prísurin munandi hægri enn nú. Fyrsti MR-skannarin í Danmark kom í 1984. Hann varð latin sjúkrahúsinum í Hvidovre, og kostaði hann 30 milliónir krónur. Gevari var Simon Spies Grunnurin. Anders H. Ree, yvirlækni [...] irksemi. Nú hava vit september 1999, og enn stendur eingin MR-skannari á Landssjúkrahúsinum. Men Jákup Mørkøre, sjúkrahússtjóri, sigur, at arhbeitt verður av fullum alvi at gera klárt til at seta skannaran [...] útgerðina. Eftir ætlan skal skannarin vera klárur at taka í nýtslu tíðliga í januar, men alment verður hann ikki avhendaður fyrr enn í fimtu viku í nýggju øldini. Nýggjur kanningarháttur At nýta MR-skannara
endaði málleyur, og tað var fyrst og fremst málverjin Jákup Mikkelsen, sum við stórspæli syrgdi fyri, at litavar einki mál fingu. Fyrstu løtuna hevði hann tríggjar frágera góðar bjargingar, og serliga í eina [...] nógv, og tí hevur tað ikki verið so møtimikið, sigur Óli Johannesen. Hann hevur spælt so væl seinastu vikurnar, at í Danmark hevur hann fignið nøvn sum ?múrurin? og ?føroyski kletturin?, og í Føroyum hevur [...] landsliðnum. ? Vit vóru alla tíðina undir trýsti, og vit vóru hepnir at fáa javnleik burtur úr, heldur hann. Tað var serligu fyrstu 20 minuttirnar, at heimaliðið legði stórt trýst á føroyska liðið. Teir lupu
hevur alla sína tíð roynt at hildið seg til teir royndu menninar, sum hann hevur havt tøkar, og tað er mest sum ikki komið fyri, at hann hevur tveitt ein óroyndar menn fyri leyvurnar. Sum oftast hava spælararnir [...] vøllin móti Estlandi skal takast sum eitt tekin um, at hann framvegis hevur Øssur í huganum til hetta pláss, hóast John Ryan hevur víst góðar taktir, tá hann hevur fingið kjansin á plássinum. Hitt plássið á [...] Todi Jónsson og Uni Arge verða í álopinum í kvøld, hóast Jákup á Borg og kviki Heðin á Lakjuni spentir bíða eftir sínum kjansi. Í málinum verður Jákup Mikkelsen, sum spældi ein framúr góðan dyst móti Litava
Benjaminsen hevur gott spælskil, og hann var við í nógvum samanspæli. Og tað var um reppið, at hann gjørdist dagsins maður, tí í rættuliga góðari støðu í brotsteiginum stútaði hann frísparksinnlegg frá Henningi [...] Hesa ferð var Allan Simonsen skjótari at skifta út, enn hann fleiri ferðir áður hevur verið. Eftir steðgin kom Jákup á Borg inn fyri Una Arge. Hetta var gjørt í vónini, at tað skuldi eydnast unga B36 manninum [...] leysan av mótstøðumanninum, sum alla tíðina hevði hingið í Una Arge. Jákup á Borg fekk ongan málmøguleika, og í 2. hálvleiki fór hann alt longri aftur á vøllin. Tá tað restaðu 25 minuttir gjørdi venjarin
øðrum føroyingum, sum fylgja og taka á við fótbóltslandsliðnum, so var Allan Simonsen vónbrotin, tá hann eftir lokið stríð og enn eitt tepurt tap møtti føroysku pressuni. ? Det her er rigtig træls, helt [...] føroyingar alíkavæl. ? Málið, sum teir fáa, eigur verjan hjá okkum alt sum tað er. Tað kann gott vera, at Jákup stóð í so aftarlaga, tí frísparkið varð skotið úr so stórari fjarstøðu, men tað eru stóru menninir [...] málið til einasta mannin, sum teir hava stutt úr málinum, uttan at onkur av okkara syrgir fyri, at hann verður fingin av vegnum. Deyðbóltarnir tykjast av álvara at vera vornir ein trupulleiki? ? Ja. Og
