Løgreglan í Keypmannahavn tók í nátt 17 ungfólk, sum nú verða skuldsett fyri at hava sett eld á og fyri at hava elvt til ófrið í býnum Løgreglan í Keypmannahavn hevði aftur úr at gera í nátt, tá ungfólk settu eld á bilar, ruskbingjur og annað.
Tey seinastu kvøldini hevur tað verið ófriðarligt á Nørrebro og á Vesterbro, men í gjárkvøldið breiddi ófriðurin seg til Valby, Ishøj, Rødovre, Taastrup og Kalundborg.
Løgreglan sigur, at eldur varð settur á minst 14 bilar og 20 bingjur, og at 17 ungfólk vórðu tikin og sett í varðhald.










