Estetiskur fimleikur í heimsklassa!

Nógv fólk var komið niðan í ítróttarhøllina á Hálsi í Havn leygardagin, tá ið Føroya Fimleikasamband skipaði fyri FM í estetiskum fimleiki fyri pinkur, smágentur og kvinnur

FIMLEIKUR

Føroysku fimleikararnir taka seg alsamt meiri fram; hetta sást í vikuskiftinum, tá ið fimleikarar frá Støkk, Flog, Ljósinum og Havnar Fimleikafelag kappaðust um føroyameistaraskapin í estetiskum fimleiki. Kappingin var skipað í tveimum; fyrra kappingin var fyri pinkur og smágentur, og seinna kappingin var fyri kvinnur.

Kappingin hjá pinkunum er altíð sera spennandi, tí at hon er so opin; eingin er favorittur, tí at tað er fyrsta kappingin hjá nógvum av fimleikarunum. Í ár vann A-liðið hjá Havnar Fimleikafelag kappingina um føroyameistaraskapin. Á øðrum plássi varð Støkk, síðani Ljósið og á fjórða plássinum varð B-liðið hjá Havnar Fimleikafelag.

Hjá smágentunum vóru fimm lið, sum kappaðust. Har vóru smágenturnar í A-liðinum hjá Havnar Fimleikafelag favorittar, og tær vunnu eisini so dyggiliga á hinum liðunum. Tær vóru næstan tvey heil stig frammanfyri A-liðið hjá Støkk, sum gjørdist nummar tvey. Á triðja plássinum varð B-liðið hjá Havnar Fimleikafelag; síðani komu Ljósið og B-liðið hjá Støkk.

Kappingin um føroyameistaraskapin hjá kvinnunum var sera spennandi. Liðini hava seinastu árini verið sera jøvn, og tí var eingin beinleiðis favorittur til hesa kappingina. Tá ið avtornaði, vóru tað kvinnurnar hjá Støkk, sum struku avstað við sigrinum og FM-heitinum. Umframt at kappast um sjálvt FM-heitið, hava kvinnurnar eisini fingið eitt ferðasteyp frá Formula.fo at kappast um, og í ár sleppur hetta steypið so at standa í stovuni hjá støkkarunum. Kvinnurnar hjá Havnar Fimleikafelag endaðu á øðrum plássi, einans 0,07 stig aftanfyri Støkk. Ljósið gjørdust nummar trý, og kvinnurnar hjá Flog endaðu aftast á fjórða plássi.

Áskoðararnir fingu eina heilt serliga uppliving leygardagin. Í estetiska fimleikinum verður stórur dentur lagdur á útsjóndina. Liðið skal vera ein heild; rørslur, tónleikur, draktir, hár og smyrsl skal alt vera ein eind, ein vøkur heildarmynd. Genturnar vóru allar í sera flottum fimleikadraktum, sum glitraðu í ymiskum litum, umframt at allar á hvørjum liðið høvdu somu hárseting og smyrsl.

Umstøðurnar rundan um sjálvar fimleikararnar vóru eisini vakrar. Ítróttarhøllin var sera vakurt pyntað við blómum og øðrum. Eitt serligt fimleikagólv var lagt á, umframt at ljós bert var á miðjuni á gólvinum, soleiðis at tað einans vóru fimleikararnir, sum vóru í miðdeplinum. Hetta gjørdi eisini, at genturnar ikki vórðu órógvaðar, ímeðan tær framførdu.

Fimleikasambandið hevur gjørt nógv fyri, at umstøðurnar at menna fimleikin skulu verða so góðar, sum møguligt. Milum annað hava tey havt trý áhugaverd skeið við lærumeistarum frá Estlandi og Finnlandi, sum eru tvey av teimum mest framkomnu londunum innan estetiskan fimleik. Feløgini hava eisini sjálvi syrgt fyri at fáa útlendsk fólk til landið at undirvísa. Størsti denturin hevur í ár verið lagdur á grundvenjing og smidleika, sum eru tey økini, har vit eru eitt sindur aftan fyri hini londini.

Orsøkin til, at henda kappingin ikki hevur verið fyrr enn nú í mai, kemst av, at Fimleikasambandið ynskir at gera fimleikaárið longri, soleiðis at fimleikur ikki bara er vetrarítróttur, tí ynski er at vera við í fleiri altjóða kappingum, og tá mugu fimleikararnir vera í bestu venjing. Komandi ár er ætlanin at skipa fyri fleiri kappingum, umframt at hava legur og onnur tiltøk fyri dómarar, venjarar og ikki minst fimleikarar.

Eftirspurningurin eftir dómarum er sera stórur; eisini uttanlands. Føroysku dómararnir eru longu nú bidnir um at døma tær donsku kappingarnar, sum vera í næstum. Fimleikasambandi roynir at gera umstøðurnar hjá føroyska dómarahópinum so góðar, sum gjørligt, við at senda fólk á tey altjóða skeiðini, sum eru hvørt ár. Tveir dómarar, Elna Johansen og Beinta Danielsen, hava dømt altjóða kappingar; tær kunnu halda áfram á næsta skeiði, og eftir hetta hava tær loyvi at skipa fyri skeiðum og undirvísa øðrum dómarum.

Sum heild kann sigast, at kappingin var sera spennandi. Tað sást, at bæði fimleikarar og venjarar hava lagt nógva orku í at fáa íðkanirnar so perfektar, sum gjørligt.

Úrslitini vóru hesi:

Pinkur:
Nr. 1:Havnar Fimleikafelag A13,65 stig
Nr. 2:Støkk13,17 stig
Nr. 3:Ljósið12,85 stig
Nr. 4:Havnar Fimleikafelag B12,67 stig

Smágentur:
Nr. 1:Havnar Fimleikafelag A16,72 stig
Nr. 2:Støkk A14,85 stig
Nr. 3:Havnar Fimleikafelag B14,52 stig
Nr. 4:Ljósið14,40 stig
Nr. 5:Støkk B14,03 stig

Kvinnur:
Nr. 1:Støkk16,57 stig
Nr. 2:Havnar Fimleikafelag16,50 stig
Nr. 3:Ljósið14,20 stig
Nr. 4:Flog12,17 stig