Sambært fiskivinnufrøðinginum noyðist vinnan og samfelagið sum heild at leggja seg eftir at virðisøkja fiskin. - Tað er neyðugt at gera og fáa meira burtur úr tí veiðu, sum kemur upp á land. Vit mugu leggja [...] vørur, og so skulu vit eisini duga betur at gagnnýta alla rávøruna, sigur Egil Olsen. Fiskivinnufrøðingurin heldur somuleiðis, at nógv meira kann gerast burtur úr at framleiða og útflyta saltfisk burtur úr [...] á marknaðunum noyðir vinnuna og samfelagið annars til at gera nakað aktivt fyri at síggjast aftur millum kappingarneytarnar. - Vit noyðast aktivt at marknaðarføra ”Faroe Fish” og menna sølusamstarv, sigur
hevur svikið so dyggiliga, at stórur partur av lundanum verpur als ikki ella gevst at verma, áðrenn pisan er komin út. Fuglafrøðingurin vísir á, at teir fáu lundarnir, sum halda á at verma, til pisan kemur [...] høvdu trupulleikar við at finna føði. Lundarnir skiftast um at liggja á, men summir komu ikki aftur til tíðina, tá teir skuldu loysa av. Bergur Olsen sigur, at viðhvørt rýmdi tann, sum lá á, áðrenn makin var [...] urin sum dømi, at lundar vóru inni í øllum teimum 14 reiðrunum, sum eftirlit var við í Byrgisbakka í Skúvoy. - Lundi varp í 11 av teimum, so tað sá gott út. Men tað vísti seg skjótt, at lundarnir høvdu
Tað er ringt at siga, akkurát hvat man fær burtur úr við at spæla ein liðítrótt. Tað fari eg kanska at finna út av, tá eg einaferð gevist at leika fótbólt í bestu deildini. Tað jaliga við at vera á einum [...] Eg byrjaði at venja fótbólt sum 5 ára gamal og tað er tann ítróttin, eg enn íðki. Eg vandi eisini hondbólt sum ungur, men legði tað frá mær, tá eg var eini 12 ára gamal. Hvat fær tú burturúr at verða ein [...] skal minnast til, at vit eru saman fimm dagar um vikuna í einar 9-10 mánaðir um árið. Um man skuldi gjørt tað upp í tímum, hvussu nógv man hevur verið saman við sínum liðfeløgum, trúgvi at tímatalið vildi
á, at so verður. Tí hava vit avgjørt, at fara undir at fyrireika bygging av nýggjum skúla beinan vegin til Kommunuskúlan og Venjingarskúlan. Nú henda avgerð er tikin, fer Býráðið at virka fyri, at vit [...] ikki til at ganga fremsta ynski hjá øllum borgarum í Havn á møti. Tíverri. Men vit kunnu tryggja, at øll børn í Havn fáa tað best hugsandi skúlatilboðið. Tað hevur skund. Og tí er neyðugt at taka týðandi [...] umráðandi, at styrkin hjá báðum skúlum verður berandi grundarlagið undir tí nýggja skúla, sum fær nýggj og sera væl útgjørd høli at húsast í. Vit fara nú saman við leiðslum, starvsfólki og skúlastýrum at leggja
áðrenn børnini møta, og tað er at stúra fyri, sigur Eyðdis Eidesgaard. Men tað krevur eisini, at leiðslan er skjótari úti, um okkurt skal takast hond um. - Tað krevur, at vit fylgja betri við og skriva [...] tað vil siga, at vit eru skjótari úti, sigur Eyðdis Eidesgaard. Hon vísir á, at hetta er nakað, sum kemur frá býráðnum, og tí mugu tey royna skipanina fyrst, áðrenn tað ber rættiliga til at siga nakað. - [...] krevur tað sítt, sigur Eyðdis Eidesgaard. Hon heldur, at um tað verða nýggir húsavørðar hvønn dag, verður tað ógvuliga óheppi. - Tað er ótrúliga gott at hava fólk á staðnum, sum er kent við bygningin. Og
