Grundlógarkjølurin strektur

Uttan mun til partapolitiskar hugsanir, fara viðurskifti óiva at koma til sjóndar í grundlógararbeiðinum, sum hava týdning fyri Føroyar. Tískil vónar formaðurin í grundlógarnevndini, Jóan Pauli Joensen, at hetta arbeiðið fer at ganga væl. ? Eg haldi meg hava fingið ta fatan, at limirnir ætla sær at gera eitt dygdargott arbeiði, sigur hann.

Týsdagur 11. mai 1999 var merkisdagur í føroyskari tjóðskaparsøgu. Grundlógarnevndin helt henda dag fyrsta fund sín úti í Tinganesi. Umframt umboð fyri allar teir politisku flokkarnar á løgtingi, og eitt umboð fyri landsstýrið, er nevndin mannað við 5 vælútbúnum fólkum. Heildarætlanin hjá grundlógarnevndini er, at gera fullfíggjað uppskot til føroyska grundlóg, ið skal verða liðugt á sumri í 2000.


Ætlanin er, at nevndin sum frálíður skal seta undirbólkar. Onkur av hesum undirbólkum fer væntandi at vera við í arbeiðinum at leggja føroyskar lunnar undir rættarskipan okkara.


Sum væntað, eru onkrir politikarar í nevndini ósamdir frá fyrsta bríksli. Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin tóku als ikki undir við løgtingslógini um grundlógarnevnd, og sambært flokkunum báðum, verður tað hetta, ið fer at vera grundarlagið undir teirra arbeiði í nevndini.


Feigdardagur Jóannesar


Á tíðindafundi seinnapartin týsdag var Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins sera bersøgin í síni meting av ætlanini. ? Vit hava verið ímóti hesum lógaruppskotið í løgtinginum, men tað varð samtykt kortini, og í samtyktini liggja eisini tey boð, at vit skulu velja umboð í hesa nevnd.


? Vit fylgja lógini, og hava tískil kosið okkum eitt umboð, og eitt varaumboð, segði Jóannes Eidesgaard, og samanbar støðuna við stavnsbandið. ? Vit kenna tað, sum eru vit drignir til útróðurs móti okkara vilja, helt hann fyri, og segði arbeiðið vera nyttuleyst, og spáddi at talan kanska fór at verða um ein feigdardag?


Formaður Javnaðarfloksins skírdi grundlógarnevndararbeiðið, eina samgonguætlan, og helt at andstøðan var drigin uppí arbeiðið at laga fullveldisgarðin, sum hann málbar seg. Hann segði kortini, at Javnaðarflokkurin fór at vera so uppbyggjandi sum gjørligt í nevndini, og at stórur partur av nevndararbeiðinum kanska fór at vera nýtiligt sum frálíður, hóast fullveldið fer fyri bakka.


Formaðurin vónríkur


Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, sigur arbeiðið hava tvinni endamál. ? Annað hevur við grundleggjandi viðurskiftini, sum snúgva seg um at vera føroyingur í einum Føroyum sum land og tjóð. Og hin parturin er sjálvt grundlógaruppskotið, ið einamest snýr seg um rætt og ábyrgd hins einstaka?


Formaðurin í Grundlógarnevndini heldur arbeiði at gera grundlógaruppskotið vera sera týdningarmikið. ? Grundlógin er sjálvt støðið í einum samfelag, ið ein kann halda seg til, um ivaspurningar taka seg upp


Uttan mun til partapolitiskan lit, fara viðurskifti óiva at koma til sjóndar í hesum arbeiðið, sum hava týdning fyri Føroyar. Tískil vónar nevndarformaðurin, at hetta arbeiðið fer at ganga væl. ? Eg haldi meg hava fingið ta fatan, at limirnir ætla sær at gera eitt dygdargott arbeiði, sigur Jóan Pauli Joensen.


Umfatandi arbeiði


Tann leistur, grundlógarnevndin skal skera grundlógaruppskotið eftir, hevur enn ikki fingið fullfíggjaða skapið, men landstýrismaðurin í sjálvstýrismálum, Høgni Hoydal, handaði nevndini umfatandi tilfar, ið nevndin fer at viðgera. Longu nú er greitt, at nevndararbeiðið verður sera umfatandi og drúgt, tí talan longu er um eini áttati stórmál.


Jóan Pauli Joensen heldur, at nú nevndin fer til arbeiðis, fara nevndarlimirnir í fyrsta umfari at koma fram við tonkum og kenslum. Tá lokið so er farið av, og allar hugsaninar eru komnar fram í ljósmála, væntar nevndarformaðurin, at arbeitt fer at vera miðvíst við ítøkiligu ætlanini.




Stutt um nevndarlimirnar


Formaður:


Jóan Pauli Joensen, úr Sørvági er professari í fólkalívsfrøði og siðsøgu við Fróðskaparsetur Føroya. Hann er í deildarleiðarastarvi við universitetið í Bergen.


Nevndarlimir:


Rúni Joensen, úr Vági, hevur advokatviðurkenning, og er deildarstjóri á Løgdeildini í løgmansskrivstovuni.


Herálvur Joensen, av Skála, er løgfrøðislærdur við universitetið í Keypmannahavn, og er deildarstjóri á Oljumáladeildini.


Maria F. Róin, úr Tórshavn, er stjórnmála? og bókmentasøgufrøðingur, og starvast sum deildarleiðari í Vinnumálastýrinum.


Aibritt á Plógv, úr Sandavági, er sjúkrasystir og løgfrøðingur. Aibritt er fyrisitingarstjóri á Almanna- og Heilsumálastýrinum.


Varalimir


Eyðun Andreassen, úr Tórshavn, er søgu-, fólkaminnis- og fólkalívsfrøðingur og starvast sum professari á Fróðskaparsetri Føroya.


Herluf Sigvaldsson, úr Miðvági er stjórnmálafrøðingur og bachellor í tjóðskaparfrøði. Hann er deildarstjóri á uttanlandsdeildini í Løgmansskrivstovuni.


Gurið A. Joensen, av Eiði hevur advokatviðurkenning, og er stjóri á Føroya Kærustovni.


Ingibjørg Berg, úr Havn, er bókmentasøgu- og stjórnmálafrøðingur. Hon er deildarleiðari í Vinnumálastýrinum.


Gestur Hovgaard, úr Hovi, skrivar nú Ph.d-ritgerð um vælferðarskipanir, og er granskari í umfatandi ES-verkætlan um samfelagsmenning.




Tilnevnd fyri Landsstýrið er Helena Dam á Neystabø




Umboðini í grundlógarnendini fyri politisku flokkarnar á tingi er hesi:


Fólkaflokkurin:


Eyðun Viderø

Jógvan á Lakjuni


Sambandsflokkurin:


Edmund Joensen

Lisbeth L. Petersen


Javnaðarflokkurin:


Jóannes Eidesgaard

Hans Pauli Strøm


Sjálvstýrisflokkurin


Jákup Sverri Kass


Tjóðveldisflokkurin


Hergeir Nielsen

Tórbjørn Jacobsen


Miðflokkurin


Jenis av Rana