við heilsuligar avbjóðingar í mong ár, høvdu vit ikki væntað hetta, tí okkara vón var, at alt skuldi ganga væl og at hann skuldi koma skjótt fyri seg aftur. Sjálvur var Óla Jákup ikki hann, ið gramdi seg [...] kjallaranum, skúla, umhvørvi, seyðahaldi og øðrum. Hartil var hann sera ættkærur og eisini errin av at vera hálvur sumbingur, og javnan vitjaði hann suður til røturnar í móðurlegg. Søldfirðingum líkt, hevði [...] vit tosa um tónleikin, ið varð spældur fyrr í tíðini, og Óla Jákup var altíð fyrikomandi og fittur at vera saman við. Soleiðis knýttu vit góð vinarbond fyri mongum árum síðani. Tónleikurin fylt nógv hjá honum
Hóast eg visti at Regin hevur verið heilsuveikur tey seinastu tvey árin, so varnaðist tað meg ikki at fáa hesi boðini. Eftir samrøðuna mátti eg seta meg stillan eina løtu, og staðfesta, at nú var aftur ein [...] fullu vit í prát saman, eftir at vit ikki høvdu sást síðani húsini vóru bygd. Tá var Regin vorðin giftur og var eisini blivin pápi, og í prátinum fekk eg eisini at vita, at Regin hevði keypt grundstykkið [...] eystanfyri húsini hjá okkum. Tá Regin síðani fór at byggja húsini seinast í sjeytiárinum, komi vit at síggjast meira, og við tíðini komu tøtt vinabond at verað knýtt millum heimið hjá Regin og Oddfríð í
Betty. Maja kom at vera tann av systkinunum, sum samlaði familjuna. Hjá henni var altíð umsorgan, tíð og rúm fyri øllum, og er tað hjá okkum stórur saknur ikki longur at kunna fara oman á gólvið hjá Maju [...] brøður aftrat: Frits, Ole Jacob, Pole og Sverri, og at enda triðja systirin, Dus, sum 16 ára gomul fór til Danmarkar og giftist har. Maja kom soleiðis at vera tann, sum frá ungum árum saman við mammu okkara [...] lammað av bloðtøppi í heilanum, og tók Maja húsið á seg. Hon var tá 18 ára gomul. Tað var ikki óvanligt at ung fólk fingu stóra ábyrgd, von sum tey vóru við arbeiði. Tað var eingin spurningur, um ein vildi
eg seti meg niður at skriva nakrar reglur, renna minnini fram fyri meg. Tú tók ímóti frelsuni ár 2002, og hesi fáu árini, eru tey ríkastu eg havi verið saman við tær. At tú komst at uppliva so nógv gott [...] heilsan til seinast bilaði. Minnist væl, tá tú ikki orkaði so væl at ganga, tú segði, at tú ikki kundi fara á møti við skutara, tí so fóru øll at flenna. Men tú var áhaldandi, tú gekk trúliga í kirkju og á møti [...] eftir tær, tí har átti tú ar vera. Tú sang eisini við Húsakorinum, men orkaði ikki so væl at syngja, so tað bleiv stutt tíð har. Hvørja fer vit fóru suður á Blákross Caféina at syngja, var tú við; sum áhoyrari
»fara tit ikki í býin at mora tykkum í kvøld?« »sum tit altíð eru smartar« »stuttligt at vera ungur í dag« stuttligt at eiga ommu Idu okkara omma sum átti klæðir at læna okkum toy at seyma út røsk og glað [...] babba oman til dunnurnar síðani bestu pannukakurnar, saltastu frikkadellurnar og søtastu bollarnir frá ommu seymimaskinan gullkjólin, klæðir til føstulávint, nýggjar køksgardinur kreativ og kvik oman í býin [...] eitthvørt, sum hevði við kettu at gera, vakti altíð ans tað, sum ikki hevði navn, varð kallað frensur, halin »hale dyi nakke villina« kettumál, vit frá barnsbeini hava hoyrt Kaffimaskinan, kall á frens
