Keypa stolnar vørur – uttan at vita av tí

Soleiðis ber til at verja seg fyri at vørur, tú keypur á internetinum, eru stolnar

Nógv fólk, eisini føroyingar, keypa vørur á internetinum, uttan at vita, at tær eru stolnar

 

Tað staðfestir løgreglan í Føroyum.

 

Tey vísa á, at í Danmark er løgreglan farin undir eitt umfatandi átak við tí endamálið at upplýssa fólk um, hvussu tey kunnu verja seg fyri at vørur, tey keypa á internetinum, eru stolnar.

 

Og lata fólk vera við at keypa stolnar vørur, er tað eisini verri hjá tjóvum at sleppa av við tað, teir hava stolið.

 

Løgreglan sigur, at í hesum sambandi eru tað serliga tvey viðurskifti, fólk eiga at gera sær far um, tá ið tey keypa á internetinum

 

Fyrra tilmælið er at nýta MobilePay, tá ið brúktar vørur skulu keypast og seinna tilmælið er at kanna NemID hjá seljaranum.

 

– Í báðum førum ber beinleiðis til at finna útav, hvør seljarin er, sigur løgreglan.

 

Tey siga, at her í Føroyum hava tey ikki varhugan av, at hetta er ein stórur trupulleiki.

 

– Men vit vita, at nógvir føroyingar keypa vørur á netinum í Danmark og tí meta vit tað vera neyðugt at kunna um hetta átakið, sigur løgreglan.