tollaksmessudag á Skarði. Men sjálvandi – tað veldst alt um veðrið hesa ársins tíð. Umframt hetta arbeiðir Felagið Skarðsbygd við eini ætlan um at geva út eina bók komandi ár. Her verður nógv spennandi [...] undir við hesum uppskotinum til minnisvarða, sum listamaðurin Hans Pauli Olsen skal gera. Talan er um ein rættiliga stóran og tungan minnisvarða, sum tí má flytast út higar í fleiri umførum við tyrlu. [...] og forvitnisligt tilfar í. Í øllum førum er líkt til, at nógv tiltøk verða á skránni hetta komandi árið – bæði á Skarð og aðrastaðni. snorri@sosialurin.fo FAKTA Skarð – ein avtoftað bygd Skarðsbygd bleiv
Eitt nú fær landsstýrismaður við bústaði í Klaksvík 157.000 skattafríar krónur um árið, sum svarar til 13.100 krónur um mánaðin. Gev gætur at hetta er eftir skatt, og at kostnaðarendurgjaldið er eitt [...] og frá arbeiðsplássinum og kann samanberast við ferðaendurgjaldið, sum vanligi borgarin kann søkja um. Munurin er tó, at ferðaendurgjaldið hjá politikarum er so nógvar ferðir hægri enn hjá vanliga borgaranum
hetta seinasta árið og tí tónlistaliga partinum skipa Eyðun og Jónas fyri. Á tiltakinum fer Kinna Poulsen at greiða frá listini hjá Steffan Danielsen listamálara, sum hon hevur skrivað bók um. Í fjør gav [...] n William Smith út sína fyrstu skaldsøgu, ið nevnist Gagnligt lív. Bókin er ein spenningsskaldsøga um ólógligan handil við mannagøgnum. William fer at greiða frá, hvussu skrivingin kom í lag og hann fer [...] 2010 kemur, fer Inger Smærup Sørensen, listfrøðingur, og annar av ritstjórunum, at hava kjakupplegg um støðuna hjá listini í Føroyum. Boðskapurin er, at listin skal mennast og vaksa, men hvussu verður hetta
tvær millummáltíðir - oftani við heimabakaðari kaku. Fyrstu tvey árini deildi man kamar, og triðja árið slapp man í egið kamar. Eg búði á Dreingjakostdeildini, og vit hildu okkum nokk vera eitt sindur skrappari [...] og sjónvarpinum. Eg búði har í trý ár - 1988-1991, og stutt eftir, at eg flutti út, var húsið gjørt um til skúlabygning, og bygdabørnini flutt út í býin. Sjálvandi var kostdeildin brandfarlig, tað vistu [...] krókarnir undir vindeyganum, og línurnar í skuffunum, vóru okkara tryggleiki, at vit nokk sloppu út, um tað endaði galið. Onkutíð minti onkur okkum á, at húsið, vit búðu í, var eitt gamalt sanatorium, og
Apama, sum er eitt virki í Vági, sum turkar høvd og sum fær eina eyka útreiðslu upp á 700.000 krónur um árið. Leysasøgur vildu vera við, at hetta virkið er í sera stórum vanda fyri at lata aftur við teirri [...] Sev í morgum, vísti hon á, at hon hevði spurt seg fyri hjá fimm smáum virkjum í Suðuroy og í Sandoy um, hvussu hækkaði streymprísurin fer at ávirka teirra virksemi. - Niðurstøðan er, at tilsamans skulu [...] fer sostatt at vera, at fleiri av hesum virkjunum noyðast at gevast. - Lykilin fer at verða snaraður um beinanvegin, staðfesti hon. - Hetta eru smá virki, sum ikki hava nógv fólk í arbeiði, men kortini hava
støðugt í Fuglafirði er, at grundøki hava verið tøk. Í miðal hevur kommunan selt eini 8 grundøki um árið, men í fjør seldu tey eitt og fingu eitt innaftur. Í fjør vórðu 3 grundøki seld. Júst í hesum døgum [...] meiri inn í skatti, enn somu tíð í fjør. - Januar var vánaligur, - ja, ein tann lakasti sum eg veit um; februar var nakað frægari og mars var uppaftur betri. Tað liggur faktist rættiliga neyvt teirri metingini [...] Í býnum er nógv vinnuligt virksemi, og skatturin frá partafeløgunum fer eisini at koma inn og økja um inntøkurnar hjá kommununi. Og so fær kommunan eisini pening inn frá skipum, ið liggja við bryggju.
Ikki ein gong løgmaður fær so feita løn. Løgmaður fær »bara« 57.250 krónur um mánaðin pluss 7.000 kr í skattafríum borðfæ. Hann hevur ein ársløn upp á 686.908,80 krónur. Rokna vit borðfæið [...] agnum eru stýrislimir í ALS. Tey seta stjóra, og tey áseta lønina hjá stjóra – saman við hinum limunum: Alfred Petersen, advokati, Maritu Rasmussen, stjóra í Vinnuhúsinum, og Viberg [...] hava valt, at stjórin í ALS skal hava eina góða millión í løn. Hann fekk í fjør 1.083.000 krónur. Árið fyri fekk hann eitt sindur meira. Hetta svarar til 8,5 arbeiðsleys fólk. Løgið, at fakfeløg ganga
upp í leikin. Fólk verða sligin púra ómotiverað, og serliga seinasta hálva árið hava nógv slík mál verið fyri. Leygarmorgunin um 5-tíðina varð ein maður av grønlendskum uppruna álopin av trimum ungum monnum [...] Tað hevur verið nógv at gjørt hjá løgregluni um vikuskiftið, og millum annað vil løgreglan hava hjálp frá vitnum til eitt harðskapsmál klokkan 5 leygarmorgunin. Tað vindur alt meiri upp á seg, at harðskapur [...] skaðastovuni. Í seks førum varð boðað frá herverki á bilar, og løgreglan tók tveir fullar persónar upp um vikuskifti. Eitt innbrot var í Klaksvík, har brotið var inn í ein handil. Rúturin varð knústur, og
NSÍ. 11. august hetta sama árið endaði grannauppgerð á Svangaskarði 1-1, og síðani hevur NSÍ vunnið allar dystirnar á Svangaskarði. Tá ið B68 18. juni var í Runavík, var talan um sera undirhaldandi og málríka [...] enn tríggjar minuttir út um vanligu leiktíðina, tá ið innskifti Mórits Heini Mortensen skoraði NSÍ sigursmálið. Hjá NSÍ er Tórður Thomsen framvegis skaddur, og tað er ivasamt, um Jákup Jakobsen er førur
Hjá uppflytarum – og serliga teimum sum fyrstu ferð royna seg í hægri deild – er setingurin fyrsta árið vanliga at fóta sær og arbeiða fyri at sleppa undan beinanvegin at flyta niður. Soleiðis er tað ikki [...] stig. Sigurin í dag ber við sær, at Undrið FF hevur 14 stig og er harvið av álvara við í kappingini um tey bæði plássini, sum bera uppflyting í bestu deildina við sær. Hálvleiksstøðan var 1-0, og málið [...] og HB hevði sjey royndir á og framvið heimamálinum. Ein tími var farin, tá ið Petur Frank Holm økti um munin til 2-0. Hetta var triðja málið hjá Peturi Frank Holm í ár. Hann er toppskjútti hjá Undrið FF