Hotel Føroyar: Hotellið fyri øll

1. januar í ár tók Johannes Jensen við starvinum sum nýggjur stjóri á Hotel Føroyum við Oyggjarvegin. Hetta fer tó ikki at ávirka hotellið í fyrstu syftu.

Ferðavinna

Enn eru ongar ítøkiligar ætlanir gjørdar um broytingar, tí fyrst og fremst ætlar stjórin at seta seg inn í tingini .

Stásiliga hotellið við Oyggjarvegin fekk 1. januar nýggjan stjóra. 39 ára gamli Johannes Jensen er settur í starv, sum stjóri á Hotel Føroyum. Johannes er útbúgvin MBA, Master of Business Administration, sum er ein útbúgving í virkisleiðislu, og hevur hann seinastu árini starvast sum marknaðarleiðari á Føroya Fiskasølu.

Foreldur Johannes høvdu í sínari tíð hotellið niðri á Kongabrúnni í Havn. Spurdur um hetta var nakað, ið lá í blóðinum, svarar Johannes Jensen:

? Nei, tað haldi eg ikki. Eg gekk í Hoydølum tá hetta hotellið varð bygt, og alt mítt vaksna lív havi eg onki havt við hotell-vinnu at gera. Eg eri hvørki reseptionist, kokkur ella tænari, so alt mítt vaksna lív hevur ikki verið merkt av hotell-lívinum. Men at foreldrini høvdu hotellið niðri á Kongabrúnni merkir jú, at eg eri uppvaksin við tí.

Betra tænastuna

Johannes Jensen sigur, at ætlanin er um at betra um tænastuna á Hotel Føroyum og gera hotellið til eitt hotell fyri øll.

? Úrslitini seinastu árini hava verið nøktandi, greiðir Johannes Jensen frá.

? So ongar broytingar eru á skránni í løtuni. Hotellið koyrir væl sum er, og heldur ikki vera nakrar starvsfólkabroytingar. Sjálvandi kann man altíð broyta til tað betra. Leisturin, ið vit fara at leggja okkum eftir er, at gera Hotel Føroyar til hotellið fyri øll ? útlendingar og føroyingar.

Sambært Johannes so er spurningurin at nøkta nakrar tørvir og veita tænastur har eftirspurningurin er. Á jólum hevur hotellið skipað fyri nøkrum jólafrokostum, og nú tað so spakuliga líður móti summri fer hotellið at savna seg um tær útlendsku vitjanirnar.

? Pláss skal vera fyri øllum, sigur Johannes Jensen. ? Brúdleyp, fermingar, ráðstevnur og so framvegis. Men sum nú er, eru ongar ítøkiligar ætlanir gjørdar. Ætlanin er nú at seta meg inn í tingini, so ætlanir kunnu verða lagdar.