Hendingin fór fram seinast í november mánaði í 2008, tá pápin setti seg í samband við sonin og bað hann um at hitta ein ávísan mann fyri at móttaka pengar, sum hesin skyldaði.
Talan var um tilsamans 76.400 krónur, sum drongurin umvegis egna konto og ein familjulim sendi niður til pápa sín.
Drongurin segði seg kortini ikki vita, at peningurin stavaði frá narkosølu, tó at hann segði seg hava ein illgruna um, at alt ikki ruggaði rætt.
Hann segði seg vita, at pápin var í fíggjarligum trupulleikum, og tí vildi hann hjálpa sum frægast.
Dómarin valdi at døma dreingin treytaðan dóm, tí hann metti tað vera linnandi umstøður, at hann var so ungur, tá hendingin fór fram, og at so long tíð er liðin.
Í sambandi við hetta málið og eini fimm onnur er serligur ákæri komin úr Danmark, tí føroysku ákærarnir eru ógegnigir. Hann kom til Føroya leygardagin og fer av landinum aftur í morgin.