Hesa ferð var Allan Simonsen skjótari at skifta út, enn hann fleiri ferðir áður hevur verið. Eftir steðgin kom Jákup á Borg inn fyri Una Arge. Hetta var gjørt í vónini, at tað skuldi eydnast unga B36 manninum at skræða seg leysan av mótstøðumanninum, sum alla tíðina hevði hingið í Una Arge.
Jákup á Borg fekk ongan málmøguleika, og í 2. hálvleiki fór hann alt longri aftur á vøllin.
Tá tað restaðu 25 minuttir gjørdi venjarin av at skifta Julian Johnsson, sum hevur spælt allar dystirnar í ár og í fjør á tamb, út við Fróða Benjaminsen úr B68, sum spældi fyri fyrstu ferð á landsliðnum í vinardystinum móti Íslandi.
? Eg vónaði, at Fróði fór at vera við til at seta dám á fótbóltsspælið, og tað haldi eg, at hann gjørdi. Eg síggi Fróða Benjaminsen sum ein framtíðar spælara, og at hann fekk meiri spælitíð hesa ferð og stóð seg væl, eigur at fra at koma okkum til góða í komandi dystunum, helt venjarin.
Sá bóltin ov seint
Fróði Benjaminsen hevur gott spælskil, og hann var við í nógvum samanspæli. Og tað var um reppið, at hann gjørdist dagsins maður, tí í rættuliga góðari støðu í brotsteiginum stútaði hann frísparksinnlegg frá Henningi Jarnskor upp um málið:
? Innleggið kom úr høgru, men tíverri sá eg bóltin ov seint. Hann fór framvið tveimum mótstøðumonnum, og triðji spælarin tók seg undan, og tað hevði eg ikki roknað við. Tað var eingin tíð at umráða seg, eg setti høvdið undir bóltin, men tíverri fekk eg ikki stýrt honum nóg væl, og so fór hann omanfyri, heldur Fróði Benjaminsen, liðformaðurin hjá B68, sum nú hevur sett sær nýggj mál á landsliðnum:
? Higartil hevur málið verið at sleppa við í átjan manna hópin. Nú havi eg verið inni tvær ferðir, og so er málið sjálvandi at fáa meiri spæltíð. Dreymurin hjá øllum, sum eru á landsliðnum, er at vera millum ellivu teir fyrstu, og tað er hann eisini hjá mær. Dreymurin er nærri veruleikanum nú, enn hann hevur verið, og eg ætli mær at gera mítt til at sleppa upp í part, men tað verður torført, tí tað eru nógvir um boðið, sigur B68 maðurin.









