Missa fótafesti á marknaðunum

Føroyska fiskivinnan er um at missa sínar marknaðir, ávarar fiskivinnufrøðingurin Egil Olsen

Fiskastovnarnir eru illa fyri. Sveiggini í nøgdunum av rávøru eru stór. Fiskivinnan hevur torført við at liva upp til altjóða krøv um burðardyggan fiskiskap. Góðskan er ikki nóg góð. Og føroyska umdømið er ikki nóg gott.
Egil Olsen, fiskivinnufrøðingur, legði ikki fingrarnar ímillum í síni framløgu á Fiskivinnutinginum. Sambært Egili Olsen eigur manglandi stýringin av fiskivinnuni sín stóra part av orsøkini. Fiskivinnufrøðingurin undirbygdi sítt argument við at vísa á, hvussu nógv er komið upp á land av høvuðsfiskasløgunum síðstu árini. Landingarnar av toski og hýsu ganga beint niðureftir, kongafiskurin fer sama veg, meðan upsin roynir at muta ímóti.
- Avleiðingin kann lættliga gerast, føroyska fiskivinnan missir fótafesti á sínum marknaðum. Og tað er ein sera álvarsom støða, sigur Egil Olsen.

Møguleikar
Sambært fiskivinnufrøðinginum noyðist vinnan og samfelagið sum heild at leggja seg eftir at virðisøkja fiskin.
- Tað er neyðugt at gera og fáa meira burtur úr tí veiðu, sum kemur upp á land. Vit mugu leggja størri dent á feskar vørur, og so skulu vit eisini duga betur at gagnnýta alla rávøruna, sigur Egil Olsen.
Fiskivinnufrøðingurin heldur somuleiðis, at nógv meira kann gerast burtur úr at framleiða og útflyta saltfisk burtur úr frystum fiski, eisini útlendskum fiski, ið verður virkaður í Føroyum.
Tann alsamt veikari støðan á marknaðunum noyðir vinnuna og samfelagið annars til at gera nakað aktivt fyri at síggjast aftur millum kappingarneytarnar.
- Vit noyðast aktivt at marknaðarføra ”Faroe Fish” og menna sølusamstarv, sigur Egil Olsen.