Veljarakanning
- Hetta eru ófør tøl, og tey stuðla upp undir ábendinginar, sum flokkurin hevur havt í eina tíð. Tey trý-fýra seinastu valini hevur Miðflokkurin havt støðuga framgongd, og hetta styrkir um vónina at røkka málinum, sum er at fáa tríggjar tinglimir til komandi løgtingsval.
Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, tykist væl nøgdur um úrslitið av veljarakanningini, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin. Seinastu tíðina, og ikki minst í dag, hava tað verið etisku málini, sum ofta hava sett flokkin í fokus, men Jenis heldur tó ikki, at tað fyrst og fremst eru hesi, sum hava ført framgongdina við sær.
- Tekur tú aktuella málið, so er hetta so ikki nakað, ið er reist av okkum. Her royna vit bara at gera okkara skyldu.
Men Miðflokkurin hevur verið sera avgjørdur, tá etiskir spurningar hava verið reistir?
- Jú, men hesir eru bara ein liður av fleiri í politikkinum hjá okkum.
- Eg hevði væntað, at vit høvdu eina framgongd, tí tilvitanin um flokkin í veljaraskaraðanum er vorðin størri. Vit hava markerað okkum nógv á sosialpolitiska økinum, har vit hava roynt at verja tey veiku í samfelagnum. Hetta saman við grundhugsjón okkara innan etisku og andaligu/kristiligu virðini trúgvi eg hevur verið størsta orsøkin til framgongdina. Ein framgongd, sum vit bæði vóna og trúgva stendur við, soleiðis at flokkurin kann koma upp á tríggjar limir til komandi løgtingsval.