eygleiðari úr Svøríki: Bo Karlsson 420 áskoðarar Føroyar: 1. Jákup Mikkelsen, Herfølge ? 7. Henning Jarnskor, GÍ (14. Heðin á Lakjuni, KÍ, 84.), 5. Hans Fróði Hansen, HB, 2. Óli Johannesen, AGF, 3. Jens Kristian [...] ÍBV, 8. Julian Johnsson, Sogndal (17. Fróði Benjaminsen, B68, 65.) ? 11. Uni Arge, Leiftur (15. Jákup á Borg, B36, 46.), 10. Todi Jónsson, FCK Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Rógvi Jacobsen
hornaspørkunum var ikki, sum hann onkuntíð hevur verið. Henning Jarnskor, GÍ, 26/30/2: Hevði fingið plássið í høgru, sum hann so ofta áður hevur røkt, aftur. Í 1. hálvleiki varð hann fleiri ferðir yvirspældur [...] ikki so eyðsýndur í framrættaða spælinum, sum hann var móti Estlandi. Pól Thorsteinsson, B36, 25/17/0: hevði leiklutin, sum Sámal Joensen plagar at hava. Hann var bæði frammarlaga og aftarlaga og avrikið [...] liðnum. Í síðstu løtuni var hann inni undir føroyska málinum og syrgdi fyri, at mótstøðumaðurin, sum var púra blankur, varð kroystur at senda innleggið úr høgru omanfyri málið. Hans Fróði Hansen, HB, 24/10/1:
smápartafelag, ið skal reka 1.deildar fótbóltin í Runavík. Hvør er ætlanin? Jákup Mortensen er formaður í NSÍ, og vit spurdu hann hvussu og hví tey eru farin til verka: Vit hava sent kunningarskriv út til [...] fíggjarliga og ítróttarliga. Stovnandi aðalfundur Jákup sigur, at teir hava havt samband við nøkur av teimum, ið teir hava sent skriv út til, og hann metir, at áhugin er til staðar. Teir fara nú at seta [...] taka sær av 1. deild hjá monnum trý tey komandi árini frá 1.januar 2000 at rokna. NSÍ eiga helmingin Jákup sigur, at tað sita fólk í løtuni og arbeiða við, hvussu ein eventuell fíggjarætlan kemur at síggja
11, altarg., Niels Pauli Danielsen Hvannasund: kl. 12, altargangur, Norðoya Røktarheim: kl. 14.30, Hans Eiler Hammer Kvívík: kl. 12, Marjun Bæk Kollafjørður: kl. 11, Martin R. Jacobsen Fuglafjørður: kl [...] tiltakið) Fríðrikskirkjan: kl. 11, Jónsvein Bech Sumba: kl. 12, Elsa Funding Húsavík: kl. 12, altarg., Jákup R. Hansen Bøur: kl. 11, altarg., Uni Næs Tvøroyri: Barnagudstænasta, Petur M. Rasmussen. (Sunnudagin
Simonsen og landsliðnum, eru føroysku útisetarnir aftur í feløgunum, har teir vinna dagligu inntøkuna. Jákup Mikkelsen, Todi Jónsson, Julian Johnsson, Uni Arge og Jens Martin Knudsen fóru saman við Allani Simonsen [...] í felagsvenjingini. Men hesa ferð er tað bara hjá Toda Jónsson, at tað kann vera nakar ivi um, um hann verður millum ellivu teir fyrstu. FCK skal sunnudagin spæla á heimavølli móti Vejle, sum í seks teimum [...] hjá verjanum hjá venjaranum, hesa ferð verður settur á beinkin. Men tað talar Toda til fyrimunar, at hann er toppskjútti hjá FCK móti Vejle. Liðini hava spælt tólv ferðir móti hvørjum øðrum, síðani samanrenningin