Tað eru ikki bara húsavørðarnir, ið eru eitt sindur ivingarsamir um nýggju húsavørðuskipanina. Eisini skúlastjórar ivast.
- Allir bygningar hava síni lítir, og tá bygningurin er yvir 7.000 fermetrar, so krevur tað sítt, sigur Eyðdis Eidesgaard.
Hon heldur, at um tað verða nýggir húsavørðar hvønn dag, verður tað ógvuliga óheppi.
- Tað er ótrúliga gott at hava fólk á staðnum, sum er kent við bygningin. Og ein skúli hevur jú nógvar siðvenjur, sum til dømis til jóla, og tá er gott at hava fólk, sum er kent við hesar siðvenjur, sigur Eyðdis Eidesgaard.
Hon stúrir tó fyri, hvussu tað fer at vera, tá hálka er.
- Skulu húsavørðarnir ikki møta fyrr enn klokkan 8 uppi á Hjalla, so verður ikki saltað framman fyri skúlunum, áðrenn børnini møta, og tað er at stúra fyri, sigur Eyðdis Eidesgaard.
Men tað krevur eisini, at leiðslan er skjótari úti, um okkurt skal takast hond um.
- Tað krevur, at vit fylgja betri við og skriva upp, tá okkurt er. Og tað vil siga, at vit eru skjótari úti, sigur Eyðdis Eidesgaard.
Hon vísir á, at hetta er nakað, sum kemur frá býráðnum, og tí mugu tey royna skipanina fyrst, áðrenn tað ber rættiliga til at siga nakað.
- Tað kann jú vera, at tað er gott fyri húsavørðarnar at arbeiða saman í toymum, men vit mugu sum sagt royna tað, áðrenn nøkur niðurstøða verður gjørd, sigur Eyðdis Eidesgaard.










