Landsstýrið skal góðtaka skúlan

- Vit hava ikki fingið nakra umsókn enn, men eg skilji, at tey arbeiða við tí, sigur Jenny Lydersen í Mentamálaráðnum.

Hon vísir tó á, at tá ein frískúli skal skipast, so skal landsstýriskvinnan taka støðu til, um tað er rúm fyri skúlanum.

Tað, at skúlin sprettur úr eini samkomu, hevur tó ikki so nógv at siga í sambandi við góðkenningina, tí tað er ikki tað átrúnaðarliga sum er grundarlagið fyri góðkenningini, men at frískúlin skal verða ein fakligur og námsfrøðiligur valmøguleiki í mun til fólkaskúlan. Undirvísingin í kristnikunnleika í fólkaskúlanum skal samsvara við fólkakirkjunnar evangelisk-luthersku læru, og tað hevur Mentamálaráðið at fyrihalda seg til.

- Adventistaskúlin er eisini úr eini samkomu, og tað eru nógv onnur dømi um tað í Norðurlondum.

Landsstýriskvinnan skal eisini hava undirtøku í landsstýrinum fyri sínum avgerðumm staðfestir Jenny Lydersen.

Hon greiðir eisini frá, at tað eru øðrvísi krøv til frískúlar, sum kunnu tykjast eitt sindur harðari. At landsstýriskvinnan skal góðkenna viðtøkurnar fyri frískúlan, og hevur tí eitt ítøkiligt eftirlitsamboð. Eisini skal landsstýriskvinna góðkenna undirvísingarætlanina hjá skúlanum.

Hon leggur dent á, at tað hevur sera stóran týdning, at skúlin er eitt skikkað fakligt alternativ til fólkaskúlan, fyri at hann skal verða góðkendur.

At lærararnir skulu taka undir við visjónini hjá skúlanum, er heldur ikki nøkur forðing, tí áðrenn lýst verður eftir lærarum, skal landsstýrsmaðurin hava góðkent skúlan, m. a. fakligu og undirvísingarligu visjónirnar og viðtøkurnar fyri skúlan.

- Sjálvandi mugu lærararnir góðtaka grundarlagið undir einum skúla, fyri at kunna arbeiða har, men fyrsta fyritreytin er altíð tað fakliga, staðfestir undirvísingarleiðarin fyri fólkaskúlan í Mentamálaráðnum.