innlit í samfelagslig árin av tílíkari vinnu, og at næmingurin verður førur fyri at meta um ymiskar upplýsingar, sum hava við oljuvinnu at gera, og at taka støðu til ymisk sjónarmið um oljuvinnu, sum koma [...] og Heina Eysturoy, hvussu tað ber til, at tey hava tikið stig til hesa nýggju lærugreinina! Tey vísa fyri tað fyrsta á, at nýggja studentaskúlaskipanin er so víð, at hon leggur upp til royndarundirvísing [...] fyri at skapa størri áhuga millum næmingar fyri náttúruvísund. Tað vísir seg nevniliga, at áhugin fyri náttúruvísund er fallandi allastaðni. Her kann ein nýggj lærugrein sum oljufrøði vera við til at skapa
bygdarráðsformaður segði, at kommunan í 1995 fekk áheitan um at stuðla umvælingini av bilinum. ? Vit fingu ákoyringar fyri at hava tikið Gomlu Losju burtur. Fólk meintu, at hon hevði serligan søguligan [...] akførini, og teir góvust við at skjóta tjøldur, tá teir fingu at vita, at hetta var tjóðfuglur okkara, segði Ovild Didriksen við Sosialin. Sandavágs Kommuna hevur enn ikki umstøður at goyma bilin innandura. [...] seinnapartin í fimtiárunum, tá hann varð settur inn. Tá farið varð at rudda barakkina í 1989, valdi familjan heldur at lata Krígssavninum bilin, enn at koyra hann burtur. Krígssavnið fekk bilin á serligt verkstað
University. Tað eru sjálvandi bæði fyrimunir og vansar við at leita til Bretlands at lesa heldur enn at fara til Danmarkar. Fyrimunirnir eru so teir, at tú fær lært enskt sum gerandismál og tey, sum leita til [...] samskipanarleiðari í AMG-bólkinum, sigur, at teir hava í umbúnað at játta eini 2-3 stipendiur aftrat í 1998. Hesi verða so lýst leys í føroysku bløðunum. Hann sigur annars, at tað hevur stóran týdning fyri Føroyar [...] týdning, at vælkvalifiseraðir føroyingar kunnu manna hesi týðandi og krevjandi størvini innan eina føroyska oljuumsiting. Fleiri velja Skotland Áhugin millum føroyingar at fara til Stórabretland at fáa sær
ikki er gjørt áður. Mett hevur verið, at eingin fór at kanna sær partur av hesum økinum, soleingi føroyingar og bretar eru ósamdir um eitt landgrunnsmark. Orsøkin til at bretar kortini hava kannað sær tveir [...] so rokna eygleiðarar við, at tað eru meira enn 90% møguleiki fyri at finna olju her, nú Suilvenoljukeldan liggur so nær við. Tað er Conoco, sum verður operatørur. Ætlanin er at bora tveir brunnar í næsta [...] er gjørt eitt ómetaliga stórt arbeiði fyri at fáa uppgávuna, og tað havi eg skilt, at eisini onnur oljufeløg hava gjørt. Í tíðindaskrivi frá DTI verður sagt, at bólkurin við Arco og Conoco á odda hevði gjørt
tær at vísa henni býin. So tað gekk væl at falla til, sigur hon. Sólgerð heldur, at íslendingar hava betri sans fyri klæðum, enn føroyingar. Men tað er dýrt. Hon sigur, at teir tora eisini betri at ganga [...] Ásgerisdóttir, leiðara. Á Sjómansheiminum siga tey, at roynt verður at fáa fleir føroyingar at arbeiða har yviri um summarið, men tað gongur ikki betri enn væl at fáa nakran. Hendan dagin, Sosialurin vitjaði [...] til at fáa eyga á hesar báðar bygningarnar, er lætt at navigera til Brautarholt nummar 29, sum er adressan hjá Ørkini. Sjómansheimið varð vígt í 1991. Og hóast tað ikki var líka drúgt sum hjá Nóa at byggja
