sjálvur átti, eigur at fáa allar ávaringarlampur at lýsa reytt! At hann so eftirfylgjandi fjalir hetta fyri bæði forseta og starvsnevnd, eigur at fáa flestu av perunum at bresta! Men at starvsnevndarlimir [...] leygardagin var tað sum at sletta vatn á gás, tá roynt var at forvitnast um, hvat ítøkiliga búði undir ullintu og innballaðu orðingini hjá fótbóltsformonnunum um, at »starvsnevndini verður álagt at loysa samst [...] síðani eisini í fullum álvara siga, at hesum eigur ikki óneyðuga nógv at verða gjørt burturúr, tí hetta er eitt persónsmál, er barasta so langt úti. Somuleiðis, at forsetin, sum hóast alt er hægsti myndugleiki
Helgi heldur kortini, at støðið í Føroyum er hækkað sum heild. - Eitt er at Henrik er settur sum venjari. Tað, sum er so sera týdningarmikið við honum, er, at fólk trúgva tí, sum hann sigur. Líka mikið [...] mátar. Tú hevur venjarar, sum eru serútbúnir til at venja fimleikarar á høgum støði, men eisini hevur tað nógv at siga, at mentaliteturin á staðnum er hin rætti. Tað er vanligt, at nógv verður gjørt við [...] vísur í, at tað gekk eitt - hægst tvey - ár, so vóru fleiri, sum vóru á mínum støði. - Tá hevði hugburðurin komið um, at hetta ber veruliga til. Onkur hevði so helst komið, sum var á støðnum, sum eg eri
undan ábyrgd við at siga, at nakað líknandi sum tað, hon gjørdi í ár, eisini bleiv gjørt fyri 12 árum síðani. Tað er sum at siga ”ja, eg stjali – men tað hava onnur eisini gjørt”. Tað, sum Annika gjørdi [...] sær undan ábyrgdini við at siga, at ”tað er hent fyrr” ella at ”hetta er politikkur”. At snýta veljararnar í Havn og at bróta eina avtalu var tað, sum Annika Olsen gjørdi politikk til, tá hon fall fyri [...] reinar. Tað vita tey, sum hava lisið mína nýggju bók. Eg standi her tí eg haldi tað hevði verið ússaligt at borið seg undan, tá fólk heita á meg sum fólkavaldan at tosa um tað, sum er hent á Vaglinum farnu
synd er at siga, at fólk flokkaðust um tilboðini. Men hetta merkti ikki tónleikin, tí tey sum lurtaðu fingu góðan tónleik. Hvønn tíma komu nýggj nøvn á pallarnar og væl gekk at halda tíðina. Onkur hevði [...] swing, so sum vit t.d. kenna tað frá Manhattan Transfer. Og frumframførslan hjá teimum kann bara sigast at fáa ein at vóna, at hendan samansetingin ikki er eingangs. Ferð mín á Asfaltinum tók at halla, hóast [...] nakað skal sigast, ið ikki var, sum tað skuldi. Ein hevði hug at halda, at nokk av fólki var ikki, men heimasíðan asfalt.fo sigur, at tað hekk saman fíggjaliga og tað sigst, at eini 1500 fólk vóru, so tað
og onkur teirra endaði á skansanum í Havn. Tey, sum eru áhugað í søgu og í søguni um Norsku Løvu, eiga at ogna sær Keraldið, sum kom út undan jólum og har lesa søguna um trímastraðu fregattina, sum var [...] fingu teir bjargað henni undan at reka á land, nakað heimanfyri Gjónna, sum vit siga.....Hon lá so har í briminum, og menn komu sjálvandi beinanvegin til hjálpar fyri at royna at bjarga tí, ið bjargast kundi [...] eydnast – ikki enn í hvussu so er. Men tað eru framvegis fleiri, sum liva í vónini um, at fyrr ella seinni fer okkurt at koma undan kavi. Tað, sum framvegis er til av Norsku Løvu, er hetta: Í Dómkirkjuni í Havn
