Ein maður í sjeytiárunum stegðaði tveimum smádreingjum og bað teir vísa sær rumpuna. Føroya rættur hevur givið manninum 600 krónur í bót.
Tað var beint eftir skúlatíð, og smádreingirnir vóru á veg heim. Sum teir ganga, steðgar ein bilur við síðunar av teimum og ein eldri maður, i sjeytiárunum, lovar teimum 100 krónur hvør, um teir lora buksurnar og vísa sær rumpuna.
Dreingirnir noktaðu og tá annar teirra tók fartelefonina fram, koyrdi maðurin víðari. Dreingirnir ringdu beinan vegin til 112 og greiddu frá, hvat var hent.
Annar drongurin greiddi frá, at maðurin hevði hótt teir og biðið teir banna eisini. Maðurin hevði ikki sjálvur víst seg fyru teimum.
Maðurin er ein kenningur hjá løgregluni. Í 2013 varð hann dømdur fyri blygdanarskemd, ta ferðina fyri at hava nortið við ein drong. Hann varð leyslatin fyri tíð og var royndarleyslatin, tá hendingin við báðum skúladreingjunum fór fram.