pínsla. Tú letur teg í litir, og tey smáu litkornini, akta ikki altíð pensilin. Onkuntíð gongur tað sum á skeringi. Tað skapið, sum tú í tínum málningi ert komin til, sum nú skal vera »eingilin« í myndini [...] at so bleiv. Fyrr tvørrar vatn í á, enn kvinnu trýtur ráð. Jú sanniliga hava vit hoyrt og sæð mikið, og tað er gott. Tað, sum eygað ikki hevur sæð og oyrað ikki hevur hoyrt, rørir ikki hjartað.s [...] við veingjunum. Í listini er eitt hugtak, sum eitur: Kill the darling ? mála útyvir tað tú stríðist við í málninginum ? mála útyvir eingilin ? set hann onkra aðrastaðni, lat hann øðrvísi í, gev honum størri
vit royna at verja? Okkum sjálvi! Og spyrt tú, so hevur tú eisini skyldu til at hoyra svarið. Hetta krevur tíð, rúm og umstøður. Óvæntað hjálp Tað er í neyðini tú sært, hvørji eru tínir røttu vinir, sigst [...] sum í stóran mun rúmar kensluligu síðuna av lívinum. Doyr onkur í familjuni, taka børn lut í jarðarferðini. Hetta síggja vit ikki aðra staðni í so stóran mun. - Ein vanlukka er gott samrøðuevni í langa [...] mati ella øðrum. Tú følir inn at sálini, hvussu ringt tann syrgjandi hevur tað, tú fær veruliga ilt, og pínan, viðkomandi situr við, streymar ímóti tær eisini. Men øll skulu vita, at tú fært nakað afturfyri
Kvinnuhúsið hevur virkað, hava 154 kvinnur og 137 børn gist í Kvinnuhúsinum, styttri og longri tíðarskeið. Í fjør gistu 14 kvinnur og 6 børn í húsinum. Til samanberingar kunnu vit nevna, at í 1995 gistu [...] neyðarrópið kann vera ymisk, men í nógv flestu førum er harðskapur atvoldin til, at fleiri kvinnur á hvørjum ári kenna seg noyddar at finna friðskjól í Kvinnuhúsinum í Havn eina tíð. Í fjør komu 142 áheitanir um [...] Kvinnan kennir tí í flestu førum mannin, ið fremur harðskapin, sigur Elin Reinert Planck, leiðari í Kvinnuhúsinum. Nógvar orsøkir Umleið 20-30 áheitanir koma til Kvinnuhúsið um mánaðin. Í fægstu førum endar
???????????????? Tann 17. august í ár var júst liðin ein øld, síðani Hans Jákup í Stovuni, - soleiðis var Heðin Brú nevndur millum vinir og skyldfólk, - varð føddur í Skálavík á Sandoynni. Um hann, okkara [...] skaldið, sum málsliga røkkur, sum ein alputindur í mun til smáheyggjar, uppum flestu aðrar føroyskar litteratar. Lagnan vildi tað soleiðis, at í bóndahúsunum í Stovuni, har Hans Jákup vaks upp sum tann allaryngsti [...] teir fýra komu at vera ómetaliga nógv saman í óvitaárunum, seinni í ungdómsárum (t.d. vóru Hans og Hans Jákup á háskúla veturin 1919/20) og endiliga aftur í vaksnamannatali, ikki minst sum politiskir partamenn
Hyggur tú at liðunum, so er einki at ivast í, at B36 hevur betra liðið í ár, men eg má samstundis nevna, at HB hevur verið sera óheppið í ár. - Umframt at teir hava eitt gott lið, so hevur B36 eisini í ár [...] tapa. B36 hevur í ár sýnt gott spæl og vunnið, og nú tá spælið ikki hevur koyrt so væl, hava teir allíkavæl vunnið, og tá hevur tú eitt gott lið. Soleiðis er tað bara, og tað sært tú eisini, um tú hyggur [...] Grannauppgerð Hóast hann ikki hevur verið aktivur á besta HB-liðnum í nógv ár, so er helst eingin við tilknýti til HB, sum ivast í, hvør Eirikur Rasmussen er. Í starvinum sum bilførari er tað ofta fótbólturin
