Klokkan 17 verður fyrsta bríksl á Svangaskarði, har B68 fær vitjan av grannunum í NSÍ.
Tað var tann tíð, tá ið tað vóru toftamenn, ið sum oftast vóru omaná og vunnu fleiri FM, meðan NSÍ ferðaðist millum tvær tær ovastu deildirnar.
Hetta eru nú nógv ár síðani, og í hesi øldini og meiri enn tað hevur NSÍ kappast í toppinum, meðan B68 hevur ferðast millum tær báðar ovastu deildirnar.
Tølini siga, at síðani 2012, tá ið B68 seinast vann á heimavølli ímóti NSÍ, hevur NSÍ verið fýra ferðir á Toftum og allar fýra ferðirnar eru innanmenn farnir við øllum stigunum.
Tað var 15. apríl í 2021, at B68 vann 3-2 á heimavølli ímóti NSÍ. 11. august hetta sama árið endaði grannauppgerð á Svangaskarði 1-1, og síðani hevur NSÍ vunnið allar dystirnar á Svangaskarði.
Tá ið B68 18. juni var í Runavík, var talan um sera undirhaldandi og málríka grannauppgerð, sum NSÍ vann 4-3, eftir at B68 eina løtu var frammanfyri 2-1. Tíðin var farin meiri enn tríggjar minuttir út um vanligu leiktíðina, tá ið innskifti Mórits Heini Mortensen skoraði NSÍ sigursmálið.
Hjá NSÍ er Tórður Thomsen framvegis skaddur, og tað er ivasamt, um Jákup Jakobsen er førur fyri at spæla. Hann hevur brotið eina tá.
Hjá B68 er Aleksandur Ó. Jensen tøkur aftur eftir at hava verið skaddur í fótinum. Esmar P. Clementsen er burturstaddur í útbúgvingarørindum. Rói Mørk Hentze er aftur í málinum, eftir at hann í Gøtu síðsta sunnudag sat skaddur á beinkinum.











