rætt og rættað mistakið í næstu útgávu. Eg var sjálvsagt bæði ungur og góðtrúgvin. Og onkursvegna tóktist tað tá, sum gekk ein føroyskur Pythagoras her og høsnaðist, við skavara og hamri, gloymdur og forfjónaður [...] tignarstiganum, høvdu vit bæði eygu og oyru. Vit komu at kenna menn úr bý og av bygd, vit skiftu orð um átrúna og politikk, vit gjørdu fortreð og spældu monnum puss. Og sjálvsagt fingu vit eisini eina ávísa [...] ina og til endans eisini løgmaður sjálvur ? sum um hetta mundið var Hákun Djurhuus. Stakroyndir vórðu tiknar, Sverri og Jóannes, løgmaður og friðingarmenn tutlaðu og tingaðust, her varð fregnað og kannað
(myndir) 18 hús eru í Hesti og tólv ættir vóru í Ísrael. Sjey dagar eru í vikuni og hvønn einasta av hesum hugsar Johan í Hesti eitt sindur um Ísrael og hvussu tað gongst Guds fólki. Og hvat er tað so sum fær [...] Her er grønt og fjálgt inni, og konan Hermanda skeinkir kaffi og nýkókaðar kleynur. Niðri í Ramalla á Gaza-geiranum situr Yasser Arafat í húsavarðhaldi. Ísraelsmenn halda vakt uttanfyri og hann sleppur [...] Men aftan á friðin millum Begin og Sadat hevur ikki blóð flotið. Tað verður eisini einaferð friður millum ísraelsmenn og palestinar. Tað er heilt vist, skriftin sigur tað og hon lýgur ikki. BEN GURION Sum
fýra børn og trý ommubørn, familju og nógvar góðar vinir. Lívið hjá mær er ikki fátækari í dag, eg elski lívið og elski at liva. Og tað er nógv eg skal náa, sigur hon, og sipar til sangin og guitarin, [...] lívinum. - Nógv fólk úti í heimi missa og hava mist alt og øll tey eiga. Kríggj, neyð og líðingar eru alla staðni, og tá kann eg ikki siga, at eg havi tað ringast. Hús, bil og annað eigi eg ikki, men hvat nyttaði [...] í 1993, og tað seinasta, ein dóttur, ið gjørdist 30 ára gomul, sum doyði júst fyri einum ári síðani. FRÍÐBJØRG er fødd og vaksin upp í Skopun. Kemur, sum hon sjálv sigur, frá einum góðum og trúgvandi
sagt einki gjørt um seg hesa løtuna, og við átta málum á muni í steðginum, var leyst og liðugt hjá gestunum., StÍF helt bara fast um leiðsluna í seinna umfarinum, og spennandi gjørdist tað ongantíð. Við [...] Ætlaði sigurin hjá heimalinum varð tó av ongum, og í veruleikanum var tað heldur ongan tíð nær við, at so skuldi vera. StÍF var alt fyri eitt omaná leygardagin, og eftir eina góða byrjan, so meira ella minni [...] hondbólti verið heldur størri enn vanligt hetta kappingarárið. Fleiri góð úrslit hava verið á skránni, og móti grannunum av Strondum høvdu tjaldursmenn møguleika at koma heilt nær heiðursmerkjarøðini, nú
egnum landi og ríki. Tað er tó framleitt so mikið, at hesi londini ? eins og onnur ? eisini fáa nakrar seðlar sendandi á nýggjárinum. Í Føroyum verða fyrstu seðlarnir ikki her fyrrenn 2. januar og almenningurin [...] januar í 2002 koma nýggir pengaseðlar og nýggjar myntir á gøtuni í 12 av teimum 15 ES-londunum, sum skulu avloysa tey galdandi gjaldoyruni. Tað eru bert Ongland, Svøríki og ríkisfelagin Danmark, sum ikki vilja [...] fara í peningastovn seinnapartin hósdagin 3. januar og ogna sær nýggju evruseðlarnar. Trý ár Finn Danberg er fíggjarleiðari fyri Føroya Sparikassa, og hann sigur, at hetta ikki er nøkur stórhending í f