Telefonirnar gløddu: Hevur tú hoyrt, hevur tú lisið..? Sum ein av pápabeiggjum mínum tók til: Tað kalda kríggið og Loftbrúgvin til Berlin høvdu fingið minni umrøðu manna millum í Havn enn Malla, - var [...] Henda bók er allarhelst í hvørjum føroyskum heimi í dag, og tí óneyðug at umrøða nærri, men leggjast kann afturat, at tað var ikki, fyrr enn hon varð lisin upp í útvarpinum seinast í 50-árunum, at hon gjørdist [...] almannaogn. Hon kom bæði í Varðanum og í Sosialinum. Einki blað, eingin flokkur Annars var tað ofta í Sosialinum, at Heðin Brú lat sítt tilfar koma av fyrstantíð. Yvirhøvur skrivaði hann nógv í blaðnum, sum hann
við aðalmálið. Hans Jákup í Stovuni hevði eina sjáldsama gávu, - hon eitur TALENT. Og tí gávuni hevur Várharra altíð rationerað nógv við, eisini í Føroyum. Henda gávan hevur í serligan mun skortað á føroyska [...] táið hálvørir tjóðveldisgarpar í 1959 brutalt skræddu vinmann hansara, javnaðarmannin Poul Petersen, lærarafelagsformann niður av røðarapalli í kommunuskúlagarðinum í Havn bara tí, at hann vildi brúka [...] vanliga mannin. Fólkið skuldi framvegis trívast vid torvatrøllum og arbeiðsloysi. Røðan mikla Hesin tilburður tók Hans Jákupi so fast, at hann stutt eftir helt sína lívsrøðu í javnaðarfelagnum í Havn. Henda
upplivað nógv, í mun til stórbýarfólk, sum í so máta ikki hava verið so nógv úti um seg. Í býunum hava fleiri ættarlið livað á einum stað og upplivað tað sama. Í dag eri eg meiri eyðmjúk enn eg var í yngri árum [...] verður gjørt. Í Noregi er tað 2 prosent, og í hinum norðurlondunum liggur tað millum 1 og 2 prosent. Um vit høvdu gjørt á sama hátt í Føroyum, hevði tað munað væl. Ístaðin fyri hava vit sæð í Føroyum, at [...] gott vit hava tað í Føroyum. Ein leiklutur hjá listafólki er mangan at vísa umstøðurnar í landinum, tey liva í. Í so máta er tann føroyska myndlistin fantastisk, sigur Astri Luihn at enda í viðtali.
finst ein virkin oljuskipan í føroyska økinum tvs. at tað er prógvað, at her er eitt keldugrótslag, sum hevur kunnað framleitt olju. Norski jarðfrøðingurin, sum hevur fylgt væl í gongdini á Atlantsmótinum [...] metti hann, at ein av teimum trimum boringunum í ár átti at geva úrslit. ?Sjálvandi kanst tú einki siga við vissu, men hagtalsliga sæð eigur triði hvør brunnur í Gullhorninum at verða eitt lønandi fund, so [...] norski jarðfrøðingurin Terje Hagevang, sum hevur arbeitt við føroysku undirgrundini í nógv ár. Hann var leitistjóri hjá fyrrverandi norska oljufelagnum Saga, sum í fleiri ár gjørdi umfatandi kanningar av
og øðrum í Kirkjubø at fáa lív aftur í mannin við at fjálga um hann, og eftir eina tíð kom hann fyri seg aftur. Hann steðgaðI í Kirkjubø eina tíð, áðrenn hann legðI leiðina aftur til Týsklands. Í Týsklandi [...] flaka. Hann hevur rikið norðureftir við streyminum fram við Koltri og suður aftur um Heystfjørð, og endin var, at hann varð funnin av bóndanum í Kirkjubø. Tað sigst, at tá bóndin kom á mannin, so mátti hann [...] aftur í Kirkjubø. Tey, sum hava vitjað í Kirkjubø kenna óivað alt til søguna, tá lastalúkan, sum maðurin nýtti sum flaka, enn verður nýtt sum borðpláta í Kirkjubø. Ævintýr Søgan um Principia hevur verið