Níggju arbeiðsleys til ein stjóra

Vit hava fyrr á hesum stað víst á tær »stjór­a­vin­ar­lig­astu fyr­itøk­ur­nar í Før­oy­um«. Tað er ein á­hug­a­verd­ur listi. Ikki minst tí, at mill­um »stjór­a­vin­ar­lig­astu ar­beiðs­gev­a­rarnar« eru fleiri føroysk fakfeløg.

Ing­eborg Vinther, for­kvinna før­oysku ar­­beið­ar­­anna í manna­minni, Jan Høj­gaard, fisk­­­i­mann­a­­fel­­ags­­for­­mað­ur og Kartni Ravns­fjall úr Starvs­mann­a­fel­ag­num eru stýr­is­lim­ir í ALS. Tey seta stjóra, og tey á­seta løn­ina hjá stjóra – saman við hin­um lim­unum­: Al­fred Pet­er­sen, ad­vo­kati, Mar­itu Ras­mus­sen, stjóra í Vinnu­hús­i­num, og Viberg Sørensen, reið­ara.

Tey hava valt, at stjórin í ALS skal hava eina góða mill­i­ón í løn. Hann fekk í fjør 1.083.000 krónur. Árið fyri fekk hann eitt sindur meira. Hetta svarar til 8,5 ar­beiðs­leys fólk.
Løgið, at fakfeløg ganga á odda at gera stjórar til milli­ó­n­e­­rar, tá tað ikki ber til á al­mennum stovnum annars –?har politikarar og ikki fak­­fel­­ags­­leið­ar­ar ráða. Ikki ein gong løg­mað­ur fær so feita løn.

Løgmaður fær »bara« 57.250 krón­­ur um mán­­að­­in pluss 7.000 kr í skatt­a­­frí­um borð­fæ. Hann hev­ur ein árs­løn upp á 686.908,80 krónur. Rokna vit borð­­fæið uppí, so fær løg­­mað­ur eina árs­løn upp á 771.500 krónur.

Ergo: Skalt tú hava eina feita stjór­a­løn inn­an tað al­­menna, so fá tær fakfeløg til ar­­beiðs­gev­­ara – og ikki pol­i­ti­k­ar­ar!