dystinum, sum bleiv avblástur í vindinum 17. septembur á Skála. Dómarin valdi at floyta av, tá málverjin hjá ÍF gýppaði allar bóltarnar av vøllinum. ÍF er longu flutt upp í 1.deild, meðan Skála liggur triðja [...] minuttirnir av dystinum skulu spælast, tí ongin dystur skal vera óavkláraður, sigur Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini hjá fótbóltssambandinum. Hann leggur afturat, at dysturin byrjar har sum hann [...] alíkavæl. Tað var sum skilst í mótvindinum, at ÍF málverjin metti at tað var fragari, at gýppa bóltarnar av vøllinum og oman móti skipasmiðjuni, heldur enn at seta bóltin í spæl.
Warszava, sunnudagin klokkan 11 okkara tíð. Fyri FSF eru Høgni í Stórustovu, forseti, Brian Kerr, landsliðsvenjari, Magnus á Stongum, formaður í landsliðsnevndini, og Virgar Hvidbroe, aðalskrivari, við á ferðini [...] nevnliga stórur munur á útlitunum fyri pengakassan í FSF, um mótstøðuliðini úr ovasta styrkisbólki eita eitt nú Ongland ella Russland. Sama søgan er galdandi fyri í øllum førum teir tríggjar ovastu styrkisbólkarnar [...] níggju bólkar verða drignir. Í seks av hesum eru seks lið, meðan fimm av bólkunum bara telja fimm lið. Hetta fyri at fáa matematisku kabalina at ganga upp. Lutakastið fer fram í pólverska høvuðsstaðnum, Warszava
Í sambandi við at ferjulega verður gjørd til Ternuna úti undir Klivum, verður neyðugt at flyta bátarnar heim á keiina, og nú er so bátabrúgv løgd út har. Articon arbeiðir í hesum døgum við at gera eina [...] er um eina íløgu á tilsamans 625.000 krónur við øllum, mvg íroknað, sigur Jákup Símun Simonsen, formaður í havnanevndini hjá Tórshavnar býráð. Tað eru serliga útróðrarbátarnir, sum hava havt fast pláss [...] skuldi koma áðrenn ferjulagan er liðug, og hon var so løgd út í næstsíðstu viku. Tíðarætlanin við ferjuleguni sigur, at hon skal verða liðug í mai mánað komandi ár, sigur Jákup Símun Simonsen.
og var Vinnumálaráðið stutt eftir fráboðað, at grunnurin er samdur í, at tann leisturin kann fylgjast, sigur Palli Ziskason, formaður í Íleggingargrunninum. [...] flogvallarútbygging. Tað sigur formaðurin fyri grunnin, Palli Ziskason. - Johan Dahl hevur í undrunarsamari viðmerking í gjár sagt, at Íleggingargrunnurin fyri Føroyar noktar at rinda út til flogvallarútbygging [...] út til útbyggingini av Vága Floghavn. Sjálvandi, tí tað skal hann sambært lóg. Tað sigur formaðurin í grunninum, Palli Ziskason. - Vinnumálaráðið veit eisini, at ósemjan, sum hevur verið, snúði seg um,
- Vit í andstøðuni eru sannførd um, at á løgtingi er meiriluti fyri at selja ein part av uppsjóvarkvotuni á uppboði. Tað sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sum saman við Tjóðveldi [...] onnur 30 oyru/kilo í avreiðingargjaldi, um landað verður uttanlands ella til útlendsk móttøkuskip. Uppskotið verður viðgjørt, samstundis sum lógaruppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, ið [...] ið sum kunnugt ikki mælir til uppboðssølu. - Vit gera hesa broytingina í okkara egna uppskot, tí vit vita, at millum einstøku tinglimirnar er meiriluti fyri uppboðssølu, sigur Aksel V. Johannesen. Hann
málinum at gera Føroyar til eitt tjóðveldi. Formaður floksins á tingi Heini O. Heinesen, og formaðurin í aðalstjórnini Óli Holm eru alt annað enn samdir við Finnboga í hesum spurningi. Øvugt Jóannes Hansen, [...] ði at vísa á eitt forsætismálaráðharraevni. Og harvið beinleiðis blanda seg í danskan politikk. Rumbul hevur annars verið í Tjóðveldisflokkinum, síðan Finnbogi Ísakson umvegis Ritzau kunngjørdi, at hann [...] kunngjørdi sína áskoðan. So longu áðrenn nakar í Tjóðveldisflokkinum alment hevur sagt nakað, og longu áðrenn spurningurin, so vítt eg veit, hevur verið viðgjørdur í flokkinum, hevur fjóðri hvør tjóðveldisveljari
skuldu fáa eitt serstakt lønarlyft. Hóast lønarlyftið hevði mótstøðu bæði í Løgtinginum og í kommununum, so eydnaðist tað samgonguni í vár at fáa eina semju um málið. Semjan innibar eitt lønarlyft til nám [...] hava fingið viðurskiftini upp á pláss. Soleiðis sigur Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, nú fólk eru farin at ivast í, um námsfrøðingar fara at fáa eitt lønarlyft. Tað var eitt av høvuðsmálunum [...] - Eingin skal ivast í, at lovaða lønarlyftið til námsfrøðingar er komið upp á pláss. Lønarlyftið er galdandi frá 1. januar 2024, og verður útgoldið við afturvirkandi kraft, so skjótt lønardeildin, KAF
revsiváttan? Í viðmerking til spurningin vísir Beinir Johannesen á, at so hvørt sum virksemið í landinum er økt, veksur eisini tørvurin á arbeiðsmegi. – Tí hava vit sett eitt nú fast-track skipanina í verk. Hetta [...] Tað er formaður Fólkafloksins, Beinir Johannesen, løgtingsmaður, sum hevur sett Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismanni í lógarmálum, ein grein 52a fyrispurning um málið. Hann spyr soleiðis: 1. Hvat [...] fortíð í heimlandinum, sigur Beinir Johannesen. – Tað er gott, at møguleiki er at fáa skikkaða og góða arbeiðsmegi, men endamálið má aldrin vera, at tað skulu innflytast dømdir brotsmenn til Føroya. Í dag
komandi løgtingsval. Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, tykist væl nøgdur um úrslitið av veljarakanningini, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin. Seinastu tíðina, og ikki minst í dag, hava tað verið etisku málini [...] reistir? - Jú, men hesir eru bara ein liður av fleiri í politikkinum hjá okkum. - Eg hevði væntað, at vit høvdu eina framgongd, tí tilvitanin um flokkin í veljaraskaraðanum er vorðin størri. Vit hava markerað [...] Veljarakanning - Hetta eru ófør tøl, og tey stuðla upp undir ábendinginar, sum flokkurin hevur havt í eina tíð. Tey trý-fýra seinastu valini hevur Miðflokkurin havt støðuga framgongd, og hetta styrkir um
Arbeiðaraflokkinum í løtuni, og heldur gongdin fram, er lítið at ivast í, at Noreg fær eina reyð-grøna stjórn aftan á stórtingsvalið. Tann seinasta veljarakanningin, sum varð almannakunngjørd í gjár, gav Ar [...] undirtøku hevur flokkurin ikki havt í meiri enn fimm ár. Tað merkir eisini, at flokkurin hevur ongantíð havt so stóra undirtøku, síðani Jens Stoltenberg gjørdist formaður fyri trimum árum síðani. Politiskir [...] atkvøður frá samstarvsflokkinum Sosialistiska Vinstraflokkinum. Jens Stoltenberg segði við Aftenposten í gjár, at flokkurin hevur fingið veljarar, tí hann hevur lagt stóran dent á at bøta um viðurskiftini