Andstøðan framvegis vónir um uppboðssølu

- Vit í andstøðuni eru sannførd um, at á løgtingi er meiriluti fyri at selja ein part av uppsjóvarkvotuni á uppboði.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sum saman við Tjóðveldi hevur tillagað andstøðuuppskotið, ið skal heimila landsstýrismanninum at selja part av makrel- og sildakvotuni á uppboði.

Upprunaliga mælti andstøðan til at selja 40.000 tons av makreli og 20.000 tons av norðhavssild á uppboði. Men undan 2. viðgerð av málinum eru Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi komin við broytingaruppskoti til sítt egna uppskot.

Ítøkiliga, soleiðis at nú verður mælt til at selja 25.000 tons av makreli og 15.000 tons av norðhavssild á uppboði.

Ein onnur broyting er, at andstøðan nú mælir til at leggja eitt veiðigjald á 30 oyru kilo á makrel og norðhavssild, umframt onnur 30 oyru/kilo í avreiðingargjaldi, um landað verður uttanlands ella til útlendsk móttøkuskip.

Uppskotið verður viðgjørt, samstundis sum lógaruppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, ið sum kunnugt ikki mælir til uppboðssølu.

- Vit gera hesa broytingina í okkara egna uppskot, tí vit vita, at millum einstøku tinglimirnar er meiriluti fyri uppboðssølu, sigur Aksel V. Johannesen.

Hann vísir á, at Sambandsflokkurin alment hevur sagt seg vera fyri at selja part av kvotuni á uppboði, og somu støðu hevur í hvussu er annar av tinglimunum hjá Miðflokkinum.

Hoyr samrøðu við Aksel V. Johannesen her: