vit ikki hugsa um teg, tosa um teg, ja ta› er sum um tú ert mitt ímillum okkum vi› hvørt, og vit næstan hoyra teg fyri okkum, tú hev›i ein serligan máta at siga tingini uppá, og vart so ótrúliga skemtingarsom [...] londum, ja so vóru kuffertini altí› full vi› ymiskum til tykkara, Oddmar, tú vart henni ein so gó›ur ma›ur, stu›ul og hennara tryggleiki, og tosa›i hon um teg vi› kærleika og takksemi. Tit voru eitt gott [...] til hvønn dag sum kemur. Vit kenna okkum so fátæk, nú Gudrun er farin handan s‡n, men alíkavæl so ríkan, tí vi fingu høvi til at kenna hana,og minnini eru okkum so ómetaliga rík og gó›, tey kann ongin taka
av sorgarleikum í Stranda bygd er eftirhondini so long, at onki løgið er í, um fólk eru farin at óttast um gongdina, og eru farin at spyrja seg sjálvi, um hetta er rættskikkað, sum tað gongur. Harrans vegir [...] møtimiklastu í nærum áttati ár. Tað segði heldur ikki so lítið um títt umhugsnið mótvegis øðrum, eisini fyri tí sum tú kundi ignorera so lættliga, táið tú spurdi um sonurin mundi hava hug at fara við Jógvani Norðri [...] tosaði ofta um hvussu góður hesin skúlin var, hvussu høgt støðið í frálæruni var, og visti frá mongum at siga, um sjaldsomu typurnar sum virkaðu og kendu við hendan depilin, ið kom at hava so ómetaliga stóran
vit so víðari upp á ovastu rók, Miðlaloftið, so er har nú studio til radio. Eitt sjáldsamt men spennandi stað, har vit vóna at kunna seta dagsskránna í føroyska miðlaheiminum um ikki hvønn dag so oftani [...] fevna um alt og eiga alt, ja entá stýra øllum miðlunum í landinum, so er tað ikki ætlanin. Ætlanin er at yvirliva við at menna seg. Miðlaheimurin er nógv broyttur. Fyrr var eitt blað eitt blað og so heldur [...] heldur ikki meira. Men tøkni og samskifti eru so nógv broytt, at fylgir tú sum blað ikki við og tekur til tín nýggju møguleikarnar og avbjóðingarnar, kanst tú gerast eftirbátur, og í ringasta føri líða blaðdeyðan
Føroyum er so at siga ógjørligt at fáa fatur á einum handverkara. Skal ein so stór íløga gerast, kemur hon at leggja stórt trýst á búskapin, tí hon fer at krevja millum 150 og 200 mió krónur í íløgum um árið [...] sum er umleið 300 mió um árið! Her er eisini vert at nevna, at tá ein raðfestir ella útsetir eina ávísa ætlan, so rakar tað onkran og fær ávirkan á aðrar ætlanir. Tað er tí helst so, sum Magni sigur: - Tað [...] Sandur: Magni hevur fingið mangt orðið oman yvir sín kropp, eftir at hann varð spurdur um hansara hugsan um Sandoyartunnilin. Hann hevði neyvan væntað, at hetta fór at føra til slíkt kjak og ókvæmisorð
klappaði alt, so vit kundu ikki verið betri nøgdir, sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum. Hvat hugsaðu tit, tá tit frættu, at hann ætlaði sær ein túr oman í býin? - Tað vistu vit faktiskt einki um, tí vit [...] hevur sæð so ofta í sjónvarpinum. Og fyrilesturin hjá honum var eisini góður. Hann dugdi væl at gera tað viðkomandi, tí hann dróg Føroyar og føroysk viðurskifti inn í globalu spurningarnar. Hava tit nú fingið [...] frættu vit, at hann var á veg niðan úr býnum. Men tað var stuttligt, at hann fekk ein túr, og at fólk fingu høvi at heilsa uppá hann, sigur Jan Mortensen. - Fekk tú eisini høvi at heilsa uppá hann? - Ja, eg
rokkið um tinggáttuna og arbeiða í løgtinginum. Ein gerandisdag í september hittu vit tær til eitt prát um kvinnuliga umboðan á tingi, um teirra royndir í politiska arbeiðnum, og hvat kann betra um kvinnuligu [...] eisini, “nei, eg veit einki um fiskivinnu í Barentshavinum, so eg kann ikki fara uppí politikk”. Men um tú ert ein vanliga skilagóð kvinna, - ella ein vanliga skilagóður maður, so hevur tú tað, sum skal til [...] sum ætla at stilla upp til komandi val. Hevur tú eina meining um okkurt, sum átti at verið broytt, so ræður bara um at koma út við tí, so tú verður sædd. Bara navnið og ein yvirskrift gera stóran mun.
So varð Berith flutt um ta sýn, haðani eingin kemur aftur. Hon var ikki mett av døgum, men herviliga sjúkan vann at enda og køvdi hennara lívsljós. Hóast vit vistu, hvønn veg tað bar, so kendu vit henda [...] ára gomul, ja fyri alla familjuna vað hetta ein dyggur smeitur. Men Berith so líkt, so fall hon ikki í fátt. Hon bretti upp um armar og átók sær einsamøll allar skyldur við uppaling og húsum, sum hon megnaði [...] kunnu tykjast so fátøk í slíkari støðu. Men orðini er hóast alt tað, sum vit mugu brúka fyri at seta orð á okkara kenslur og okkara samkenslur. Sum prestur so væl segði tað í kirkjuni, so vóni eg eisini
og bað um at kunna siga nøkur orð. ”Tit eru óførar. Tit spæla góðan flogbólt, men einki er sum góða samanhaldið og góða lagið hjá tykkum”. Hóast hann var vónbrotin um egna tapið, var hann glaður um føroyska [...] Noregi, men tann ætlanin brast so ruddiliga. Tá ið so møguleikin var aftur í bronsudystinum skuldi einki koma í vegin. Eftir fyrsta settið vóru venjararnir báðir heldur ivasamir, um hetta mundi fara at eydnast [...] fyri aðra, og fingu nógvar ómøguligar bóltar aftur í spæl. Tá ið so bit kom í álopini, og blokkurin rættiliga kom fyri seg, misti norska liðið mótið. Tað var líka mikið hvat tær gjørdu, so svaraðu føroysku
fullari ferð í tómgongd. So skuldi koblast í. Tá kundi væl henda, at maskinan fór í knús, og tá var so einki at gera. Men tað kundi eisini henda tað undur, at hetta kundi fáa loyst endan so frægt, at skrúvan [...] fisk á Flemish Cap, so næsta túrin aftur varð lagt vestur um hav. Fyrst varð tó farið til Grønlands, men her var nógvur ísur, og tí var lítið at fáa. Kundi fingið somu lagnu sum Titanic So varð farið til Ný [...] teir ein enda um skrúvuna, og maskinan steðgar við brestin. Hetta var tað allarringasta, sum kundi henda. Teir vóru nær við land, og tað var pálandsvindur. Tískil var tað bert ein spurningur um tíð, nær teir
var so nógv kavarok, men tað lá á somu leið sum vit. Um kvøldið sendu teir út neyðarkall, sum vit eisini hoyrdu. Men vit fingu einki gjørt. Umborð hjá okkum stóð illa til, at hugsingur ikki var um at leita [...] Tey eiga trý børn, tvær døtur og ein son. - Tað er gott, at tit skriva um fiskivinnu og fiski-og útróðrarmannin. Alt kann ikki snúgva seg um partabrøv, bankar, flogvallir, tunlar ella politiskt møsn. Vit [...] Einsamallur á báti Hin nú seksti fimm ára gamli og kendi skiparin hevur ongar ætlanir um at gevast við útróðrinum. - Nei, so leingi eg orki og havi góða heilsu, fari eg at søkja sjógvin við AWI Star bátinum