Jákup Mikkelsen, Herfølge, 29 ár/13 landsdystir: Hevði millum lítið og einki at gera. Kann neyvan lastast fyri málið, sum mótstøðumenninir fingu, var nógv við í fótbóltsspælinum, tá føroyingar royndu at vera tolnir, og tað megnaði hann væl. Einar tvær ferðir vóru útspørkini eitt sindur skeiv.
Óli Johannesen, AGF, 27/42/1: Var tryggur á aftasta manni, men helt seg fyri tað mesta afturi á vøllinum. Saman við feløgunum í miðverjuni hugsar hann ivaleyst enn um, hvussu tað kann bera til, at ein einsamallur mótstøðumaður kundi sleppa at standa leysur og stútað í kassan.
Jens Kristian Hansen, B36, 28/30/2: Hevur ivaleyst somu hugsanir um einsamalla málið, sum hinir í verjuni. Spældi annars væl, men var ikki so eyðsýndur í framrættaða spælinum, sum hann var móti Estlandi.
Pól Thorsteinsson, B36, 25/17/0: hevði leiklutin, sum Sámal Joensen plagar at hava. Hann var bæði frammarlaga og aftarlaga og avrikið var kanska tað besta á føroyska liðnum. Í síðstu løtuni var hann inni undir føroyska málinum og syrgdi fyri, at mótstøðumaðurin, sum var púra blankur, varð kroystur at senda innleggið úr høgru omanfyri málið.
Hans Fróði Hansen, HB, 24/10/1: Tykist vera vorðin bólttryggari, enn hann áður hevur verið. Avrikið líktist annars nett tí hjá hinum báðum í miðverjuni. Ofraði seg stutt undan steðginum í takling dygst undir føroyska málinum, og fekk ein snudd, sum hevði við sær, at hann lá uttanfyri í tveir minuttir.
Øssur Hansen, B36, 28/34/1: Hevði fingið plássið á vinstra vongverjanum aftur og spældi við royndunum, sum hann hevur. Álopsparturin var ikki stór tyngd í. Skrúvandi innleggini vóru fá, og neyvleikin í hornaspørkunum var ikki, sum hann onkuntíð hevur verið.
Henning Jarnskor, GÍ, 26/30/2: Hevði fingið plássið í høgru, sum hann so ofta áður hevur røkt, aftur. Í 1. hálvleiki varð hann fleiri ferðir yvirspældur í verjupartinum, tá mótstøðumenninir kontraðu, og í 2. hálvleiki hevði hann fleiri góð innlegg. Fyri álopsspælið hevði tað verið kærkomið, um vongspælararnir báðir oftari høvdu megnað at sneitt mótstøðumenn av sær.
Julian Johnsson, Sogndal, 24/29/1: Hevði tað sera strevið á tunga og váta vøllinum. Stríddist sum altíð nógv, men vann ikki so nógvar bóltar, sum hann plagar at gera, og avspælið var ikki nóg neyvt. At venjarin valdi at taka spælaran, sum plagar at vera størsti stríðsmaðurin á miðvøllinum út, var ikki óvæntað.
Allan Mørkøre, ÍBV, 28/45/1: Hevði leiklutin sum fremsti miðvallarin, og hann var nógv meiri við í spælinum, enn hann var tað ímóti Estlandi. Var onkuntíð um reppið at spæla Toda Jónsson leysan. Langskotsroyndirnar vóru ikki nóg neyvar, og frísparkið, sum hevði málið við sær, var púra neyðugt og varð gjørt eftir miseydnaða temjing.
Todi Jónsson, FCK, 28/36/8: Arbeiddi nógv og var ein støðug hóttan móti mótstøðumonnunum, sum lógu tætt í Toda. Hesa ferð vórðu nógv fríspørk dømd móti mótstøðumonnunum, sum royndu at taka bóltin av Toda, men føroyingar tykjast ikki hava somu úrtøku úr deyðbóltsstøðum, sum mótstøðumenninir hava.
Uni Arge, Leiftur, 28/27/5: Var væl ansaður og kom ongantíð leysur. Tungi og váti vøllurin var ikki nakar lívrættur fyri Una Arge, sum longu í steðginum mátti víkja sætið.
Jákup á Borg, B36, 19/8/0: Fekk møguleikan í longri tíð enn nakrantíð áður, men fekk ongantíð møguleikan at skora fyrsta landsliðsmálið. Reikaði nógv, tá hann tók lut í samanspælinum, og tá Heðin á Lakjuni kom inn, gjørdist hann miðvallari.
Fróði Benjaminsen, B68, 21/2/0: Fall væl inn á miðvøllinum, har hann var raskur í verjupartinum og dugdi væl at samanspæla. Var um reppið at skora, og tað má roknast við, at Fróði Benjaminsen við hesum avrikinum styrkti um sína støðu á landsliðnum.
Heðin á Lakjuni, KÍ, 21/2/0: Spældi síðstu fimm minuttirnar, tá øll orka varð løgd í framrættaða partin, men eingin støða stóðst, har skjótleikin hjá Heðini kundi koma til sín rætt.
John Ryan, KÍ, Jens Martin Kundsen,Leiftur, Rógvi Jacobsen, KÍ og Bartal Eliasen, GÍ komu ikki inn.