Fótbólturin nýggjar karmar at virka undir

Í Runavík fær fótbólturin nú nýggjar karmar at virka undir - 1. deild hjá NSÍ verður nú partafelag

Jan Rasmussen


Sum kunnugt er nógv hent innan føroyska fótbóltin síðstu tíðina, har peningur er farin at hava ein alt størri leiklut. Tað ræður um at hava eitt gott fíggjarligt grundarlag at byggja á fyri at vera við í oddinum. Hetta hava tey eisini ásannað í Nes Sóknar Ítróttarfelag, og tískil verður tað nú arbeitt av øllum alvi at leggja lunnar undir eitt smápartafelag, ið skal reka 1.deildar fótbóltin í Runavík.


Hvør er ætlanin?

Jákup Mortensen er formaður í NSÍ, og vit spurdu hann hvussu og hví tey eru farin til verka: Vit hava sent kunningarskriv út til 62 vinnufyritøkur í økinum, har vit siga frá okkara ætlanum um at seta eitt smápartafelag á stovn. Hvat er so endamálið? Endamálið er, sum tað stendur í skrivinum, at varðveita okkara frægastu fótbóltsleikarar, so at hesir ikki fara til onnur feløg. Fáa eitt gott og varandi fíggjarligt grundarlag, og at betra um umstøðurnar til at røkja tey umleið 220 børnini frá 14 árum og yngri, sum luttaka í fótbóltshøpi í felagnum. Til hetta krevst, at vit fáa eitt tættari tilknýti til vinnuna o.o. á økinum. Tí er ætlanin at vinnufyritøkur, privatfólk og NSÍ skulu seta eitt smápartafelag á stovn, ið kemur at virka sum eitt dóttirfelag hjá verandi felag. Hetta dóttirfelagið kemur so at taka sær av 1. deild hjá monnum trý tey komandi árini frá 1.januar 2000 at rokna.


NSÍ eiga helmingin

Jákup sigur, at tað sita fólk í løtuni og arbeiða við, hvussu ein eventuell fíggjarætlan kemur at síggja út. Ætlandi verður tað soleiðis, at móðirfelagið NSÍ kemur at eiga helmingin av partapeninginum í smápartafelagnum, meðan vinnufyritøkurnar og tey privatu eiga restina. Tað heila skal so koyra við rakstarpeningi, har vinnufyritøkurnar og tey privatu gjalda eitt fast gjald, eins og smápartafelagið kemur at ráða yvir áskoðarainntøkunum av heimadystunum hjá besta mansliðnum. Hesin peningur skal so nýtast til at gera sáttmálarnar, ið skulu varðveita spælararnar á plássinum. Jákup sigur, at teir nýta partafelagið, ið rekir 1. deild hjá HB, sum fyrimynd í arbeiðnum.


Bonusskipan

ikki nøktandi

Tit hava koyrt við einari bonusskipan í ár, var tað ikki nøktandi? Nei, tað vísti seg at vera alt ov torført at halda tað, ið vit høvdu avtalað við spælararnar áðrenn verandi kappingarár. Tískil skal hetta eisini metast sum ein liður í, at vit royna at vinna okkara trúvirðið yvir fyri spælarunum aftur við at gera sáttmálar, ið halda. Ti nú skal tað fíggjarliga grundarlagið fáast uppá pláss. Um hetta verður ein veruleiki, so ivist eg heldur ikki í, at tað verður nógv hugaligari at arbeiða við fótbóltinum í Runavík, og at tað kemur at merkjast allan vegin niðureftir í deildunum. Og tað er nakað vit leggja stóran dent á her, at tað eru fyrst og fremst leikarar, ið eru uppvaksnir í felagnum, ið tað skal byggjast víðari uppá. Verða tað økt krøv? Vit siga ikki, at vit mugu fyri einhvønn prís gerast føroya meistarar næsta ár, hóast vit sjálvandi fara at royna, tí tað mest týðandi er at skapa ein tryggleika undir felagnum, soleiðis at tað heila ikki bráðliga dettur niður á gólvið bæði fíggjarliga og ítróttarliga.


Stovnandi aðalfundur

Jákup sigur, at teir hava havt samband við nøkur av teimum, ið teir hava sent skriv út til, og hann metir, at áhugin er til staðar. Teir fara nú at seta seg í samband við øll hini, ið hava fingið skrivið, og vísir tað seg, at nøktandi áhugi er til staðar, so verður boðað til stovnandi aðalfund, har uppskot til viðtøkur, fíggjarætlan o.tl verða løgd fram. Ein nevnd skal veljast, og kemur hon helst at vera mannað við fimm limum, harav NSÍ eigur tveir og hinir partaeigararnir tríggjar. Jákup sigur, at tað er av stórum týdningi, at partaeigararnir (vinnufyritøkurnar) verða væl røktir og koma at síggjast aftur í tiltøkum, lýsingum o.ø. Ein liður í hesum hevði eisini verið, at komið varð saman kanska einaferð um mánaðan, at tosa um tingini og menna samstarvið. Eitt samstarv sum skal hava til endamáls at fáa fótbóltin í Runavík at náa enn longur upp tey næstu árini, og sum heild at gera tað meira hugaligt at antin arbeiða við felagnum ella bara at standa á bakkanum og stuðla...