Á ólavsøku vóru omma og abbi klár at passa okkum og altíð var tað líka hugnaligt. Tað var fast, tá vit svóvu hjá ommu og abba, at abbi fór við okkum heim í Activ at keypa bomm og so morgunbreyð dagin [...] dagin eftir, skons ella giffil. Fastur siður á jólum var, at vit øll fóru oman til ommu og abba at gera marsipan-konfekt. Tá livdi abbi mitt í verðini tí tá kundi hann vísa síni kynstur sum gamal bommkókari [...] Vit sluppu at hjálpa og vit vóru øll við at taka upp. Nógv tíð varð brúkt í havanum, bæði til spæl og havaarbeiði. Tey av okkum børnum, sum hava gingið í Eysturskúlanum, fóru oman í Hamarsgøtu
gomlu høvdu lært, at geva seg til tols og at bíða, uttan at missa trúnna uppá aðrar og betri tíðir. Vísmaðurin og heimspekingurin, nevnliga Prædikarin, Sálomon Kongur sigur at, "At liva hevur tíð sína [...] og hvør einasta fyritøka undir himli hevur tíð sína, at verða føddur hevur tíð sína og at doyggja hevur tíð sína, at planta hevur tíð sína, og at ríva upp tað ið plantað er hevur tíð sína. Karla Johannesen [...] Lívsólin var sokkin í vesturroða. Seinast vit tosaðu saman greiddi Finnur mær frá, at nú fór tað skjótt at vera, herviliga sjúkan gjørdi meira og meira um seg. Finnur var ungur, tá hann saman við William
fekk brúkt. Tú hevur sjálvur roynt tað at vera venjari, hetta hjá SÍ, LÍF og B36. Tað hevur tú ofta prátað við meg um, og haldi eg eisini, at eg merkti tað á tær, at tú var eitt sindur við mær á bonkinum [...] áðrenn og eftir hvønn dyst – bæði sum leikari, og ikki minni eftir at eg gjørdist venjari. Tú dugdi væl at lurta, men var ikki bangin fyri at siga tína erligu og kontantu meining. Hesar samtalur okkara millum [...] ein B36'ari við stóra B, og dámdi tær væl at fara oman til Pingvin-kaffi, tá tú orkaði. Tá kaffi ikki var í B36-húsinum, so var eitt av hæddarpunktinum hjá tær at møta øllum tínum góðu vinmonnum til kaffi
tilfar var í honum, og at felagið hevði fingið ein sera virknan og stinnan formann! Álítandi og semjusøkjandi Klandur var ikki vørumerkið hjá Hans. Hann segði ofta, at tað gagnaði ongum, at arbeiðarafeløgini [...] virdu semjusøkjandi arbeiðslag hansara, men teir vistu eisini, at hann var ikki so at syfta. Ætlaði hann at røkka málum, stóð hann fast á sín avgjørda hátt. Djúpu røddina kundi hann tá hevja, men tamarhaldið [...] gjølla, og hann tóktist altíð at vera fleiri leikir frammanfyri, tá hann hetta gjørdi. So hvørt sum hann spurdi til, kundi gerast eyðsýnt, at uppskot ella argumentatiónir ikki altíð vóru nóg væl gjøgnumhugsað
lagt varð aftur at landi. Farleiðin á bygd kann vera vandakend fyri piltar. Hesum hevði Steintór ans fyri. Hann greiddi okkum frá flóð og fjøru, og at vera ansin fyri mórusandi, soleiðis at vit ikki gjørdust [...] velja, at gleðast um nógvu og ríku løturnar, okkum untist at vera saman við teimum. Samstundis kunnu vit gera søguna – saman við teimum – til okkara. Vaks tú upp á Sandi, var tú tilvitaður um, at ”hinumegin [...] fóru vit í handilin at fáa okkum okkurt gott undir tunguna. Líka legði Steintór í, um vit tóku rívan til, hann flenti bert, og bað okkum vera ansnar, tí annars fór Gerda at havast at okkum. Tað lá raðið