Undrunarsom viðmerking hjá Johan Dahl

Íleggingargrunnurin hevur ongantíð noktað at gjalda til flogvallarútbygging. Tað sigur formaðurin fyri grunnin, Palli Ziskason.

- Johan Dahl hevur í undrunarsamari viðmerking í gjár sagt, at Íleggingargrunnurin fyri Føroyar noktar at rinda út til flogvallarútbygging. Íleggingargrunnurin hevur ongantíð noktað at gjalda. Tvørtur ímóti hevur grunnurin altíð verið klárur at gjalda út til útbyggingini av Vága Floghavn. Sjálvandi, tí tað skal hann sambært lóg.

Tað sigur formaðurin í grunninum, Palli Ziskason.

- Vinnumálaráðið veit eisini, at ósemjan, sum hevur verið, snúði seg um, hvørt rindast skal út samsvarandi byggigongdini, so sum Íleggingargrunnurin heldur - ella beinanvegin óheft av byggigongdini, sum Vinnumálaráðið heldur.

Palli vísir á, at av tí, at stýrið fyri grunnin einans hevur sum uppgávu at umsita fæ grunsins best gjørligt eftir

endamálsorðingini og mál um kapitalviðurskifti í síðsta enda eru fyri danska statin at taka støðu til, var Erhvervs-og Økonomiministeriet rætti myndugleikin at taka avgerð, um rindast skuldi út beinanvegin óheft av byggigongdini. Tí varð Erhvervs-og Økonomiministeriet spurt um sína støðu til viðurskiftini.

Løgfrøðisliga niðurstøðan var, at niðurkapitaliseringin skuldi fara fram samsvarandi byggigongdini, og grunnurin tók sjálvandi svarið til eftirtektar og rindar út samsvarandi útbyggingini.

- 5. januar 2011 fekk grunnurin uppskot frá Vinnumálaráðnum um, hvussu útgjaldast kann samsvarandi byggigongdini, og var Vinnumálaráðið stutt eftir fráboðað, at grunnurin er samdur í, at tann leisturin kann fylgjast, sigur Palli Ziskason, formaður í Íleggingargrunninum.