Fimtan, sekstan ára gomul í Føroyum hava einki stað at fara um vikuskiftini. Í mong ár hava verið ungdómshús til 12 og 13 ára gomul, meðan 18 ára gomul og eldri hava mangar klubbar í býnum, sum tey kunnu [...] kunnu fara í. 15 og 16 ára gomul hava einki stað at fara. Tey eru ov gomul til ungdómshúsini, men ov ung til ymsu klubbarnar og skeinkistøðini. Tískil endan býtúrurin hjá teimum ofta úti á gøtuni. Tvey tiltøk
hon aftur er komin í andglettin. Sosialurin hevur eisini stórt tema um fiskivinnuna í sambandi við, at arbeitt verður við fiskivinnunýskipan. Trýstið á pílin á myndini og hoyrið Barbaru Holm greiða frá
vørur á internetinum, uttan at vita, at tær eru stolnar Tað staðfestir løgreglan í Føroyum. Tey vísa á, at í Danmark er løgreglan farin undir eitt umfatandi átak við tí endamálið at upplýssa fólk um, hvussu [...] seg fyri at vørur, tey keypa á internetinum, eru stolnar. Og lata fólk vera við at keypa stolnar vørur, er tað eisini verri hjá tjóvum at sleppa av við tað, teir hava stolið. Løgreglan sigur, at í hesum [...] førum ber beinleiðis til at finna útav, hvør seljarin er, sigur løgreglan. Tey siga, at her í Føroyum hava tey ikki varhugan av, at hetta er ein stórur trupulleiki. – Men vit vita, at nógvir føroyingar keypa
heldur í minsta lagi, at skal nakað byggjast har, eigur NCC at fáa álagt at byggja ordiligar íbúðir, sum kunnu vera bekent at lata standa eftir at undirsjóvartunlarnir eru lidnir, so at onnur fólk, sum mangla [...] heldur umsitingin ikki, at tað er neyðugt at broyta byggisamtyktina. Men hesum er minniluti í býráðnum ósamdur í. Heðin Mortensen heldur, at hetta er at bróta byggisamtyktina at ein skúrbýlingur verður [...] ar, sum skulu gerast. Í hesum sambandi er ætlanin at leiga upp á einar 2000 fermetrar at stykki frá kommununi til at seta skúrbýlingin á, sum skal at hýsa teimum starvsfólkum skulu arbeiða hjá felagnum
Eitt nú hevur flokkurin boðað frá, at hann fer at taka seg úr arbeiðnum at gera eina nýggja fiskivinnuskipan, uttan so, at hann verður við í samgonguni, og fær høvi til at viðgera allan politikkin hjá samgonguni [...] vit fara vit at taka støðu frá máli til mál. Tað merkir samstundis, at vit fara ikki at avtala við samgonguna frammanundan at stuðla henni í ávísum málum, tí tað hevði verið tað sama sum at vit skulu lovað [...] hvør kann helst eisini rokna út, at fremsta orsøkin til at vit hava bjóðað okkum fram at fara upp í samgonguna, er at fáa ávirkan á tað málið – men endamálið er eisini at fáa sett okkara fingramerki á allan
lovað at raðfesta eldraøkið høgt komandi valskeiðið. Talan er um fleiri átøk, har vit fara at samskipa tænastur og dagføra ellisheim, bústovnar og at gera heimatænastuna enn betri. Tað er neyðugt at útvega [...] og røktarheimsplássum. – Vit fara tí á komandi býráðsfundi hóskvøldið at skjóta upp at seta 3,5 miljónir av til at kanna tørvin og at prosjektera nýggjar bústaðir til eldri, sigur Annika Olsen, borgarstjóri [...] útvega fleiri umlættingarpláss, eins og at lætta um hjá avvarðandi at røkarkrevjandi eldri, ið búgva heima. Tað sigur Annika Olsen í tíðindaskrivi fyri løtu síðani. – Okkara eldru hava tørv á fjølbroyttum
Dreingirnir ringdu beinan vegin til 112 og greiddu frá, hvat var hent. Annar drongurin greiddi frá, at maðurin hevði hótt teir og biðið teir banna eisini. Maðurin hevði ikki sjálvur víst seg fyru teimum [...] Maðurin er ein kenningur hjá løgregluni. Í 2013 varð hann dømdur fyri blygdanarskemd, ta ferðina fyri at hava nortið við ein drong. Hann varð leyslatin fyri tíð og var royndarleyslatin, tá hendingin við báðum
bíligari og lættari at gera sterkt rúsdrekka í Føroyum. Í hesum sambandi fer Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, at leggja uppskot fyri Løgtingið um at broyta rúsdrekkalógina, fyri at slóða fyri f [...] framleiðarar sjálvir sleppa at innflyta etanol, til at gera rúsdrekka burturúr, og tað skulu teir kunna gera uttan um Rúsuna. Annars var lógin broytt í 2011 og sostatt er longu loyvt at at framleiða rúsdrekka [...] fyri, hvat tað er loyvt at brúka í. Men tað er rættiliga dýrt at gera alkohol frá grundini, og tað er munandi bíligari at innflyta óblandað ethanol, og so tynna tað. Men av tí at ethanol er týðandi partur
ber til at lesa um 10 ungar fótbóltsspælarar, sum eru verdir at halda eyguni við. Hetta triðja árið upp í slag, at ÍtróttarSosialurin ger hendan listan. Sermerkt fyri listan hesa ferð er, at tað er tvey [...] tvey feløg, ið eiga sjey av spælarunum. Les meiri í blaðnum í dag. Keyp Sosialin á netinum við at trýst HER Les eisini alt um Faxe-Kondi steypakappingina, har Levi Nybo gjørdi “comeback” í málinum hjá StÍF
Tottenham Hotspurs. Oddbjørn væntar, at um Chelsea snávar ímóti Arsenal og Liverpool komandi dystirnar, og Tottenham vinnur sínar dystir, so hava Spurs ein møguleika at gera seg galdandi í meistarastríðnum [...] um í Premier League. Oddbjørn Joensen heldur, at útlitini til, at Tottenham, ið hvussu er endar í topp 4 í Premier League eru góð.