Nú skal tað tað verða bæði bíligari og lættari at gera sterkt rúsdrekka í Føroyum.
Í hesum sambandi fer Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, at leggja uppskot fyri Løgtingið um at broyta rúsdrekkalógina, fyri at slóða fyri framleiðslu av sterkum rúsdrekka í Føroyum.
Í hesum sambandi skulu góðkendir framleiðarar nú sjálvir sleppa at innflyta alt tilfar, teir skulu brúka til at gera rúsdrekka av.
Eftir galdandi lóg, er tað ikki loyvt at innflyta rúsdrekka, sum er sterkari enn 60 prosent av alkoholi. Sostatt ber tað heldur ikki til at innflyta ethanol til at gera rúsdrekka av.
– Hetta forðar fyri, at framleiðsla av ávísum sløgum av rúsdrekka kann fara fram í Føroyum, tí ethanol er eitt neyðugt tilfar í sambandi við framleiðsluna av hesum sløgum av rúsdrekka, sigur Poul Michelsen.
Somuleiðis er tað Rúsan, sum hevur einkarrætt upp á at innflyta rúsdrekka, og sostatt skal rúsdrekka, sum skal brúkast í sambandi við rúsdrekkaframleiðslu, innflytast gjøgnum Rúsuna.
– Hetta økir, meir enn neyðugt er, um kostnaðin av at framleiða rúsdrekka í Føroyum, heldur Poul Michelsen.
Tí skulu góðkendir framleiðarar sjálvir sleppa at innflyta etanol, til at gera rúsdrekka burturúr, og tað skulu teir kunna gera uttan um Rúsuna.
Annars var lógin broytt í 2011 og sostatt er longu loyvt at at framleiða rúsdrekka í Føroyum, sum í mesta lagi er 60 prosent, sum er hámarkið fyri, hvat tað er loyvt at brúka í.
Men tað er rættiliga dýrt at gera alkohol frá grundini, og tað er munandi bíligari at innflyta óblandað ethanol, og so tynna tað.
Men av tí at ethanol er týðandi partur av rúsdrekkaframleiðslu, er tað ikki loyvt at innflyta tað, tí tað er sterkari enn 60 prosent. Ethanol er nevniliga næstan 100 prosent reint alkohol, men tað er ein neyðug rávøra, tá ið vodka, ginn, og annað rúsdrekka, skal gerast.
– Føroyskir rúsdrekkaframleiðarar hava víst á, at forboðið fyri innflutningi av rúsdrekka, sum er sterkari enn 60 prosent, forðar fyri, at framleiðsla av ávísum sløgum av rúsdrekka kann fara fram í Føroyum, sigur Landsstýrismaðurin.