1953 fór hann til Danmarkar á Haslev Håndværkerhøjskole, har hann gekk veturin 1953-54. Í 1954-55 arbeiddi hann á maskinverksmiðjuni hjá Burmeister & Wain í Keypmannahavn. Í 1955-56 sigldi hann við trolara [...] trolara, og í 1958 tók hann maskinmeistarprógv, 1. part. Í 1960 kom Bent aftur í starv í smiðjuni hjá pápanum, Palla Mortensen, og í 1976 yvirtók hann virkið, sum í dag kallast P/F Tangavirkið í Vági. Á virkinum [...] Bent var giftur við Jonnu, f. Dam, úr Porkeri, sum doyði í 1972, tey fingu fimm børn. Í 1975 giftist hann uppaftur við Katu, f. Skorastein, ættað úr Leirvík, sum eigur ein son. Tey eigur 14 ommu- og abbabørn
1995 til 1998. Frá 1976 til 1978 var hann limur í Fólkatingsins fíggjarnevnd og aftur frá 1986 til 1988, tá hann var formaður í nevndini. Frá 1986 til 1988 var hann formaður í fíggjarnevndini hjá norðurlendska [...] aður hevði Ivar Hansen fleiri álitisstørv. Hann var formaður í tingbólkinum hjá Vinstra frá 1982 til 1998 og politiskur framsøgumaður frá 1987 til 1991. Hann var ríkisgrannskoðari frá 1982 til 1998 og [...] formaður í Fólkatinginum, var deyður 64 ára gamal. Ivar Hansen gjørdist formaður í Fólkatinginum í 1998. Hann varð fyrstu ferð valdur í Fólkatingið fyri flokkin Vinstra í Ribe Amti 1973 og kom í formansskapin
tann størsti, sum Tróndur hevur verið við til, og tá vit spurdu hann, hvussu hann løddi seg sjálvan til uppgávuna, avdúkar málverjin, at hann kanska ikki er sum øll onnur. - Eg skal siga akkurát, sum er. [...] síðani varð hann mest av øllum ein neyðloysn. Síðani hetta hevur Tróndur Vatnhamar tó ment seg, og í dag ivast eingin í, hvør eigur plássið millum stengurnar í B36-málinum. Sunnudagin slapp hann so eisini [...] eisini at rópa seg føroyameistara, og sjálvur helt málverjin, at nú mundi hann hava sannført um sítt virði. - At byrja við vóru fleiri, sum ikki tóku meg so seriøst, men í dag haldi eg, at tað er sligið fast
í Gerðum í Klaksvík, og verður hann tí vanliga nevndur John í Gerðum. Hann er sonur Jákup Joensen bónda, vanliga nevndur Sterki Jakki, og Malvinu, ættað úr Árnafirði. Hann er giftur við Daisy, ættað úr [...] mest sum skipari, inntil hann gavst úti við 70 ára gamal, Í stuttum kann sigast um John, at hann altíð hevur staðið í fremstu røð, har sum á hevur staðið umborð á skipi, og hann hevur ikki spart seg sjálvan [...] sum bæði búgva í Danmark. Íalt eiga tey 10 ommu- og abbabørn. John fór sum ungur til skips, og hevur hann verið ein av okkara reystastu sjómonnum. Sigldi sum stýrimaður við trolara meginpartin av fýrati-
Kelly. ? Eg spurdi hann, hvat so fór at henda. Hann svaraði, at so fór hann helst at verða funnin deyður í skóginum. Eg gav mær ikki stórvegis far um hetta tá, men eg skilji nú, at hann hugsaði øðrvísi, [...] arbeiðir í bretska uttanríkisráðnum, greiddi frá, at hann hevði hitt David Kelly á einari ráðstevnu í Sveits síðst í februar. Kelly greiddi honum frá, at hann hevði vissað iraksku leiðararnar um, at teir høvdu [...] enn eg helt hann gera, segði David Broucher í rættinum í London. Kelly-málið hevur vakt stóran ans í Bretlandi, og øll bíða nú í spenningi eftir avhoyringunum í næstu viku, tí tá skulu bæði Tony Blair
ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3820 gr. 15. juli fingu Nancy Hentze og Karl Oddmar Rasmussen, Argum, ein son. Hann var 47 cm langur og vigaði 2700 gr. 15. juli fingu Hjørdis og Hans Óli Viberg [...] Viberg, Jakobshavn, Grønland, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4155 gr. 15. juli fingu Naina Jacobsen og Finnbjørn Zachariasen, Hvalvík, eina dóttur. Hon var 57 cm long og vigaði 3850 gr. 15. juli [...] juli fingu Hansina Debes og Knud Fabricius, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3400 gr. 17. juli fingu Katrin Jørgensen og Per Joensen, Miðvági, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 4100
hevur búð í Danmark í fleiri ár, men hann hevur hann verið virkin tónleikari, og av og á hevur hann verið heima og spælt. Róin var við á ólavsøkukonsertini í fjør, og hann kemur aftur heim í ár at spæla sín [...] við honum. Gjørdi vart við seg Róin Siggertsen var fyri einum ári síðani nógv frammi í Danmark, tí hann var ein av teimum, sum gjørdi vart við seg í sendirøðini Rock Idoler hjá TV3. Sendingin var skipað [...] tónleikarar fyri at koma við í ein bólk, og Róin var við heilt til endans, tá ið valið stóð ímillum hann og ein danskar sangara. Valið fall á danska sangaran, men tá hevði Róin longu gjørt vart við sínar
leitaði hann aftur á slóðina í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið. Fyri seks árum síðani vann hann Prixið sum høvuðsmaður í bólkinum Mark No Limits, men hesaferð var hann einsamallur á pallinum. Hann sang tríggjar [...] sangir, meðan bíðað varð eftir úrslitinum í kappingini. Hann sang millum annað sangin Amanda´s Dream, sum er at finna á nýggju útgávu hansara. Hann sang eisini av føroysku sangunum av útgávuni Sólin og Regnið [...] spæla konsertir í sambandi við fyrstu útgávu sína hjá Universal plátufelagnum í USA, og í juni skal hann rættiliga royna at gera vart við seg og sín tónleik. Mánakvøldið var tað gjørligt at hoyra Teit Lassen
sum 16 ára gamal og sigldi til 1958, tá hann fór á stýrimansskúla. Í 1960 tók hann prógv sum stýrimaður. Í 1964/65 tók hann skipsførarprógv. Í fýra ár sigldi hann í Grønlandi við einum sleipibáti hjá danska [...] danska bjargingarfelagnum, EM.Z. Switzer. Hann gavst at sigla, tá hann 1. mars 1968 yvirtók umboðið fyri oljusøluna Esso í sunnaru helvt í Suðuroy, eftir at Martin Joensen, heilsølumaður í Vági, gavst vegna [...] Vági. Eftir at hava arbeitt hjá sama oljufelag í 35 ár, sigur Kári, sum verður 67 ár í september, at hann hevur havt tað gott, og honum dámar arbeiðið væl.
Fornminnissavnið miðskeiðis í mars, og hann kemur til Føroya stutt áðrenn. Steffen sigur, at hann hevur hoyrt um, at tað verður tosað um starvssetanina í Føroyum, men hann tekur tað róligt. ?Eg havi longu móttikið [...] Hansen fekk at vita um sítt nýggja starv umvegis eina telefonsamrøðu. Enn hevur hann einki formelt bræv fingið sendandi, men hann er vorðin kunnaður um setanin við einari telefonsamrøðu. Hetta upplýsir Annlis [...] Stummann Hansen, upplivir ikki tað nógva rokið beinleiðis við fjarstøðuni til Keypmannahavnar, har hann arbeiðir og býr. Seinastu vikuna hevur hetta málið meira enn nakað fingið ans í føroysku fjølmiðlunum