Spenningurin er stórur í Vestmanna

Fríggja- og sunnudagin fáa VÍF-kvinnurnar sína helst størstu avbjóðing nakran tíð í felagshøpi, tá tær skulu tá royna seg í europeisku kappingini fyri steypavinnarar

Europa-cup
Tíðindaskriv frá VÍF

1. kvinnulið hjá VÍF fer á fyrsta sinni at royna seg í europeisku hondbóltskappingini fyri steypavinnarar. VÍF vann bæði steypa- og landskappingina seinasta kappingarár.

Hetta er fyrstu ferð síðani 1968, at VÍF- kvinnurnar hava vunnið 1. deild og tí varð avrátt, at tær skuldu luttaka í Europa-cup. Sjálvar valdu tær kappingina fyri steypavinnarar, og eru nógvar fyrireikingar gjørdar síðani hetta varð greitt seinasta vár. Millum annað er eitt stórt arbeiðið gjørt fyri at hetta skuldi bera til fíggjarliga. Her skulu vit nýta høvi at takka øllum teimum mongu stuðlunum, eins og ein tøkk verður veitt øllum teimum, sum hava staðið fyri tí ómetaliga umfatandi sjálvbodna arbeiði, ið gjørt er.

Nógv venjing
VÍF-kvinnurnar hava nærum ikki havt støðg í venjingini síðani kappingarlok. Ætlandi skuldi Europa-cup kappingin byrja í november, men við tað at lutfallsliga fá lið meldaðu til, vórðu 1. og 2. umfar strikað, soleiðis at byrja verður í januar 2002 við triðja umfari. VÍF skal í hesum umfari leika móti Hellas úr Haag í Hollandi og verða báðir dystirnir leiktir í ítróttarhøllini í Vestmanna. Dystirnir verða ávíkavist fríggjakvøldið 11. januar kl. 18:00 og sunnudagin 13. januar kl. 16:00.

Umframt nógvu heimligu venjingina hava VÍF-kvinnurnar eisini verið á venjingarlegu í Danmark um ársskiftið. Har hava tær millum annað leikt ímóti tveimum liðum í 1. deild og einum liði úr Danmarkarseriuni. VÍF-kvinnurnar vunnu allar dystirnar.

Móti 1. deildarliðunum vunnu tær við ávikavist 2 og 3 málum og móti liðnum úr Danmarkarseriuni vunnu tær 41-22. Um tær so klára at gerða nakað við steypavinnararnar úr Hollandi, má so bara tíðin fara at vísa. Í øllum førum er motivatiónin í lagi og liðandin er ógvuliga góður.

Um Hellas
Hondbóltsfelagið Hellas er elsta og størsta hondbóltsfelagið í Haag. Felagið hevur uml. 300 íðkandi limir og luttaka í fremstu deildunum hjá bæði kvinnum og monnum ? sokallaðu Eeresdivisiónini.

Hellas varð stovnað 15. marts 1927 og verður sostatt 75 ár í ár. Felagið hevur sítt egnu ítróttarøki, sum liggur í hugnaligum umhvørvi við sjóvarmálan. Eitt ítróttarumhvørvið, sum ger tað áhugavert hjá øðrum feløgum at koma har á eitt nú venjingarlegum.

Gjøgnum tíðina hevur felagið lagt sera stóran dent á ungdómsarbeiðið, og hevur hetta í nógv ár givið úrslit í, at felagið hevur havt nógvar landsliðsleikarar á øllum aldursstigum.

Endamálið hjá felagnum er at hava hondbóltsspælarar á høgum støði, samstundis sum pláss skal verða fyri áhugaleikarum, og sum skilst hevur hetta viðført, at »klimaðið« í felagnum altíð hevur verið stak gott.

Á elitusíðuni hevur serstakliga verið arbeitt nógv við kvinnuliðnum seinnu árini, soleiðis at hesar hava nátt oddinum í hollendsku kappingini. Í fjør vunnu tær steypakappingina og gjørdust nummar tvey í landskappingini, og í mun til liðið tá, er bert ein leikari farin frá.

Sagt verður annars um liðið, at tær tær leggja seg eftir at spæla á einum høgum tekniskum støði, og hetta hevur gjørt, at nógvir leikarar aðra staðni frá hava hug at koma til felagið.

Eru skerdar
Í løtuni er Hellas á øðrum plássi í landskappingini eftir 11 dystir. Byrjanin uppá landskapppingina hevur verið eitt sindur trilvandi. Hetta tí at fýra av leikararunum hava verið knýttir at landsliðnum, ið hevur verið við í heimsmeistarakappingini í Italia í vetur. Hesar fýra eru eru Sylvia Hofman, Ingeborg Vlietstra, Pearl van der Wissel og Maaike Turnhout.

Hesar hava tí ikki verið nógv við til venjingarnar, saman við sínum liðfeløgum. Kann verða, at hetta er ein fyrimunur fyri okkara lið, tí sagt verður, at liðið enn ikki hevur funnið ta røttu rútmuna frá seinast kappingarári.

Liðið venur 5 ferðir 3 tímar um vikuna, umframt at fleiri av leikarunum venja arðar tíðir eisini, so roknast má við, at leikararnir eru í góðari venjing og at uppgávan hjá okkara kviku leikarum kann gerðast tung, men er vilji at vinna og kann okkara lið kann halda ferðini á egnum støði, kann nógv henda. Vit hava skjúttar og málmenn, ið kunnu eitt sindur av hvørjum.