17. september 1998 fekk Landssjúkrahúsið eitt gávubræv frá Tryggingarfelagnum Føroyar við einum virði á 7 milliónir krónur, ið nýtast skuldu til ein sokallaðan MR-skannara. Gávan varð latin í sambandi við, at nýggja felagið alment byrjaði tryggingarvirksemi.
Nú hava vit september 1999, og enn stendur eingin MR-skannari á Landssjúkrahúsinum. Men Jákup Mørkøre, sjúkrahússtjóri, sigur, at arhbeitt verður av fullum alvi at gera klárt til at seta skannaran upp, og gongst alt sum ætlað verður skannarin tikin í nýtslu í fimtu viku í næstu øld.
Drúgvar fyrireikingar
Tað er einki dulsmál, at plásstrot er ein stórur trupulleiki á Landssjúkrahúsinum. Og júst hetta er eisini ein av høvuðsorsøkunum til, at so drúgv tíð er gingin frá degnum skannarin varð latin til farið varð undir at gera klárt til skannaran. Trupulleikar vóru nevniliga at finna pláss til hendan góða skannara.
Men leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur nú funnið eina loysn á trupulleikanum, og nú arbeiða handverkarar við fullari ferð við at gera røntgendeildina og medioteknisku deild klárar til skannaran.
Væntað verður, at klárt er at fara undir uppsetanina av skannaraútgerðini um miðjan november. Hetta arbeiðið verður mett at vera liðugt móti jólum, tá starvsfólkini á deildni skulu lærast at nýta útgerðina. Eftir ætlan skal skannarin vera klárur at taka í nýtslu tíðliga í januar, men alment verður hann ikki avhendaður fyrr enn í fimtu viku í nýggju øldini.
Nýggjur kanningarháttur
At nýta MR-skannara er ein rættuliga nýggjur kanningarháttur, ið einki hevur við vanligu røntgenkanningarnar at gera. Tó fara kanningarnar fram á røntgendeildunum, av tí at talan er um sokallaða myndadiagnostik.
MR-skannarar vóru eisini til tíðliga í áttatiárunum, men tá var prísurin munandi hægri enn nú. Fyrsti MR-skannarin í Danmark kom í 1984. Hann varð latin sjúkrahúsinum í Hvidovre, og kostaði hann 30 milliónir krónur. Gevari var Simon Spies Grunnurin.
Anders H. Ree, yvirlækni, greiðir frá, at ein MR-skannari er ein magnetskannari, ið byggir á tann eginleika, at 70 prosent av mannakroppinum eru vatn. Sostatt er ein stórt tal av brintkjarnum ella protonum, sum hetta eisini verður kallað, í mannakroppinum. Brintkjarnurnar virka sum smámagnet við einum suðurpóli og einum norðurpóli. Tá ein sjúklingur verður lagdur inn á MR-skannaran, sum í veruleikanum er ein magnet, stilla brintkjarnurnar seg parallelt við magnetiska økið. Undir sjálvari kanningini verða radio impulsir sendir inn í mannakroppin. Hetta ger, at brintkjarnurnar koppa úr magnetiska økinum. Tá sløkt verður fyri radiosignalinum, fara brintkjarnurnar aftur í náttúrligu støðuna, samstundis sum tær senda út radiosignal. Hesi radiosignal verða síðani móttikin av antennum og send gjøgnum stórar teldur, ið eru førar fyri at gera tvørskurðsmyndir av øllum mannakroppinum burturúr hesum signalum.
Neyvar upplýsingar
MR-skanningarnar verða serliga nýttar til kanningar av heila, mønu og øðrum kropslutum, ið beinleiðis hava samband við hesi. Og gevur hesin kanningarháttur ógvuliga neyvar myndir, tá kannað verður fyri svullum á heilanum, scelerosu og øðrum heilasjúkum. Eisini er kanningarhátturin ógvuliga neyvur, tá kannað verður fyri epilepsi. Harafturat koma sjúkur í bróstkassa og búkholu helst eisini at verða kannaðar við MR-skannaranum.
MR-skanningarnar koma partvís at avloysa sera ógvusligar kanningar, sum til dømis myleografi, ið er innsprænan av kontrast í mønurennuna.
Mett verður, at so hvørt tíðin gongur, fer at bera til at nýta MR-skanning sum kanningarhátt innan fleiri og fleiri sjúkur, og eru tey á Landssjúkrahúsinum tískil sera glað fyri nýggja skannaran.