– Vit kunnu ikki lova at lofta samgonguni, hvørja ferð, tey koma í neyð.
Tað staðfestir Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.
Tað er ein tíð síðani, at Miðflokkurin bjóðaði sær til at fara upp í samgonguna fyri at styrkja hana, sum tikið verður til.
Eitt nú hevur flokkurin boðað frá, at hann fer at taka seg úr arbeiðnum at gera eina nýggja fiskivinnuskipan, uttan so, at hann verður við í samgonguni, og fær høvi til at viðgera allan politikkin hjá samgonguni.
Enn hevur Miðflokkurin ikki frætt aftur frá Akseli V. Johannesen, løgmanni, men Jenis av Rana sigur, at tilboðið stendur við.
Og hann ivast ikki í, at nú samgongan er í holt við fleiri nýskipanir, fær hon brúk fyri allari hjálp, hon kann fáa. Hann er nevniliga eisini sannførdur um, at tað er ikki meiriluti í samgonguni fyri summum av teimum nýskipanum, ætlanin er at seta í verk
Og Jenis av Rana ger púra greitt, at sum støðan er nú, har Miðflokkurin er í andstøðu, kann hann ikki lova at lofta samgonguni, hvørja ferð tað stendur á.
– Tað merkir ikki, at vit ikki kunnu stuðla samgonguni í ávísum førum, men vit fara vit at taka støðu frá máli til mál. Tað merkir samstundis, at vit fara ikki at avtala við samgonguna frammanundan at stuðla henni í ávísum málum, tí tað hevði verið tað sama sum at vit skulu lovað at lofta samgonguni, uttan at hava nakra ávirkan á førda politikkin.
– Tí hevði tað verið munandi lættari, høvdu vit verðið partur í samgonguni, har vit kundu fingið okkara fingramerki á førda politikkin, leggur hann afturat.
– Vit eru sinnaðir at viðgera øll politisk mál, men akkurát, hvørji tey fingramerki skuldi verið, veldst í stóran mun um samráðingar. Men hann sigur, at í nógvum málum, er ikki so langt ímillum partarnar.
– Men eitt er í hvussu so er greitt, at skulu vit vera við í samgonguni, skal ætlanin at lata samkynd giftast sleppast, tí tað verður ikki í eini samgongu við Miðflokkinum, at samkynd hjúnalag verður sett í gildi í Føroyum, sigur Jenis av Rana.
– Ein og hvør kann helst eisini rokna út, at fremsta orsøkin til at vit hava bjóðað okkum fram at fara upp í samgonguna, er at fáa ávirkan á tað málið – men endamálið er eisini at fáa sett okkara fingramerki á allan annan politikk eisini, sigur formaðurin í Miðflokkinum.
Hann er eisini sannførdur um, at ætlanin at selja alt okkara fiskiríkidømi á uppboði, er deyðadømt.
Hann sigur heldur ikki full undirtøka er í samgonguni fyri tí, og so er vónleyst. Samgongan telur bara 16 tingfólk, men hon fær stuðul frá Sonju Jógvansdóttir, so tey eru 17, sum er tað minsta ið krevst fyri at hava meiriluta. Og tá ið full undirtøka ikki er fyri uppboðssøluni, er tað vónleyst.
Heldur ikki Miðflokkurin tekur undir við at selja øll fiskirættindi á uppboði.
– Vit eru sinnað til at góðtaka, at øll nýggj rættindi, og øll tonsini, ymsar kvotur hækka við, verða seldar á uppboði.
– Tað hava vit ført fram fyri samgonguni, men í hesum sambandi vildi samgongan, at tað skuldi verða við afturvirkandi kraft nøkur ár aftur í tíðina. Men tað er greitt, at tað verður í hvussu so er av ongum saman við okkum, at vit fara aftur til tíðina, áðrenn makrelkvoturnar vórðu hækkaðar og at brúka tað sum grundarlag fyri eini uppboðssølu.
– Miðflokkurin tekur heldur ikki undir nøkrum umstøðum undir við at leggja alt sjúkrahúsverkið undir eina felags leiðslu.
Tað hevur ongan týdning sum helst týdning fyri at nýskipa heilsuverkið, tí nýskipanin kann setast í verk undir teirri skipan sum er, har hvørt sjúkrahús hevur sína egnu leiðslu.
– Men tíverri er øll nýskipanin druknað í kjakinum um, hvussu nógvar leiðslur skulu vera og tað er syrgiligt.
Í sambandi við pensjónsnýskipanina, krevur Miðflokkurin, at skattafría grundupphæddin verður hækkað aftur til tað hon var.
– Samgongan fór um okkara pínumark, tá ið grundupphæddin varð skerd, sigur hann.
– Hinvegin er tað okkara skomm, at vit ikki avgreiddu allar hesar nýskipanirnar í undanfarnu samgongu, leggur Jenis av Rana afturat.
– Men tá ið løgmaður ikki vil hava okkum upp í, má tað vera tí at hann heldur seg hava eina sterka samgongu. Men eg stórliga í, hvussu sterk samgongan er, tí eftir mínum tykki ríður hon um snarið, sigur Jenis av Rana.