úr Javnaðarflokkinum. Tann, sum dittar sær at vera politiskt ósamdur við Sjúrð Skaale, er ikki kongsins vinur, sum tey plaga at taka til. Loyvdi mær í vikuni at knýta eina politiska viðmerking til hesa nógv [...] politikarin blívur enn eina ferð persónliga stingandi og hevur hug at gerast óreinur. Útbrotini plaga at ganga út yvir fakfólk, ið eru knýtt at mínum virksemi sum fólkatingsmaður, og soleiðis er eisini hesuferð [...] 1.000 danskarum spurningar av øllum handa slag. Hetta hevur eftir øllum at døma fest í stutta fjúsið á Sjúrði, tí nú síggi eg, at hann í einum lesarabrævi hevur latið gekkaskortin falla, og hógvarnir stinga
suðurøkið í Føroyum. Endamálið við tí er at vita um tað er nøkur loysn at knýta Suðuroynna upp í Sandoyartunnilin fyri at gagnnýta hann betri. Talan kann vera um at skipa ferðasambandið til og úr Suðuroy [...] Sandoy og nýggjan Hvalbiartunnil. Ein annar møguleiki er at sigla av Krambatanga á Sand og ein triði møguleiki er at ongar broytingar verða gjørdar. At sigla ímillum Suðuroy og Sand hevur ligið í kortunum [...] Nevndin, sum skal finna eina loysn á, hvussu ætlanin at gera undirsjóvartunnil í Sandoy, kann fremjast í verki, fer helst eisini at kanna ferðasambandið ímillum Suðuroy og meginøkið. Tað væntar Kári P
krónur um árið. Nýggjastu metingarnar vísa, at Sandoyartunnilin fer at kosta 750 milliónir og sostatt resta framvegis 360 milliónir í. Løgmaður sær ikki fyri sær, at pláss verður fyri hesi uphæddini á fíggjarlógini [...] i hesi næstu árini. Tí verður neyðugt at útvega aðra fígging, sigur hann. Talan kann vera um at, landskassin tekur lán til endamálið. Talan kann eisini vera um at fíggja tað, sum restar í, við bummgjaldi [...] r og útgreinar ætlanina at gera undirsjóvartunnil í Sandoynna. Tann arbeiðsbólkurin skal eisini útgreina, hvussu tað ber til at fíggja tær 360 milliónirnar, sum resta í fyri at fremja ætlanina - ella um
fyri hesa vikuna, at streymurin verður góður, og veðrið sær eisini út til at gerast hampiligt. - Vit hava tí vónir um, at nakað verður av útróðrarfiski. Um partrolararnar verður sagt, at hesir fiska upsa [...] upsa og koma inn at landa, sum vikan gongur. Fiskiskapurin er smáligur. Trý pør - ella seks partrolarar - eru á gulllaksaveiði. Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at fýra djúpvatnstrolarar eru farnir á Flemmish [...] við, at onkur aftrat fór út í vikuskiftinum. - Vit vænta, at trolbáturin, sum nú hevur verið úti í nakrar dagar, landar í dag. Tvey garnaskip fiska svartkalva, og annað skipið kemur helst inn at landa
hjá skúlanum. Hon leggur dent á, at tað hevur sera stóran týdning, at skúlin er eitt skikkað fakligt alternativ til fólkaskúlan, fyri at hann skal verða góðkendur. At lærararnir skulu taka undir við visjónini [...] Hon vísir tó á, at tá ein frískúli skal skipast, so skal landsstýriskvinnan taka støðu til, um tað er rúm fyri skúlanum. Tað, at skúlin sprettur úr eini samkomu, hevur tó ikki so nógv at siga í sambandi [...] avgerðumm staðfestir Jenny Lydersen. Hon greiðir eisini frá, at tað eru øðrvísi krøv til frískúlar, sum kunnu tykjast eitt sindur harðari. At landsstýriskvinnan skal góðkenna viðtøkurnar fyri frískúlan