Av sonnum eitt genialt uppskot. Vit leirvíkingar vilja hava genialu loysnina.