Leygardagin 6. november klokkan 17 skipa Forlagið í Støplum og Seglloftið fyri stórum, almennum bókmentatiltaki á Seglloftinum á Tvøroyri. Høvi verður at keypa bøkur, sum eru komnar út hetta seinasta árið og tí tónlistaliga partinum skipa Eyðun og Jónas fyri.
Á tiltakinum fer Kinna Poulsen at greiða frá listini hjá Steffan Danielsen listamálara, sum hon hevur skrivað bók um.
Í fjør gav suðuroyingurin William Smith út sína fyrstu skaldsøgu, ið nevnist Gagnligt lív. Bókin er ein spenningsskaldsøga um ólógligan handil við mannagøgnum. William fer at greiða frá, hvussu skrivingin kom í lag og hann fer eisini at lesa brot úr bókini.
Fyri einari viku síðan kom 9. nummarið av bókmentaritinum Vencil út. Í hesum sambandi fara ritstjórarnir á Vencli, Oddfríður M. Rasmussen og Arnbjørn Ó. Dalsgarð at lesa yrkingar og stuttsøgu upp. Harumframt fer Annika Skaalum at lesa stuttsøgu, sum hon sjálv hevur skrivað.
Í vár kom Hvítabókin eftir íslendska rithøvundin Einar Már Guðmundsson út á føroyskum og á Seglloftinum fer Carl Jóhan Jensen, sum hevur týtt hana til føroyskt, at greiða frá bókini og at lesa brot úr henni.
Eisini fer Carl Jóhan Jensen at framføra nøkur av teimum vælumtóktu nýskjaldrunum hjá tí føroyska skjaldraveldinum.
Í sambandi við at fyrsta nummarið av listagreinasavninum LISTIN 2010 kemur, fer Inger Smærup Sørensen, listfrøðingur, og annar av ritstjórunum, at hava kjakupplegg um støðuna hjá listini í Føroyum. Boðskapurin er, at listin skal mennast og vaksa, men hvussu verður hetta gjørt á besta og rættasta hátt? Her verður høvi hjá fólki at seta spurningar og at koma við viðmerkingum.