Jólafrí í Runavík

Tjaldur-StÍF 20-29 (7-15):

Heimaliðið megnaði ikki at gera nakað sum helst við strandingar, sum við sigrinum vunnu seg upp á triðja plássið

 

Hondbóltur ? menn


Í Runavíkini hevur spenningurin um mansliðið í hondbólti verið heldur størri enn vanligt hetta kappingarárið.

Fleiri góð úrslit hava verið á skránni, og móti grannunum av Strondum høvdu tjaldursmenn møguleika at koma heilt nær heiðursmerkjarøðini, nú endaspælið stendur fyri framman.


Avgjørdu í fyrra

Ætlaði sigurin hjá heimalinum varð tó av ongum, og í veruleikanum var tað heldur ongan tíð nær við, at so skuldi vera.

StÍF var alt fyri eitt omaná leygardagin, og eftir eina góða byrjan, so meira ella minni læstu teir dystin seinastu løtuna av fyrra hálvleiki. Tjaldur fekk snøgt sagt einki gjørt um seg hesa løtuna, og við átta málum á muni í steðginum, var leyst og liðugt hjá gestunum.,

StÍF helt bara fast um leiðsluna í seinna umfarinum, og spennandi gjørdist tað ongantíð.

Við sigrinum vann StÍF seg upp á fjórða plássið í grundspælinum, men tá endaspælið byrjar, eru teir á triðja plássinum, tí teir verða tá ájavnir hovyíkingum í stigum. Tjaldur er tó bert tvey stig aftan fyri, so hóast teir fingu bank hesaferð, so er als ikki vist, at runavíkingarnir skulu avskrivast.