Grannauppgerð
Hóast hann ikki hevur verið aktivur á besta HB-liðnum í nógv ár, so er helst eingin við tilknýti til HB, sum ivast í, hvør Eirikur Rasmussen er. Í starvinum sum bilførari er tað ofta fótbólturin, sum verður havdur á munni, tá fólk skulu koyrast her ella har, og hóast kærleikin til HB ? og Liverpool - er sjónligur, so er tað á ongan hátt soleiðis, at tað ikki er loyvt at tosa um nakað annað lið.
Mistu FM í ?72
Tá vit so ringdu til Eirik mikukvøldið, og søgdu honum frá ørindum okkara, var heldur einki til hindurs fyri, at hann kundi geva sær stundir til eitt prát um frammanfyristandandi grannauppgerðina.
Tá vit leita aftur til tíðina, tá Eirikur taldist millum hetjurnar á besta HB-liðnum (1970-1979), so var tað kanska ikki soleiðis, at dystirnir móti B36 vóru nakað serligt í mun til aðrar dystir.
- Nei. Tað haldi eg ikki, at mann kann siga. Tá vóru tað serstakliga dystirnir móti KÍ og TB, sum vóru teir stóru. Dystirnir móti B36 gjørdist ikki heilt stórir fyrr enn seinni, men hetta eg má tó viðganga, at eg havi verið úti fyri einum lorta-dysti móti B36.
- Vit taptu FM-upp á tann dystin, og tað var í 1972. Vit førdu 2-0, men dysturin endaði 2-2. Bjarni Hansen og Jógvan Martin Mørk skoraðu málini hjá B36, og eg pástandi framvegis, at tað Jógvan Martini varð skorað við hondini, sigur Eirikur, sum hóast alt dugir at flenna at hesum.
- Tað var nokk ikki fyrr enn miðskeiðis í 80?unum, at tað kom nakað stórt yvir hesar dystirnar. Tá vit fóru at kalla tað slagið um Havnina. Í 60?unum hava dystirnir tó helst eisini verið nakað serligt, men kanska ikki heilt á sama hátt.
Nógvar broytingar
Sum fyrrverandi spælari, og nú sum íðin áskoðari, so er tað sjálvsagt, at Eirikur hevur lagt til merkis tær broytingar, sum eru hendar við fótbóltsspælinum, síðani hann sjálvur taldist millum teir aktivu.
- Tað er kanska eitt sindur ringt at siga, hvussu nógv er broytt. Eg eri fullvísur í, at tað eisini vóru hópur av góðum teknikarum tá. Tú skalt hugsa um, at vallirnir ofta vóru sera ringir, men kortini haldi eg, at talan var um sera góðan fótbólt.
- Hinvegin er einki at ivast í, at ferðin á spælinum er í minsta lagi tann dupulta í dag, men tað torført at peika á, akkurát hvat er broytt í aðrar mátar.
Eitt annað, sum eisini er broytt, er tann sonevndi felagsandin. Tað at hoyra til eitt felag, og eisini tað at koma hvørjum øðrum við.
- Lat meg siga alt fyri eitt, at vit høvdu altíð eitt sera gott forhold til eitt nú B36?ararnar. Vit vóru nógv saman, og tað fall ongan tíð eitt øvugt orð millum leikararnar. Eg trúgvi eisini, at spælararnir á liðunum báðum hava tað fint sína millum í dag, men hinvegin eru kanska onnur, sum ikki orka fyri grannunum. Ofta eru hesi tey, sum ongan tíð hava spælt fótbólt, og tað kann irritera meg eitt sindur við hvørt.
Tá vit so tosa um tað at vera HB?ari, er Eirikur skjótur at siga, at tað til tíðir er í fínasta lagi at vera fanatiskur viðhaldsmaður.
- Tá tú hyggur at dystinum, so er skalt tú vera fanatiskur, og bert hugsa um títt lið, men eftir dystin skalt tú hinvegin duga at vera erligur, sjálvt um tað onkun tíð er eitt sindur trupullt. Sjálvandi kann mann vera eitt sindur beiskur, um liðið hevur havt alt spælið, men kortini tapt, men soleiðis er fótbóltur eisini, og tað eiga vit at góðtaka.
Vilja hevna seg
Omanfyri nevndi Eirikur tapið ímóti B36 1972 sum nakað heilt serligt, og fyri at koma inn aftur á slagið um Havnina, spyrja vit eisini, um tað er nakar annar dystur móti grannunum, sum hevur fest seg serliga væl í minnið.
- Hasin í ?72 er í øllum førum tann, sum eg havi ringast við at gloyma. Onkun tíð fái eg ikki sovið, sum eg iðri meg um tað, sigur hann flennandi.
- Nei, tvætl. Tað eru tveir aðrir dystir, sum eg minnist serstakliga væl. Tá vit vunu í 1971 og gjørdust føroyameistarar, og so kann eg ikki lata vera við at nevna dystin móti KÍ í 1972. Hann endaði 1-1 eftir at vit førdu 1-0 og høvdu alt spælið. Tá vóru málini gjørd upp sum mál-kvotientur. Altso lutfallið ímillum vunnin og tapt mál. Vit høvdu skotið nógv fleiri mál enn KÍ, men teir høvdu tapt so fá, og tí gjørdust teir meistarar, men høvdu vit bara vunnið tann dystin móti B36, so?
Á ein hátt kann støðan hjá HB í 1972 sammetast við tað hjá liðnum í fjør, har tað sum so var javnleikurin móti B36, sum kostaði gullið. Í ár er støðan kanska hin øvugta. B36 liggur væl fyri, men við einum sigri kunnu teir reyðu og svørtu hevna seg fyri árið í fjør, og Eirikur dylur heldur ikki fyri, at hann vónar, at tað er júst hetta, sum hann vónar fer at henda.
- Uttan at meina tað óreint, so er tað soleiðis, at mann vil hevna seg. Tað havi eg eisini skilt á leikarunum, at teir ætla sær at gera. Hyggur tú at liðunum, so er einki at ivast í, at B36 hevur betra liðið í ár, men eg má samstundis nevna, at HB hevur verið sera óheppið í ár.
- Umframt at teir hava eitt gott lið, so hevur B36 eisini í ár havt tað hepnið, sum skal til fyri at standa seg í oddinum. Uttan at hava sæð dystirnar, so havi eg hoyrt, at teir bæði í Klaksvík og vesturi í Vágunum vóru sera hepnir at fáa trý stig, men tað er júst tað, sum eyðkennir eitt gott lið. Eitt gott lið vinnur eisini, tá spælið ikki koyrir. Tað nyttar einki at spæla væl og tapa. B36 hevur í ár sýnt gott spæl og vunnið, og nú tá spælið ikki hevur koyrt so væl, hava teir allíkavæl vunnið, og tá hevur tú eitt gott lið. Soleiðis er tað bara, og tað sært tú eisini, um tú hyggur at stóru liðunum aðra satðni í heiminum.
Gunnar verður munurin
Áðrenn vit enda hetta prátið, spyrja vit sjálvandi eisini Eirik, um vit kunnu fáa hann at gita um úrslitið. Eftir at hugsa eina løtu, og kanska eisini smílst eitt sindur, kemur hann kortini við einum avgjørdum boði.
- Nú hav a tey gjørt so nógv gjøldur burtur úr teimum gomlu hjá HB. Fólk hava argandi spurt meg, um eg ikki skal spæla við aftur, so eg tippi tað, at Gunnar Mohr avger dystin, sigur Eirikur Rasmussen at enda.