Í kvøld kom eldur í eina ferju, júst tá skipið var á leiðini undir sonevnda Prædikustólinum, eystan fyri Stavanger í Noregi. Øll tey ferðandi og manningin eru bjargað av skipinum. Sambært norsku løgregluni [...] ovurhitaðir. Tá eldurin festi í, sendi skipið út neyðarkall, og norska løgreglan fekk boðini nakað eftir klokkan 20 í kvøld. - Øll tey ferðandi eru flutt av skipinum í bátum, sum vóru í økinum. Tá ferðafólkini [...] ikki undir eftirliti. Ein onnur ferja sleipar nú eldherjaðu ferjuna út úr fjørðinum. Skipið er bygt í 1978, er 65 metrar langt, tekur 146 fólk og 50 persónbilar.
Tá russar í 1957 sendu hundin Laika út í rúmdina í einum rúmdarfari, søgdu teir, at hundurin livdi í fleiri dagar eftir útskjótingina, og at hann fekk ein stillisligan og pínuleysan deyða. Men í gjár visti [...] rúmdarhundin Laika fór sum eldur um allan heimin í 1957, tí Laika var tann fyrsta livandi veran, sum varð send út í rúmdina. Dimitri Maleshenkov, professari segði við BBC í gjár, at eftirlitið misti alt [...] alt samband við hundin sjey tímar eftir, at Sputnik-rúmdarfarið varð skotið út í rúmdina.
var í juli mánaði í fjør, at Heine Fernandez varð tikin eftir ferðsluóhapp, har hann millum annað hevði koyrt á nakrar blomsturkassar, eitt el-skáp og gjøgnum ein hekk, áðrenn eldur at enda kom í biln [...] Ekstra Blaðið skrivar, at Fernandez í gjár møtti í rættinum, men at hann ikki vil gera viðmerkingar til hendingina. Ákærin hevur kravt, at fyrrverandi málrevurin í donskum – og eitt stutt skifti eisini [...] at hann hartil skal inn at sita. Fernandez var venjari hjá HB, tá teir í 2004 vunnu føroysku greipuna. Hann var eisini venjari í 2005, men varð uppsagdur nakað eftir summarsteðgin.
var um eina venjing, ið varð fyriskipað í samráði við allar avvarðandi myndugleikar. Í hesum sambandi hevur verið eitt ávíst virksemi kring skipið nú fyrrapartin. Í venjingini ringdi ein ónevndur persónur [...] Norrønu og boðaði frá, at ein bumba var umborð, stutt eftir kyknaði eldur á dekkunum 2, 5 og 7. Venjingin skal tryggja, at mannagongdir í sambandi við kreppustøðu á Norrønu virka sum ætlað. Harumframt skulu [...] myndugleikar gjøgnum venjingina og eftirmetingina kunnu betra um mannagongdirnar. Eftirmetingin verður í komandi viku.
veksa út á dagin. Í Lima vóru ristingarnar so ógvusligar, at fólk tustu ræðslusligin út á gøtuna, og tað bøtti ikki um støðuna, at streymveitingin slitnaði. Í einum stórhandli kom eldur í, og fleiri hús rapaðu [...] heilt upp á 7,9 í nátt, tá ein jaðskjálvti skakaði stórar partar av Peru. Hóast miðdepilin í skjálvtanum var 145 kilometrar frá høvuðsstaðnum Lima, vístu tey jarðfrøðiligu mátitólini í býnum 5,9, og skjálvtin [...] skjálvtin er eisini tann harðasti í Peru tey seinastu 50 árini. Á middegi í dag søgdu myndugleikarnir, at 72 fólk vóru funnin deyð, og um leið 680 høvdu fingið skaða. Samstundis søgdu embætismenn, at
Eldur er í morgun kyknaður í eini sethús, ið standa við síðuna á Skúlatrøð í Klaksvík. Sum in.fo skilur, so kyknaði eldurin í húsinum fyri umleið einum hálvum tíma síðan, og at sløkkiliðið er komið á staðið [...] og at eingin vandi er á ferð. - Sum er, so eru næmingarnir í skúlanum. Næmingarnir, ið hava tímar í stovum, ið venda móti húsunum, eru fluttir í aðrar stovur. Her er eingin vandi á ferð og næmingarnir eru
útrykningur á Strondum og út á Raktanga, har eldur var í eini gamlari krútgoymslu. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at teimum kunnugt er einki krút í goymsluni longur, men neyðugt er at taka tey [...] sum í hesum førinum, fer eitt heilt lið á staðið, og tá kann tað síggja eitt sindur ógvusligt út. Nógv blunkandi ljós eru at síggja á Raktanga í løtuni, men sambært vakthavandi á løgreglustøðini í Havn [...] einki, sum bendir á, at nakar vandi er á ferð. Portalurin fer at fylgja við, hvat hendir á Raktanga í kvøld.
gjøgnum støðina, sum fevnir um eitt stórt øki, men eingin eldur var at síggja nakrastaðni. Søgur gingu um, at fleiri falskir alarmar vóru í býnum í gjár, orsaka av at toran hevði sligið niður. Vakthavandi [...] Portal.fo skrivaði í gjár, at brandalarmurin á Sornfelli var farin frá. Sambært Portalinum sendi sløkkiliðið beinanvegin fólk á staðið. Við in.fo sigur sløkkiliðið í morgun, at har var einki at finna. [...] i á brandstøðini sigur, at so er kortini ikki. - Vit vóru ikki úti til fleiri falskar alarmar í gjár, segði vakthavandi á løgreglustøðini.
Eldur kom í nátt í Puk Recording Studios, sum liggur í Gjerlev norðan fyri Randers. Ekstrablaðið skrivar, at fráboðanin um eldin kom nakað fyri klokkan fimm í morgun, og at sløkkiliðsfólk brúktu fleiri [...] heimskent, og í 1980’unum innspældu nógvir heimskendir tónleikarar tónleik har – eitt nú Elton John, George Michael, Depeche Mode og Judas Priest. Fremstu donsku tónleikararnir brúktu eisini Puk Studio í 80’unum
nú eldur kom í Vesturland, sum reiðaríið eigur. Øll manningin varð bjargað og síðani er eldurin umborð eisini sløktur. Og í eini almennari fráboðan í morgun, takkar reiðarin øllum, sum vóru við í hesum [...] tyrlan hjá Atlantic klárar eina uppgáva sum hesa og er hetta eitt dømi um trygdina hjá sjómonnunum í føroyskum sjógvi, sigur hann. Hann heldur, at tað var eitt bragd av tyrlumanningini at bjarga manningini [...] manningini og hann takkar eisini MRCC, Vørn, Arktisk kommandu og brandmonnunum á Skála fyri teirra leiklut í bjargingini og eldsløkkingini.