Fleiri línuskip koma inn at landa í vikuni. Í dag verður roknað við tveimum ella trimum skipum undan Íslandi. Hesi hava eina blanding av toski, hýsu, brosmu og longu.
Eitt línuskip hevur roynt eftir svartkalva undir Føroyum og landar væntandi í dag.
- Seinni í vikuni koma fleiri línuskip undan Íslandi, og eisini hesi skipini hava tosk, hýsu, brosmu og longu.
Fiskamarknaður Føroya sigur í sínum metingum fyri hesa vikuna, at streymurin verður góður, og veðrið sær eisini út til at gerast hampiligt.
- Vit hava tí vónir um, at nakað verður av útróðrarfiski.
Um partrolararnar verður sagt, at hesir fiska upsa og koma inn at landa, sum vikan gongur. Fiskiskapurin er smáligur.
Trý pør - ella seks partrolarar - eru á gulllaksaveiði.
Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at fýra djúpvatnstrolarar eru farnir á Flemmish Kap at fiska tosk. Tveir frysta fiskin umborð, meðan hinir báðir ísa.
- Tríggir djúpvatnstrolarar fiska upsa undir Føroyum, men landa neyvan í hesi vikuni.
Fríggjadagin, tá marknaðurin gjørdi sínar metingar um hesa vikuna, var bara ein trolbátur til fiskiskap, men roknað varð við, at onkur aftrat fór út í vikuskiftinum.
- Vit vænta, at trolbáturin, sum nú hevur verið úti í nakrar dagar, landar í dag.
Tvey garnaskip fiska svartkalva, og annað skipið kemur helst inn at landa í dag. Hitt kemur síðst í vikuni.
Umframt garnaskipini, sum eru ísfiskaveiði, fiska tvey onnur garnaskip ávikavist svartkalva og havtasku og frysta veiðina umborð.