útlendingar og føroyingar. Sambært Johannes so er spurningurin at nøkta nakrar tørvir og veita tænastur har eftirspurningurin er. Á jólum hevur hotellið skipað fyri nøkrum jólafrokostum, og nú tað so spakuliga [...] ráðstevnur og so framvegis. Men sum nú er, eru ongar ítøkiligar ætlanir gjørdar. Ætlanin er nú at seta meg inn í tingini, so ætlanir kunnu verða lagdar. Hotel Føroyar er dóttirfelagið hjá Smyril Line, og sigur [...] heilt vist ein fyrimunur at hava eina slíka fyritøku aftanfyri seg, sum kann stuðla í sambandi við útlendskar vitjanir. Sosialurin ynskir Johannes Jensen hjartaliga tillukku við nýggja starvinum og alt tað
sigur hann og sipar til hittið Fyrstu Ferð, sum var á fyrru fløguni hjá bólkinum. - Eg havi hugsað eitt sindur um, hví tað var so strævið. Kanska var tað tí, at lurtararnir vóru so ungir, og tí ein stórur [...] ætlar sær at spæla aftur í næstum, men tað er ikki greitt, nær og hvar tað verður. - Nýggjárskonsertin var okkara fyrsta uppgáva í áravís, og vit vóru ótryggir, eisini í sjálvum spælinum. Men vit fara ikki [...] ikki rættiliga enn, men tað verður neyvan so nógv á skránni í januar. -Eitt er tó púra vist, vit fara at spæla meira, og næstu ferð fara vit at gera ein ordans vørr, lovar Edmund Jacobsen.
fyri Lønardeildina hjá Fíggjarmálastýrið, segði fríggjadagin við Dag og Viku, at fyrst skuldi álitið viðgerast, og tað var ikki vist, at tað fór at vera fylgt. Vit royndu í gjár at fáa viðmerking frá Tummas [...] nakað, og tað stendur einum og hvørjum frítt at velja, um álitini hjá honum verða tikin í álvara. Tað er tó siðvenja í londunum uttan um okkum, at niðurstøðurnar hjá Umboðsmanninum viga tungt og í allarflestu [...] ivamálum, og hóast hann ikki kann áleggja nakað, skulu tað óvanliga góð argument til fyri at ganga ímóti honum, heldur løgmaður. ? Eg kenni bara støðuna hjá Fíggjarmálastýrinum frá innslagnum í Degi og Viku
leikt ímóti tveimum liðum í 1. deild og einum liði úr Danmarkarseriuni. VÍF-kvinnurnar vunnu allar dystirnar. Móti 1. deildarliðunum vunnu tær við ávikavist 2 og 3 málum og móti liðnum úr Danmarkarseriuni vunnu [...] førum er motivatiónin í lagi og liðandin er ógvuliga góður. Um Hellas Hondbóltsfelagið Hellas er elsta og størsta hondbóltsfelagið í Haag. Felagið hevur uml. 300 íðkandi limir og luttaka í fremstu deildunum [...] góðari venjing og at uppgávan hjá okkara kviku leikarum kann gerðast tung, men er vilji at vinna og kann okkara lið kann halda ferðini á egnum støði, kann nógv henda. Vit hava skjúttar og málmenn, ið kunnu
okkum hoyrdu tey saman, Elisabeth og Árni. Men í adventini legði Árni Olsen frá sær aftan á langan og drúgvan arbeiðsdag. Henda tollaksmessudag í 2001 sótu vit og prátaðu, og Elisabeth hevði borðreitt fyri [...] fóru inn á Vatnafossar og sótu við einum breyðbita og skoðaðu dýrdina við Lítlavatn. Men løgin er lagnan. Tað var nú mest í arbeiðinum við og fyri sálarliga menningartarnað fólk og teirra avvarðandi, at [...] hansara hjálp og vegleiðing. Góða Elisabeth. Vit hava samkenslu við tær, synum, sonarkonum og ommubørnum. Vit eru nógv, sum sakna og syrgja saman við tykkum. Vit biðja hin alvalda standa tær og tínum hjá.