, og spáddi at talan kanska fór at verða um ein feigdardag? Formaður Javnaðarfloksins skírdi grundlógarnevndararbeiðið, eina samgonguætlan, og helt at andstøðan var drigin uppí arbeiðið at laga fullve [...] hann málbar seg. Hann segði kortini, at Javnaðarflokkurin fór at vera so uppbyggjandi sum gjørligt í nevndini, og at stórur partur av nevndararbeiðinum kanska fór at vera nýtiligt sum frálíður, hóast fullveldið [...] viðurskifti óiva at koma til sjóndar í hesum arbeiðið, sum hava týdning fyri Føroyar. Tískil vónar nevndarformaðurin, at hetta arbeiðið fer at ganga væl. ? Eg haldi meg hava fingið ta fatan, at limirnir ætla
og tað kann væl vera, at Todi Jónsson og Jákup Mikkelsen fara at venja eini tvey kvøld við KÍ, og at Julian Johnsson fer at venja við B36, áðrenn teir í komandi viku skulu møta at fyrireika seg til dystirnar [...] longu undan dystinum millum HB og KÍ 2. hvítusunnudag greitt, at hann fór at geva avboð til stuttu venjingarleguna. Allan Simonsen vónar, at útispælarin við flestu altjóða royndunum verður tøkur um eina [...] kundu teir gera, tí eingin møguleiki var fyri at spæla fótbólt á grasvøllinum á Ólafsfirði. Jan Dam kom undan vikuskiftinum heim at hjálpa HB, og hann bíðar við at fara avstað aftur til venjingarlegan er liðug
og tað kann væl vera, at Todi Jónsson og Jákup Mikkelsen fara at venja eini tvey kvøld við KÍ, og at Julian Johnsson fer at venja við B36, áðrenn teir í komandi viku skulu møta at fyrireika seg til dystirnar [...] longu undan dystinum millum HB og KÍ 2. hvítusunnudag greitt, at hann fór at geva avboð til stuttu venjingarleguna. Allan Simonsen vónar, at útispælarin við flestu altjóða royndunum verður tøkur um eina [...] kundu teir gera, tí eingin møguleiki var fyri at spæla fótbólt á grasvøllinum á Ólafsfirði. Jan Dam kom undan vikuskiftinum heim at hjálpa HB, og hann bíðar við at fara avstað aftur til venjingarlegan er liðug
um miðvíst at arbeiða fyri at verja og menna fuglalívið, og harvið at hugsa hetta inni í sítt dagliga virki. Tað merkir ikki, at náttúran ikki verður ávirkað av menniskjum, men málið er at skapa tilvitað [...] Tikið var eisini undir við, at seta skelti upp við fráboðan um, at tað ikki er loyvt at ganga við hundi á gøtuni ávís tíðarskeið á árinum. Innast í Skálafirði, har Fjarðará skipar Ósan, er eitt serstakt [...] tá fuglurin kann koma aftur. Gøtan, sum liggur tætt at Ósanum, er gjørd við bestu ætlanum. Ásannast má kortini, at ein ótilætlað avleiðing er, at ferðslan eftir gøtuni styggir fuglin, og fuglur, sum áður
Orsøkin til, at henda kappingin ikki hevur verið fyrr enn nú í mai, kemst av, at Fimleikasambandið ynskir at gera fimleikaárið longri, soleiðis at fimleikur ikki bara er vetrarítróttur, tí ynski er at vera við [...] hava tær loyvi at skipa fyri skeiðum og undirvísa øðrum dómarum. Sum heild kann sigast, at kappingin var sera spennandi. Tað sást, at bæði fimleikarar og venjarar hava lagt nógva orku í at fáa íðkanirnar [...] sigrinum og FM-heitinum. Umframt at kappast um sjálvt FM-heitið, hava kvinnurnar eisini fingið eitt ferðasteyp frá Formula.fo at kappast um, og í ár sleppur hetta steypið so at standa í stovuni hjá støkkarunum