Danielsen fyri fleiri árum síðan fóru at fyrireika seg til, at hann skuldi fara frá sum sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi, fóru tey at hyggja seg um eftir húsum at keypa. Í Klaksvík búðu tey í prestagarði [...] trø. Nøkur teirra noyddust at lúta fyri at fáa meira ljós. Hekkurin var blómandi ribes. Hann var gamal, og tí valdi Elsebth at fáa hann burtur. Frá einum granna fekk hon efeu, sum nú prýðir veggin móti grannanum [...] hildin sum einhvør annar grasvøllur, er taðaður og sligin. Elsebeth sigur, at urtagarðurin var væl hildin, men hon vildi hava hann øðrvísi. Tí fór hon undir hetta stórarbeiðið. Vísir tað seg, at onkur planta
einki er at taka seg aftur í, at brotssparkskappingin er ein eirindaleysur háttur at avgera dystir uppá. Sum ein ávísur danskur álopsleikari segði fyri góðum 15 árum síðani, so er onkur noyddur at misnýta [...] ilt við at skapa sær nakrar upplagdar málmøguleikar, og harumframt er Kurt Mørkøre ikki longur á liðnum, til at fáa fatur á leysum bóltum, sum hann síðani fekk umskapt til mál. Hetta var so at siga eisini [...] hann var so óheppin at snýta málverjan, sum hjálparsleysur mátti síggja bóltin fara í málið. Hetta var sum vátur vøttur at fáa hjá gestunum, og næstu løtuna var tað brádliga KÍ, sum hevði greiða yvirvág
nógv verri fyri enn hon. Onkur hevur sagt mær, at tað einasta, sum hjálpir, er at kenna røttu fólkini, og harvið hava røttu knapparnar at trýsta á. Vónandi passar tað ikki. Hevur tú nøkur ráð? Eitt frustrerað [...] eitt hugskot at sett á stovn eina ”eldravernd”, eins og barnavernd, sum kundi tryggjað, at eldri borgarar ikki líða vanrøkt. Hesin stovnur kundi so havt heimild at farið inn í heimini, og at álagt myndugleikunum [...] krevja av honum, at hann velur: 1. At flyta út. 2. At taka seg saman. 3. At halda seg burtur frá tykkum um morgunin. Helst velur hann tað síðsta, tí so sleppur hann at verða liggjandi í songini og jolla sær
uttan víðari at fara undir hetta arbeiðið, metir nevndin. Mælt verður til, at ein anleggslóg má samtykkjast, ið staðfestir játtan, útvegar neyðugar heimildir v.m. og sum gevur grundarlag fyri at geva lánveitarum [...] hin norðara. Mett verður tí, at ferðslan fer at glíða betri eftir hesi linjuni. Í øðrum lagi slepst undan, at øll ferðslan vestur í Vágar skal beinast um Leynar og Stykkið, sum hon hevði verið, um tann norðara [...] liggja jarðfrøðiligar kanningar til grund fyri, at hon varð slept. Eisini slepst, sum sagt, undan ferðsluni í Leynum og á Stykkinum. Og at enda slepst undan at gera omankoyring gjøgnum bratta lendið norðan
er at fáa kinesarar at skilja, at tað er týdningarmikið at steðga fólkavøkstrinum. Hetta kundi verið gjørt við at givið teimum, sum bert fáa eitt barn, serlig rættindi og sømdir, sigur Linda, sum leggur [...] enn 30.000 krónur at fara á sjúkrahús í Japan at eiga. Eftir, at Jamin varð føddur, fór familjan til Kina at búgva í eitt lítið ár, har Linda var heima hjá børnunum. - Ætlanin var, at vit skuldu verða verandi [...] fyri at klára seg væl, sigur Xioabin. Linda heldur ikki, at kinesisk foreldur eru nógv saman við børnum sínum. - Børn hava einki at siga, tey skulu bara tiga og lurta eftir foreldrunum. Hava einki at spæla